VB kvinnur Sunset. St.f.v. Bára Mortensen, Svava Vestergaard, Sára Samuelsen og Christina Holm. Fremst f.v: Migle Senvityte, Rannvá Johannessen, Sólrun Winther, Andrea Nielsen og Una Egilsdóttir. Monika Samuelsen vantar á myndini.
Leygardagin klokkan 15 spæla í Vági Sunset liðini VB og Stjørnan seinasta dystin í grundspælinum. VB byrjaði kappingina seinasta heyst við nýggjari manning, gamla “stamman” var burtur. – Vit ungu hava spælt nógv og eru mentar, men liðið hevur tapt ov nógvar dystir, tí vit eru ov fáir spælarar og breiddin harvið ov lítil. Eisini hava vit vantað langskjúttar. VB fær óivað eitt betur lið næsta vetur, sigur spælarin Una Egilsdóttir.
Eftir ólavsøku í fjør hoyrdist, at besta kvinnuliðið hjá VB fór at missa fleiri spælarar, og at fleiri heilt ungar kvinnur komu at manna VB liðið. Eingir útlendingar á liðnum. Undirritaði sá nýggju VB manningina spæla fyrsta dystin ímóti Neistanum í Havn. Gott hondbóltsspæl, men VB liðið vantaði skjúttar og bonkurin var ov “tunnur”. Neistin vann 25-21. Um vikuskiftið spæla kvinnuliðini seinastu dystirnar í grundspælinum, og heimasíðan hevur hitt Unu Egilsdóttir, sum er dóttir Egil Steintórsson og Eydis Kjærbo, sum spældu við VB, og nú eru leiðarar í felagnum.
– Høvuðstrupulleikin hjá VB liðnum er, at vit hava ov fáar spælarar, og harvið ov lítla breitt. Gamla “stamman” frá árinum fyri var burtur, og VB liðið mátti mestsum mannast av nýggju við fleiri ungum spælarum. Liðið vantaði skjúttar, og fingu vit frá byrjan ov fá mál. Vit hava ikki vunnið nógvar dystir, men tað hevur verið stuttligt at spælt. Tú sleppir at spæla nógv og harvið mennast sum spælari, sigur Una.
Ikki altíð lætt at vera leiðari í VB, tí liðini skulu ferðast ofta norðanfjørðs, men tá ið lið norðanfjørðs skulu spæla í Suðuroy, møta tey mangan ikki upp. Tí fáa VB liðini ov fáar dystir. Hondbóltsrøturnar stinga djúpt í Vági, og serliga hevur gentu- og kvinnuhondbólturin staðið seg væl. Hvat heldur Una um núverandi støðuna hjá VB?
– Gentur hava stóran áhuga at spæla hondbólti frá gentum 10 ár og uppeftir, meðan tað haldar við dreingjahondbóltinum. Tað vísir seg, at tað gongur at manna dreingir 10 ár, 12 ár og 14 ár, men við 14 ára aldur velja dreingirnir oftast fótbóltin framum. Tú spyrt eisini, hvat kann væntast av VB kvinnum næsta ár?
– Eg rokni við, at VB hevur eitt betur Sunset lið næsta vetur. Enn er ikki greitt, hvørjir spælarar eru tøkir, tí fýra kvinnur eru lidar á Miðnámsskúlanum. Men Guðrið Mortensen ætlar sær at spæla næsta vetur, sigur Una at enda.
Leygardagin verður fundir í Hondbóltssambandinum um at víðka Sunset deildina, og VB hevur boðað frá, at felagið tekur undir við at víðka Sunset deildina. Eingin ivi er í, at VB spælir eisini næsta vetur í Sunsetdeildini. (Vagnur)







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.