Neistamenn spældu fyrsta venjingardystin á Danmarkarferðini leygardagin. Ingi Olsen, venjari, sigur soleiðis í stuttari heilsu til heimasíðuna: ” Annars leiktu vit í gjár móti TMS Ringsted, sum seinasta ár spældi í bestu deildini, men flutti niður í 1. deild. Vit fingu ein góðan dyst. Mótstøðan var góð, og leikararnir vóru noyddir at spíla seg út. Vit taptu 30 – 25, sum ikki er gott í sær sjálvum, men vit sóu nógv góð avrik. Fleiri ungir leikarar, so sum Rósing, Guðfinnur og Jákup Apol leiktu væl. Í dag venja vit tvær ferðir, so her er futtur í”. David Edvardsen var besti málskjútti við seks málum. (Vagnur)
TMS Ringsted vann 30-25 á neistamonnum
Fyrri postur: Hondbóltur sum vallærugrein í Hoyvík gjørdist veruleiki
Næsti postur: Venjingartíðir Neistans 2010-2011








{ 1 viðmerking }
Gott dreingir
góða eydnu víðari
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.