Neistamenn spældu 3×25 min ímóti “Team Sydhavsøerne”

eftir Vagnur tann 01/09/2010

Team Sydhavsøerne spæla í 1. deild og ætla sær upp í bestu deildina. (Mynd Eirikur)

Enn ein dagur farin aftur um, og vit hava leikt dyst í gjár móti Team Sydhavsøerne, sum er ein samanrenning av liðum í sunnaru hálvu av Sælandi.
Dysturin var samstundis seinasti dysturin áðrenn stóru uppgávuna móti RK Metaloplastika. Dysturin bleiv taptur rímiliga stórt, so tað var ikki betur
enn næstbest, men vit fingu roynt nøkur ting av, so alt í alt, á góðari leið, sigur venjarin Ingi Olsen í heilsu úr Danmark.

Í dag hvíla vit, tí í morgin byrjar ein langur túrur til Serbia. Longu kl. 06.00 skulu vit upp, fyri síðan at fara til Keypmannahavn. Kl. 11.20 flýgva vit beinleiðis
til Serbia og væntast at vera á hotellinum uml. kl. 18.00 á kvøldi. So er matur á skránni, fyri síðan at venja eina løtu.
Í morgin kemur “mr. Miagi” (ein serbiskur fysoterapeutur)eisini at hjálpa okkum, so Eirikur og hann fáa helst nokk at síggja til við at mýkja eymar musklar og onkran smásnudd.
Annars hava allir leikarnir tað gott og lata heilsa. Vit eru sera spentir uppá morgin dagin – sjálvt um hann helst verður langur.

Vinarligar heilsanir
Atlantic Airways Leikarahópurin

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: