Vit hittu Jacob Jónsson eftir dystin, og hann sigur í stuttari viðmerking: – Vit eru ikki vónbrotnir eftir ósigurin, tí vit spæla væl til tíðir. Men spell, at vit í tveimum umførum, einaferð í fyrra hálvleiki og í seinna hálvleiki missa “fokusið”. Vit megna ikki at halda høvdið kalt og hugsa okkum væl um allan dystin, tí sleppa serbarnir ov langt frá okkum. Serbisku spælararnir vardu mest sum 4-2. Teir eru í miðal nógv kropssterkari enn okkara spælarar og eri skjótir á beinunum. Slíkt verjuspæl og slíkt álop við stórum monnum eru vit ikki vanir at spæla ímóti í Føroyum. Ein serbiskur spælari fekk reytt kort beinanvegin í dystinum. Jugoslav bleiv skaddur tíðliga í dystinum og spælir ikki seinna dystin. Sjúrður bleiv eisini skaddur, sigur Jacob. Málskjúttar Neistans vóru: Finnur Hansson 7, David Edvardsen 5, Rósing Rasmussen 4, Heini Hanusarson 4, Jón Ludvig 3, Jugoslav Djumic 1 og Carl Herup Olsen 1 mál. Neistaspælararnir lata heilsa úr Serbia. Neistamenn spæla seinna dystin sunnumorgunin kl. 9.00. Dystargongdina sært tú niðanfyri. (Vagnur)
3. min 2-2
5. min 4-3
9. min 6-4
13. min 9-5
32. min 21-12
35. min 24-15
36. min 25-17
38. min 25-18
42. min 27-19
47. min 28-21
48. min 28-22
52. min 31-24
52. min 31-25
56. min 34-25
30. min 37-25




Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.