
Neistamenn vóru tíðliga á fótum hósmorgunin tí drúgv ferð var á skránni úr Danmark til Serbia. Koyra í bussi í nakrar tímar, og flogferðin tók hálvananna tíma. Teir eru komnir til Serbia í øllum góðum, og í kvøld klokkan 19.30 spæla neistamenn fyrra altjóða dystin ímóti Metaloplastika. Spennandi, hvussu neistamenn megna stóru uppgávuna. Eirikur hevur sent okkum tvær myndir, júst, tá ið teir komu til Serbia. (Vagnur)
Neistamenn spæla fyrra altjóðadystin í kvøld kl. 19.30
Fyrri postur: Skráin nú løgd fyri dómaraskeiðini við Johnny Tauman
Næsti postur: Jugoslav Djumic fær serliga uppliving í Serbia í kvøld






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.