Eftir lestrartíð í Danmark kom Hans aftur til Føroya í 1965. Hondbóltur kom at vera hansara stóra frítíðarítriv, og Hans hevur veruliga sett sín dám á føroyskan hondbólt. Hann var formaður Neistans frá 1968 til 1974, neistavenjari í fjøruti ár og formaður í kappingarnevndini í HSF frá 1974 til 2006. – Eg havi serlig minni frá nógvu góðu avrikunum sum venjari saman við neistaliðum, sigur Hans.
Hans Holm er serligur í neistahøpi. Sum unglingi minnist eg væl, tá ið Hans kom í Neistan. Hesin skemtingarsami, fitti og undirhaldandi tvøramaðurin, uppvaksin á Sevmýri, sum beinanvegin kom at geva sítt stóra íkast til Neistan. Við sínum altíð smílandi beinraktu viðmerkingum, gjørdist Hans vinurin hjá okkum ungu.
74 ára gamli Hans Holm er sonur Jaspur Holm og Elsu Holm, fødd Øster, sum bæði vóru av Tvøroyri. Jaspur arbeiddi eitt langt lív á kommunuskrivstovuni. Hans og konan Sólrun, sum eisini var í nevnd Neistans í fýra ár, eiga børnini 48 ára gamla Leiv, 45 ára gomlu Ingigerð og 42 ára gomlu Gisleyg. Leivur og Ingigerð búgva í Havn, og Gisleyg býr í Svøríki. Hans og Sólrun eiga fimm abba- og ommubørn. Hans eigur yngra beiggjan Karstin, sum býr í Albertslund.
Í 1952 fór Hans sum fimtan ára gamal á stundentaskúla í Danmark. Eftir studentsprógvið gekk leiðin á lærdan háskúla, har hann las til cand.mag í náttúrsøgu og geografi. 28. novembur í 1965 kom Hans aftur til Føroya. Hann undirvísti í Hoydølum frá 1966 til 1970, samstundis sum hann eisini undirvísti nakrar tímar á Føroya Læraraskúla. Í 1970 fekk Hans fast starv á Føroya Læraraskúla, og har arbeiddi hann til í 2000, tá ið hann fór frá vegna aldur.
Hondbóltur bleiv hansara frítíðarítriv
Fyrst spyrja vit Hans, nær hann fekk tilknýti til hondbóltsspælið. – Eg byrjaði sum fjúrtan ára gamal at spæla hondbólt við TB. Tá í tíðini var hondbóltur mest eitt konufólkaspæl, men við tíðini fóru fótbóltsspælarar eisini at spæla hondbólt til stuttleika aftrat fótbóltinum, sum var høvuðsítróttagrein teirra. Hondbóltur var bara spældur um summarið. Tá ið eg fór til Danmarkar, íðkaði eg bara tann ítrótt, sum var á skúlanum. Men tá ið eg var heima í summarfrí, spældi eg hondbólt við TB.
– Komin heim til Føroya bleiv hondbóltur mítt frítíðarítrív. Eg kom í Neistan í 1966, ja, var valdur í nevndina sama árið, og frá 1968 til 1974 var eg formaður Neistans. Hondbóltur var tá spældur uttandura, men í 1968 kom høllin í Klaksvík og í 1970 høllin í Havn, so við tíðini fór hondbóltur frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl.
– Eg byrjaði mest sum beinanvegin at venja neistalið, og fyrsta liðið eg vandi var eitt dreingjalið. Annars havi næstan bara vant gentulið og kvinnulið. Kann minnast, tá ið eg fyrstu ferð koma at venja besta kvinnuliðið hjá Neistanum. Hetta var í 1969. Eitt ættarskifti var um at fara fram á liðnum, og vit roknaðu ikki við at náa heilt upp á tindin fyrstu tvey árini. Men ein avgerandi dystur í Vestmanna, sum vit vunnu við einum máli, kom at avgera lagnuna hjá liðnum hetta árið. Vit vunnu FM-heitið, sum var ein ótrúlig kensla at uppliva saman við neistakvinnum.
– Ja, so havi eg vant neistalið øll árini líka frá 1968 til 2008, seinastu tvey árini sum hjálparvenjari. Í hesum tíðarskeiði var eg tó tvey ár í lestrarørindum í Danmark.Til stuttleika kann nevnast, at eg nú hevði vant neistalið í so nógv ár, at undir einari venjing kundi eg staðfesta, at eg hevði verið lærari hjá ommu einum neistaspælara.
Umframt at venja neistalið, dømdi eg eisni nógvar dystir og eisini í bestu deildini. Lætt var ikki altíð at fáa dómarar, tí máttu mangan ein dómari frá hvørjum felag døma dystirnar. Og frá neistaspælarum fekk eg av og á at vita, at eg dømdi neistaspælararnar strangari enn mótstøðuspælararnar. Teir vildu vera við, at eg gjørdi hetta, tí eg vildi ikki vísa, at eg var neistamaður, sigur Hans við einum smíli.
Formaður í kappingarnevndini í HSF frá 1974 til 2006
Skal undirritaði sum neistaspælari, venjari og fyrrverandi formaður Neistans geva Hans eftirmæli, so kann hetta sigast við fáum orðum. Sum venjari var Hans ótrúliga álítandi og trúgvur. Hann var altíð har, tað veri seg til venjingar og til allar dystirnar kring landið í nógv Harrans ár. Hans sveik ongantíð, og hann setti alt annað til viks, tá ið hondbóltur skuldi venjast og dystir spælast. Hetta er ein dygd og gott fyri felagsandan. Og Hans vann mong meistaraheiti við neistaliðunum. Munnu gullheiðursmerkini ikki tátta í eini tretivu í tali?
Hans verður eisini spurdur, hvussu hann upplivdi tíðina sum formaður í kappingarnevndini í HSF frá 1974 til 2000.
– Fyrru helvt í 70-árunum fór hondbóltsspælið sum omanfyri nevnt frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Í 1974 kom eg at leggja fyrstu kappingarskipan, har dystirnir skuldu spælast innandura. Hetta var stuttligt, og mær dámdi arbeiðið ógvuliga væl. Fortreytirnar hjá feløgunum vóru øðrvísi tá, tí ferðasambandið millum oyggjarnar var jú ikki so gott. Hædd skuldi takast fyri nógvum, millum annað ynsktu feløg í Eysturoynni, at hondbóltsdystirnir vóru spældir leygardag, so dystirnir ikki órógvaðu sunnudagsskúlan.
– Feløgini vóru ikki væl fyri fíggjarliga, og tí ynsktu feløgini eisini, at helst øll liðini hjá felagnum spældu útidystir sama dag. Á henda hátt gjørdust ferðaútreiðslurnar minni. Til stuttleika kann eg nevna, at fíggjarætlanin hjá Neistanum um hetta mundið var umleið 20.000 krónur, sigur Hans.
Tað var sagt um Hans sum formaður í kappingarnevndini í HSF, at hann hevði alla ferðaætlanina hjá Strandferðsluni í høvdinum. Hann kendi eisini hvønn busseigari í landinum, og hann visti alt um konfirmationir o.a.t. Hetta var neyðugt, skuldi hann leggja góða kappingarskipan.
Men hvussu er hondbóltsverðin broytt í hansara tíð?
– Hondbóltsspælið í dag er eitt heilt eitt annað spæl. Ferðin er nógv hægri, spælarar eru betur fyri kropsliga, og taktiski førleikin er eisini betri. Eisini vil eg siga, at málmenninir eru vorðnir betri, tí teir nú fáa málmansvenjingar. Haldi meg kunna siga, at eg var fyrsti venjarin, sum veruliga legði meg eftir at venja málverjarnar við serligum venjingum. Summir málverjar vóru tildømis ikki stinnir frá vonginum, tí skuldu teir hava serliga venjing til tess at bøta um hetta. Tó vil eg siga, at føroyskur hondbóltur er ikki mentur lutfalsliga eins og hondbóltur í øðrum londum.
– At enda kann eg nevna, at tá ið hallirnar komu, skaptu tær beinanvegin ein tørv. Áðrenn høllin kom á Hálsi í 1970, hevði Neistin bara seks lið við í landskappingini. Nøkur ár seinni spældu 23 neistalið í landskappingini, og Neistin fekk ikki nóg mikið av venjingartímum til øll liðini. Tí arbeiddu vit í Neistanum longu við tankanum at útvega felagnum bíliga ballónhøll, men vit fingu einki grundøki at seta hana á.
Jú, nógv eru minnini frá stuttligu og gevandi árunum í hondbóltinum. Og serliga minnist tú góðu kenslurnar, tá ið tú sum venjari komst heilt upp á tindin og vann meistaraheitini.
Føroyskur hondbóltur merkti tíverri eisini sviðan av kreppuárunum, tí nógv túsund fólk fluttu av landinum. Fleiri feløg kring landið máttu leggja kongin og komu ongantíð veruliga at fóta sær aftur á hondbóltsvøllinum, sigur Hans at enda.
Eg takki fyri meg heima hjá Hansi og Sólrun. Hans er ikki nógv broyttur í so máta, hevur sum áður framvegis hesar skemtiligu og beinraktu viðmerkingarnar um øll samfelagsviðurskifti, eisini á hondbóltsøkinum. (Vagnur)








{ 6 viðmerkingar }
Og í árinum 2008 var Hans Holm hjálparvenjari hjá 2 deild monnum, har hann enn vísti sína vitan á hægsta støði.
Enn eina stóra takk fyri hjálpina
Ja Hans vandi okkum í nógv ár, sum eru ógloymandi. Hansara stuttligu viðmerkingar, sum t.d halda tygor hetta er eitt ellisheim, so skulu tit halda umaftur.
Hans tín partur liggur so avgjørt ikki eftir.
Guðrun
p.s vit minnast eisini fintuna hjá ommu Metusalum!
Tey, sum hava verið í nevndum Neistans seinastu 30-40 árini vita, hvat Hans stendur fyri: undangongumaður og altíð góður at heita á. OK, tú kundi vænta at fáa onkra spoyska, argandi viðmerking á vegnum – um “norðingar” og ikki minst um “kultur” hjá havnarmonnum”. Og vart tú ósamdur við hann, so fekst tú hansara sjónarmið at vita. Men, tá ið tú eftirhondini hevði skilt, at maðurin er fullur av humor og hevur eitt serstakliga heitt hjarta, so kundi tú ikki annað enn fella fyri honum.
Tað er nógv, sum kundi verið tikið fram um Hans. Eitt er avrikini í Neistanum og HSF og hondbóltinum sum heild. Men hann hevur so sanniliga verið eyðkendur í føroyska samfelagnum sum viðmerkjari og kjakari. Og hvør minnist ikki fantastisku sendingarnar í útvarpinum, har hann greiddi frá um mentanir í fjarskotnum londum – og gjørdi tað so inniliga, at øll trúðu at hann sjálvur hevði verið á staðnum, hann tosaði jú sum, at hann persónliga kendi annanhvønn stammuhøvding í Afrika og Suðuramerika. Væl hevur hann ferðast nógv – ikki minst tey seinastu árini, nú hann er pensionist. Men veruleikin er, at Hans hevur tað, sum vit á góðum gomlum føroyskum rópa “kleprihjerna” og við tí sínum stóra innliti og sínari stóru vitan nýttist honum bara at kaga í eina grein í onkrum tíðarriti – so sá hann alt fyri sær so – og so raplaði úr honum – okkum til mikla frægd. Og eg man ikki fara skeivur, um vit neistafólk ikki vóru eitt sindur stolt av at tað var “okkara” Hans, sum var í útvarpinum.
Í greinini stendur, at Hans er 74. Men tað fært tú teg ikki at trúgva, hann er jú hin sami, eg haldi ikki hann er broyttur frá tí eg kom at kenna hann í 1972. Og tað skuldi ikki undra, um hann aftur sást á útskiftingsbeinkinum – hjá onkrum liði, hann hevur tikið um endan hjá – sum so mangan.
Pussigt.
Tá eg sá tiltakið “Vangamyndir”, hugsadi eg beinanvegin, at tær “gomlu” eldsálirnar burdu sloppið við inn í millum eins og tær gomlu myndirnar. Og vupti. Hans Holm.
Um eg skal skriva um øll minnini eg havi um Hans, so verður tað eina roman.
Tá eg fyrstu ferð møtti Hans uppi á asfaltplenuni, eitt regnfult tórskvøld, tonkti eg við mær sjálvum. “Hvat fanin skal hasin snedigi surdoyingurin læra okkum”. Vit vóru jú føroyameistarir (unglingar).
Men eg kom á aðrar tankar. Hans var ein inpiratiónskelda og ein vinur á øllum økjum. Eitt nú tá hann greiddi frá HG úr Kjøbenhavn, sum han var stórur “fan” av. Jørgen Petersen, Palli Nielsen vid tí langa hárinum, Hans Jørgen Graversen og nógvir aðrir. Tad var sum at sita á áskoðaraplássunum.
Well. Han kundi eisini verda irriterandi. Tað helt Kristjan á Neystabø í hvussu so er. Bædi tá vit vandu, og tá vit feiraðu.
Aftaná finalurnar í 1966 haldi eg tað var, bjóðaði Hans niðaná Oyggjarvegin til mat og drekka. Øl og 3 snapsar í part. Slutt.
Neystabø hevði bert eitt problem. Hann var eitt á yngri enn allar hinar. Og ikki gamal nokk at fáa sterkt. Har var einki at gera. Kristjan klamsaði vid hurðin og gekk allan vegin oman.
Hans spældi sjálvur á 2. liðinum. Hann var altíd í langum gráum terrylen buksum. Hann var so kaldur um beinini!
Ak ja. Eg kundi blivið við. Men gevist her.
Bert gód minnir, Hans. Og tú sært ungur og frískur út. Heilsan til Sólrun.
Finn Bjørn Guttesen.
Ja nógv gott og skemtiligt er at skriva um Hans hØlmin og hansara herligu persónligheid
Minnist so væl tá Hans leyp inn av vonginum (tó í joggingbuksum) eftir eina ommu Metusalum fintu og fekk eitt so kalla “heksaskot” 
Virkuliga stuttligat at lesa Finn Bjørn.
Sigrun
Hans – tú hevur altíð givið ein “kommentar” á tínari leið. Tað var tó ikki altið vit norðoyingar skyltu, hvat “hasin” suðuroyingurin segði/ meinti. Men við góðum vilja so……..;-) Tú ert ein góður stuðul hjá Neistanum – ja, hevur verið tað í fleiri ættarlið. Takk fyri. Alt tað besta í framtíðini.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.