Góða ferð yvir hav fyrst til Danmarkar og síðani til Serbia

eftir Vagnur tann 26/08/2010

Neistamenn avmyndaðir mikukvøldið. Aftast f.v: Ingi Olsen, venjari, Carl Herup Olsen, Jákup Apol, Guðfinnur Thorsteinsson, Ári Egason Dam, Bartal Hansen, Eirikur Magnussen, liðleiðari, Jugoslav Djumic. Fremst f.v: Jacob Jónsson, hjálparvenjari, Jón Ludvig, Sjúrður Thomassen, Kristian Dulavík, Rósing Rasmussen, Áki Mørk, David Edvardsen, Finnur Hansson, Heini Hanusarson og Bogi Henriksen, málmansvenjari. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin 27. august klokkan 17.30 fóru neistamenn við flogfari á venjingarlegu í Danmark. Liðið verður í Danmark til hósdagin 2. septembur klokkan 11.20, tá ið leiðin gongur víðari til Serbia, har neistamenn skulu spæla báðar altjóða dystirnar ímóti serbiska liðnum Metaloplastika. Fyrri dysturin verður fríggjakvøldið 3. septembur klokkan 19.30 og seinni dysturin sunnumorgunin 5. septembur klokkan 10.00. Neistamenn koma aftur til Føroya sunnukvøldið 5. septembur. Heimasíðan var í Gundadalshøllini mikukvøldið og tók mynd av teimum átjan monnunum, sum fara á venjingarleguna í Danmark. Tá ið farið verður til Serbia eru Hjalmar Petersen og Niels Mortensen við í ferðalagnum. Eisini er spælarin Heini Ragnarsson, sum er skaddur í løtuni, við á ferðini til Serbia. (Vagnur)

{ 3 viðmerkingar }

Maria í Akrabyrgi august 27, 2010 tann 11:12

Ynskt verður tykkum ein super góðan túr.
Minnist nú til at eingin mamma er við tykkum :)

maria

Guðfinnur Trónd Thorsteinsson august 27, 2010 tann 12:50

Har er eingin vandi á ferð… Vit hava jú Eirik við okkum ;) hehe

Stephania august 27, 2010 tann 13:41

Góða ferð og góða eydnu

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: