Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.
Mamma mín, sum nærkast teimum 92 árunum, vísti mær herfyri eina serliga mynd frá 1936. Neistakvinnur eru ávegis til Klaksvíkar at spæla ímóti Stjørnuni. Við í ferðalagnum er eisini pápi mín, sum var ein av teimum, sum stovnaðu Neistan 21. mars 1931. Á myndini er mamma 18 ár og pápi 23 ár. “Hví er pápi á myndini”, spyrji eg mammu. “Hann vildi altíð við, skuldi vit á bygd á spæla”. Spurningurin er so, um tað var hondbólturin sum dró ella vakra 18 ára gamla havnargentan. Mamma minnist væl sum smágenta, tá gentur seinast í 1920-unum spældu hondbólt í gamla kommunuskúlagarðinum á Vaglinum, áðrenn farið var niðan í Gundadal. Tað var donsk lærarinna, sum kom til Føroya við hondbóltsspælinum. (Vagnur)





{ 2 viðmerkingar }
Sera áhugavert at hoyra Vagnur, tú bregður ikki burtur úr ætt
Nei, tað má eg siga. Tit eru ikki ólíkir báðir og líka sjarmerandi
Kára
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.