Birgir er givin sum venjari hjá kvinnunum

eftir neistin tann 26/01/2012

Birgir Hansen

Birgir Hansen hevur boðað leiðslubólkinum hjá kvinnunum frá, at hann hevur tikið avgerð um at hann gevst í starvinum sum venjari. Orsøkin er, at hann metir seg ikki at kunna geva liðnum nakað meira í løtuni. Leiðslubólkurin hevur tikið hetta til eftirtektar og er longu farin í gongd at finna nýggjan venjara.

{ 2 viðmerkingar }

Vagnur januar 26, 2012 tann 10:47

Spell, at Birgir gevst sum venjari hjá kvinnunum, hann er óivað keddur djúpt í sálini, at kvinnurnar ikki náddu finaluna í steypakappingini. Sær út sum, at hann hevur lagt alla ábyrgdina á sínar herðar, men tað eru jú spælararnir, sum spæla dystin og ikki venjarin.
Í ítrótti er ógvuliga umráðandi at eftirmeta rætt, tí annars kemur tú ikki víðari á vøllinum. Tú hevur loyvi at vera keddur í nakrar dagar, men so gongur lívið víðari – eisini á hondbóltsvøllinum.
Hví vunnu vit ikki ímóti Stjørnuni, kundi tú spurt? Verjan og málverjin megnaðu at halda Stjørnuni niðri á nítjan málum, men tá ið neistaspælarar brenna so nógvar upplagdar møguleikar og “bara” sjálvar skjóta nítjan mál, so er vandi fyri, at úrslitið júst endaði, sum tað gjørdi.
Neistakvinnur liggja klárt á odda í FM-stríðnum og eru ávegis í FM-finalurnar, og hetta er so sanniliga nakað at spæla fyri. Neistakvinnur náddu jú heldur ikki seinasta ár í steypafinaluna, men FM-heitið varð vunnið við tryggum sigri í Klaksvík í seinasta dystinum. Nú er at halda saman og eftirmeta rætt, tí neistakvinnur eru væl mannaðar og hava góð kort á hondini at endurvinna FM-heitið.
Havi allatíðina roknað við, at Stjørnan fór at mennast nógv sum kappingin leið, tí liðið fekk ikki góða fyrireikingarbyrjan. Neistakvinnur kenna leiðina upp á tindin, og so er at seta somu kós sum hesa tíðina í fjør.

Karsten Hansen januar 26, 2012 tann 12:37

Katastrofe !

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: