Kjartan Thomassen, formaður Neistans, er uppvaksin í Klaksvík. Hann kom í nevndina í 2005 og gjørdist formaður á sumri 2007. Eingin ivi um, at Neistin er í góðum hondum við núverandi nevnd og við Kjartani sum formanni. Hvør er hesin stilli og semjusøkjandi formaðurin? Og hví endaði klaksvíkingurin, sum ikki hevur spælt hondbólt í felagnum, sum formaður í einum hondbóltsfelagi í Havn?
Kjartan Thomassen, ið fyllir 59 ár í dag 24. august, og konan Frígerð Sundsskarð eru bæði uppvaksin í Klaksvík. Kjartan er sonur Mikk Thomassen av Viðarreiði og Sunnevu Gøthe úr Norðragøtu. Kjartan og Frígerð eiga børnini 34 ára gamla Mikkjal, sum spældi hondbólt á ungum árum í Neistanum, 27 ára gamla Andras og 20 ára gamla Sjúrð, sum spælir vinstri vongur á besta liði Neistans.
Kjartan spældi hondbólt í Klaksvík á ungum árum, og hann minnist væl, tá fyrsta ítróttahøllin í Føroyum kom í Klaksvík í 1968. Tá ið so høllin kom í Havn í 1970, fór hondbóltsspælið næstu árini frá at vera uttanduraspæl til eitt innanduraspæl. Kjartan var ungur drongur, tá ið høllin kom í Klaksvík. Hvussu minnist hann hesa tíðina?
– Fyrstu ferð eg sá hondbóltspæl í Klaksvík var sum tólv ára gamal, tá ið klaksvíkingar spældu dyst á norðoyastevnu. Spælt varð á uttanduravølli millum svimjihøllina og fótbóltsvøllin. Eg gekk í 3. real, tá ið høllin í Klaksvík varð bygd í 1968. Danin, Christian Jørgensen, sum hevði spælt við besta liðnum hjá Neistanum, tók stig at fáa gongd á ungdómshondbólt í Klaksvík. Hjálp fekk hann frá nólsoyinginum Hilmari Joensen, sum um tað mundið var vikarur í Klaksvík. Hilmar hevði spælt við besta liðnum hjá Kyndli.
– Vit vandu fyrst innandura í fimleikahøll, og tá ið høllin var liðug, varð vant í nýggju høllini. Spældir vóru dystir ímóti NSÍ, EB og Kyndli, og eg kann minnast, at vit spældu ein dyst á asfaltinum í Gundadali. Tað skemtiliga var, at tað vóru lið, sum ikki vildu spæla ímóti okkum inni, tí tey hildu, at vit høvdu fyrimun við nýggju høllini, og so noyddust vit út á eyrvøllin at spæla.
– Hondbóltstíðin hjá mær gjørdist ikki long. Eftir ólavsøku í 1968 fór eg til Haslev í Danmark at ganga í skúla í eitt ár. Komin aftur til Klaksvíkar spældi eg aftur hondbólt við Stjørnuni. Landskappingin strekti seg bara nakrar mánaðir um summarið. Eg var eisini til skips, ja, og eg róði eisini kapp við Klaksvíkingi í 1970.
– Í 1971 flutti eg til Havnar og fór í læru hjá P/F Data. Í Havn kom eg at spæla hondbólt við 2. deildarliðnum hjá Kyndli í tvey ár, men so tímdi eg ikki meir at spæla hondbólt, og her steðgaði so mín “hondbóltskarriera”, sigur Kjartan.
Undirritaði koma í prát við Kjartan í 80-árunum, tí eg vandi sonin Mikkjal. Tá ið vit høvdu vunnið FM-heitið í dreingjum 14 ár, valdi Mikkjal fótbóltin fram um hondbóltin. Men Kjartan og konan Frígerð vóru framvegis at síggja í høllini til dystir hjá Neistanum.
– Konan og eg hava altíð havt stóran áhuga í bæði hondbólti og fótbólti. Vit fylgdu Mikkjali í hondbóltinum í Neistanum og fótbóltinum í HB, seinni í B36. Í 1997 byrjaði Sjúrður at spæla minihondbólt í Neistanum. Konan arbeiddi niðursetta tíð og hevði stundir at fara til minihondbólt í Gundadalshøllini og annars fylgja Sjúrði á hondbóltsleiðini, men síðani hann varð 10 ára gamal, haldi eg, at vit hava sæð næstan allar dystirnar hann hevur spælt.
– Orsøkin, at eg kom í nevnd Neistans, var Eirikur Magnussen. Hann bað konuna koma í nevndina hjá Neistanum, men konan helt, at tað heldur skuldi vera eg. Hugsaði meg um í fimtan minuttir og tók av tilboðnum, tí eg helt, at nú kundi eg gjalda nakað aftur fyri allar tær nógvu og góðu upplivingarnar, sum børn okkara og eg sjálvur høvdu fingið í ítróttinum. Eg vildi nú geva mítt íkast sum nevndarlimur í Neistanum. Hetta var í 2005.
– Í 2007 høvdu Jón og Balle boðað frá, at teir fóru úr nevndini. Konan flenti, tá ið eg koma aftur av aðalfundinum hetta árið. Eg fór á aðalfundin við ætlanini um eisini at fara úr nevndini, men kom aftur sum formaður Neistans. Tá ið fýra kvinnur og eg vóru valdar í nevndina, so helt eg, at javnstøða skuldi valda, og at ein kvinna sjálvandi gjørdist forkvinna. Eingin av fýra kvinnunum hildu seg til at gerast forkvinna, og tær lovaðu at hjálpa mær alt tað tær megnaðu, um eg átók mær formanssessin, sigur Kjartan.
At enda spyrja vit Kjartan, hvat hann serliga leggur dent á sum formaður? Í Neistanum eru bæði nógvir spælarar, venjarar, hjálparfólk og so nógvu foreldrini. Kjartan er nú formaður á fjórða ári.
– Eg eri við til tess at vinna, ja, at neistaliðini skulu koma upp á tindin í føroyskum hondbólti. Hetta er eitt av aðalmálinum hjá mær. Hyggja vit í søgu Neistans, so vóru neistamenn ikki sigursvandir, men tað eru teir nú. FM-vinnari í 2008, og steypavinnarar í 2009 og greipuvinnarar 2010. Hetta fegnist eg um. Neistakvinnur vóru sigursvandar, og nú er uppgávan hjá okkum eisini at fáa tær uppaftur á tindin. Eg rokni við, at hetta fer at eydnast í vetur.
– Nevndin roynir at leggja arbeiðið í Neistanum á so nógvar herðar sum møguligt, so vit ikki slíta upp nøkur fá fólk. Eisini royna vit at leggja langtíðarætlanir. Ynski okkara er, at tilkomnir persónar við røttum hondbóltsførleika venja neistaliðini. Men hetta ynski er torført at røkka.
– Í slíkari samrøðu vil eg sleppa at siga, at ítróttafeløgini í Føroyum gera ótrúliga stórt arbeiði fyri okkara ungdóm og samfelagið. Stórt fyribyrgjandi og heilsuligt arbeiði, so tey ikki á ungum árum fara av kósini. Sjálvandi er partur av drívmegin eisini, at sonurin Sjúrður spælir við besta liði Neistans. Men eg frøist sjálvandi um at síggja menningina hjá neistaliðunum, og serliga fegin eri eg um úrslitini hjá mansliðnum seinastu árini. Og ikki at gloyma gentuliðið, sum skrivaði Partille cup søgu í Svøríki í summar. Nú skulu vit bara hava enn fleiri lið heilt upp á tindin.
– Harumframt fegnist eg eisini um, at tað eru so nógv fólk, ið eru góð við Neistan og hjúkla um felagið, hvør á sín hátt, og øll hjálp er kærkomin. Í nevndini eru fýra fantastiskar kvinnur, ið gera eitt megnar arbeiði. Tað eru bólkarnir, ið taka sær av Atlantic og Sunset liðunum. Tað eru øll tey nógvu, ið taka sær av ungdómsliðunum, venjarar, hjálparfólk og foreldur. Tað eru teir góðu vinnuligu stuðlarnir og býráðið.
– Til seinast vil eg nevna okkara avbera góðu heimasíðu og stuðlafelagið, ið er í ferð við at útvega Neistanum eina ítróttarhøll. Tað er eitt satt bragd, ið neyvan sær sín líka, og hetta fer at geva Neistanum nakrar fantastiskar karmar og umstøður at menna seg í.
– Eg havi einki frítíðarstarv uttan formanssessin í Neistanum. Haldi, tað hevur gingið bara væl. Eg royni at vera semjusøkjandi og leggi stóran dent, at feløgini skulu kappast á vøllinum og ikki stríðast um ymiskt uttanfyri vøllin. Við góðum samarbeiði koma vit øll longst, sigur Kjartan Thomassen, formaður at enda. Eg fekk einki svar, men bara eitt smíl, tá ið eg spurdi hann, hvussu leingi hann ætlar at sita í formanssessinum. (Vagnur)







{ 1 viðmerking }
Góði Kjartan, tú ert ein eldsál, tú ert okkara:)
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.