Hondbóltur sum vallærugrein í Hoyvík gjørdist veruleiki

eftir Vagnur tann 27/08/2010

Tað eydnaðist teimum at fáa hondbólt sum vallærugrein í Hoyvík. (Mynd Vagnur)

Hondbóltur 8. flokkur. Aftast f.v: Jónas Djurhuus, Olivur Helmsdal, Magnus Knudsen, Andrias Elttør, Helgi Hoydal, Beinir Ólavsson, Suni Højgaard, Djóni Joensen, Fríðhild Jacobsen og Kristina Clementsen. Fremst f.v: Marianna H. Jacobsen, Mathilda B. Hansson, Eva W. Nagata, Brynja Høj, Brynhild Haraldsen, Lilja Mohr, Lea Reginsdóttir, Jóhild Sørensen og Súsanna Nólsoy. (Mynd Vagnur)

Við hjálp frá góðum kreftum í Hoyvík millum annað foreldraráðnum er hondbóltur fyri fyrstu ferð í Føroyum vorðin vallærugrein í fólkaskúlanum. Nú fáa 21 næmingar hondbóltsundirvísing undir leiðslu av kendu venjarunum Birgiri Hansen og Kára Nielsen.

Tað er fríggjadagur 27. august, og klokkan er tvey. Eg leitaði mær í Hoyvíkshøllina vitandi um, at næmingar í 8. flokki høvdu vallærugreinina hondbóltur. Jú, rætt var. Á gólvinum stóð Birgir Hansen og undirvísti tjúgu næmingum. Næmingarnir vóru ógvuliga hugagóðir, eg kendi nøkur gentuandlit aftur úr Neistanum.

Ørindi míni vóru at taka søguliga felagsmynd av næmingunum, sum fyrstu ferð í skúlans søgu fáa møguleikan at velja hondbólt sum vallærugrein. Í høllin vóru tíggju dreingir og ellivu gentur.

Birgir Hansen, undirvísari, sigur, at undirvíst verður tveir tímar fríggjadag. Næmingarnir fáa bæði undirvísing í teori og vanliga hondbóltsundirvísing. Teir fáa eisini breiðari vitan um, hvørji sálarlig og kropslig krøv verða sett ítróttafólki. Ja, og hvussu tú skalt liva í gerandisdegnum til tess at náa ítróttamálinum, tú hevur sett tær.

Tað vóru tveir spentir lærarar við summarfuglum í búkinum, sum hittu næmingarnar fyrstu ferð 20. august. Tað gjørdu venjarunum skjótt greitt, at her skuldu teir undirvísa einum evnaríkum og hugagóðum bólki, sigur Birgir.

Og Birgir heldur fram at siga, at vónandi er hetta byrjanin, so aðrir skúlar longu frá komandi skúlaári eisini kunnu bjóða hondbólt sum vallærugrein. Tað hevur stóran týdning, at feløgini í nærumhvørvinum vísa áhuga og stuðla, tað tey eru ment. Best hevði tó verið, um Hondbóltssambandið miðvíst var við í hesi ætlan og stuðlaði skúlum við ráðgeving og øðrum.

Eg fekk tikið felagsmyndina av fyrikomandi næmingunum og fekk sæð eitt sindur av hondbóltsspælinum. Tú kundi spurd, um næmingarnir spæla hondbólt í H71, nú stigið til valllærugreina er tikið í Hoyvík. Allir dreingirnir spæla hondbólt í H71, og allar gentur spæla hondbólt í Neistanum. (Vagnur)

{ 1 viðmerking }

Jórun Maria august 30, 2010 tann 16:08

Åhh! Heldigu tit! :O

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: