Eirikur Magnussen hevur úr at gera á ferðini

eftir Vagnur tann 31/08/2010

Áki Mørk fær viðgerð frá Eiriki.

David Edvardsen, Jacob Larsen og Jacob Jónsson.

Liðleiðarin Eirikur Magnussen er umhildin maður í neistahópinum. Onkur heldur, at hann “forkelar” neistamenn ov nógv, men á slíkari hondbóltsferð verður óivað eingin ov nógv “forkelaður”. Eirikur hevur tikið ymisk skeið í vøddamýking. Hetta at loysa upp, tá ið vøddar er blivnir eymir og stívir. Og boð eru veruliga eftir Eiriki, tí hann hevur úr at gera. Óivað fellir hetta honum lætt, tí Eirikur er bakari, og hann man hava elt mangt deiggið. Málverjin Jacob Larsen, sum stóð í málinum hjá neistamonnum, tá ið liðið vann FM-heitið í 2008, var í dag og vitjaði í gamla nonnuklostrinum. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: