Neistamenn fara fríggjadagin á tíggjudaga langa hondbóltsferð. Fyrst fara neistamenn á venjingarlegu í Danmark í seks dagar, síðani gongur leiðin til Serbia, har liðið spælir tveir IHF-dystir ímóti serbiska liðnum Metaloplastika. Fyrri dysturin verður spældur fríggjadagin 3. septembur klokkan 19.30 og seinni dysturin sunnudagin 5. septembur klokkan 10.00 fyrrapart. 19 neistamenn eru í ferðalagnum til Danmarkar, og tá ið leiðin gongur víðari til Serbia eru 21 mans í ferðalagnum. Spennandi og áhugaverd hondbóltsferð hjá neistamonnum, og spennandi, hvussu fer at gangast í Serbia. Tú kanst lesa skránna hjá neistamonnum niðanfyri. (Vagnur)
Í døgunum fríggjadag 27. august til sunnudag 5. september 2010 verður venjingarlega í Næstved og EC dystir móti Metaloplastika. Venja og búgva í Næstved frá fríggjadag til hósdag og fara síðani víðari til Serbia. Eingin millumlending.
At hava við: Pass skal við. Hevur týdning fyri at sleppa til Serbia. Og fyri at kunna leika dyst. Allir skulu hava venjingarklæði til allar venjingarnar. Allar venjingar eru innandura.
Tað skal viðmerkjast, at tíðirnar kunna broytast
Vit vera 19 mans við á ferðini til DK. Til Serbia koma Hjalmar og Niels aftrat, so á túrinum til Serbia vera vit 21 mans.
Um so er, at onkur er í iva um eitthvørt, so er betur at spyrja eina ferð og nógv, heldur enn at ganga og ivast í onkrum.
Skráin
Fríggjadag
kl. 16.30 Møtt verður á Flogvøllinum
kl. 17.30 Flogið verður til Keypmannahavnar
kl. 20.50 Lenda í KBH
Leygardag
kl. 11.00 Venjing í høll í uml. 2 tímar
kl. 13.00 Matur
kl. 16.00 Venjing í høll
kl. 23.00 Í song
Sunnudagin
kl. 08.30 Morgunmatur
kl. 10.00 Venjing
kl. 12.00 Døgurði
kl. 16.00 Dystur
kl. 17.30 Dystur
kl. 19.00 Matur
Mánadagur
kl. 09.00 Morgunmatur
kl. 10.00 Venjing
kl. 12.00 Døgurði
kl. 16.00 Venjing
kl. 19.00 Matur
Týsdagur
kl. 09.00 Morgunmatur
kl. 12.00 Døgurði
kl. 16.00 Dystur
kl. 19.00 Matur
Mikudagur
kl. 09.00 Morgunmatur
Restina av degnum er frídagur. Møguliga fara vit ein felagstúr mikudagin seinnapart.
Hósdagur
kl. 07.00 Morgunmatur
kl. 11.20 Flogið verður til Serbia
kl. 13.30 Lenda í Beograd
kl. 18.00 Venjing í høll hjá Metaloplastika
kl. 20.30 Matur
kl. 23.00 Farið verður í song
Fríggjadagur
kl. 09.00 Morgunmatur
kl. 10.00 Venjing
kl. 12.00 Matur
kl. 13.00 Hvíld
kl. 16.00 Taktikkfundur
kl. 18.50 Upphiting
kl. 19.30 Metaloplastika – Neistin
kl. 21.00 Matur
kl. 23.00 Í song
Leygardagin
kl. 09.00 Morgunmatur
kl. 11.00 Venjing
Sunnudagin
kl. 07.00 Morgunmatur
kl. 08.00 Taktikkfundu
kl. 09.20 Upphiting
kl. 10.00 Metaloplastika – Neistin
kl. 14.30 Flogið verður til KBH
kl. 16.45 Lenda í KBH
kl. 19.00 Flogið verður til FO
kl. 20.30 Lenda í FO







{ 2 viðmerkingar }
Góðan túr og góða eydnu
Nú er at herja á og ofra tykkum 110%
góðan túr
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.