Sunset: VÍF-Neistin 30-33 (16-14)
Eftir dystin fingu vit stutt prát við Sigrun Mikkelsen: Í fyrsta hálvleiki gekk illa at skora mál. Ikki tí, leikararnir megnaðu at spæla seg í gjøgnum, men tær skora ikki upp á 100% møguleikarnar. Og tað, at tað riggaði so illa har frammi, gekk út yvir lagið í verjuni. Við hálvleikssteðg var VÍF framman fyri. Í seinna hálvleiki helt henda støða sær eina løtu og VÍF megnaði eisini at økja upp til 16-19. Men so tók Neistin sær
um reiggj og skoraði 6 mál á rað næstu 10 minuttirnar so støðan gjørdist 19-22. Men so gekk aftur javnt á eina løtu. Men í endanum megnaði Neistin so at “arbeiða” tað heim
Málini hjá Neistanum skoraðu: Nicoleta 8, Barbara 7, Jacklin 6, Elin 4, Bára 4, Birita 3 og Anja 1. Hjá VÍF skorað Lillian og Tóra flest mál, ávíkavist 10 og 7 mál
Gongdin:
60 min: VÍF-Neistin 30-33
55 min: VÍF-Neistin 27-30
45 min: VÍF-Neistin 22-22
30 min: VÍF-Neistin 16-14
15 min: VÍF-Neistin 8-10






{ 1 viðmerking }
venjaraparið sær út til at vera samd um tingini og ikki mist ivrig! Koyr á
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.