Coca-Cola Kappingin 2. semifinala: H71-Neistin 23-26 (11-13).
Fyrri dysturin endaði javnur, so Neistin vann samanlagt 48-45. Neistin er nú í steypafinaluni fjórða árið á rað.
Talan var um ein javnan dyst í byrjanini. Men móti hálvleiki fekk Neistin “stavnin” fram um við tveimum málum. Hesin munur helt sær stórt sæð allan seinna hálvleik og hóaast hoyvíkingar koyrdu á við Dánjal Tórgarð á odda, so hevði munurin hug at økjast móti endanum. Hjá Neistanum var Heini Hanusarson serliga væl upplagdur og í endanum vísti Jugoslav Djumic eisini tað, sum hann veruliga dugir. Samanumtikið sigraði Neistin tó upp á breiddina, kropsligu yvirvágina og einum samlaðum góðum liðavriki. Orðini í yvirskriftini: “vunnu sum eitt lið”, stava frá samrøðuni niðanfyri við Teit Magnussen:








{ 3 viðmerkingar }
Tillukku við dystinum
Tillykke med den første finale plads i år
Nu skal den næste køres hjem !
Ja, til lukku við finaluplássinum !:) flott
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.