Ein dystur, ið skal gloymast sum skjótast!

eftir neistin tann 29/01/2012

Atlantic Airways: Neistin-Kyndil 25-31 (10-14)

Fyrri hálvleikur
Neistin-Kyndil. Hálvleiksstøðan er 10-14, og henda støða man koma óvart á hjá nógvum, beint tvørtur í móti tí, sum stigatalvan sigur. Kyndilsleikararnir fara væl upplagdir til uppgávuna og at teir júst hava mist ein av stuðulsleikarunum seinastu nógvu árini, sær ikki út til at nerva. So er eftir at bíða, hvussu seinni hálvleikur verður

Seinni hálvleikur
Tann, sum hevði hildið, at nú fór Neistin at vísa, hvar skápið skuldi standa, fór so dyggiliga skeivur. Tvørtur í móti var tað Kyndil, sum helt fram so líðanndi at økja um leiðsluna. Tá ið einir 10 min vóru leiktir av seinna hálvleiki var munurin framvegins 4-5 mál. Um Neistin skuldi fáa nakað burtur úr í dag, so skuldi nakað henda skjótt. Men tað, sum hendi var, var at Kyndil fór at økja – heilt upp í 8 mál. Móti endanum eydnaðist Neistanum at minka málmunin niður í 4 mál. Men, hetta var tungt, tí Kyndil megnaði alla tíðina at svara aftur við skjótálopum og annars góðum skotum úti frá, sum Andrias, Miroslav og Julian stóðu fyri.  Tá ið so málmaðurin hjá Kyndli, Janus stóð sera væl, so hómaðist skriftin á vegginum, nevniliga eitt tap móti botnliðnum, sum enntá øktist upp aftur í 6 mál seinasta minuttin. Ringt er at finna nakran bláan leikara at nevna í dag, tað sýntis, sum um teir meira ella minni gingu í svøvni, hóast onkur at enda royndi at klípa seg í armin fyri at “vakna”. Tað er eitt at gera hjá Neistanum, nevniliga at gloyma henda dystin sum skjótast og hyggja frameftir.

{ 2 viðmerkingar }

Søren Albretsen januar 29, 2012 tann 15:00

Dette er en kamp, det vil være synd at glemme :-)

Vagnur januar 30, 2012 tann 14:10

Var tað nú so “smart” at flyta mansdystin millum Neistan og Kyndil beint í sunnudagsdøgurðatíðina hjá neistaáskoðarum? Eftir mínum tykki er hetta óseriøst og arrogant, tí sambært frásøgupersóninum hjá heimasíðuni gingu neistamenn í svøvni og tímdu ikki at spæla. Teir blivu runnir um koll av væluppløgdum kyndilsunglingum. Og heilt fáir áskoðarar sóu dystin. Skuldi hetta bara gerast ein avgreiðsluspurningur hjá neistamonnum, tí bleiv dysturin lagdur á eitt so ørt tíðarskeið?
Her í lívinum mást tú fremja eitt avrik, skalt tú fáa vinning. Tað eru bara tey heilt fáu, sum koma til skorin klæði. Einki arbeiði – eingin vinningur. Neistamenn eru komnir í steypafinaluna til lukku við tí, men menn mugu veruliga taka seg saman, tí mítt boð er, at H71 verður annað liði í FM-finalunum. Vónandi fari eg skeivur. Livst so spyrt.

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: