Heimasíðan er biðin at koyra omanfyri mynd á heimasíðuna. Myndin er av Kjartani Mohr, neistaviðhaldsmanni og Sølvá Vang, næstforkvinnu í Neistanum. “Har kemur Madame blue”, segði myndamaðurin við Sólvá. Jú, Sólvá hevði funnið fram bláan kjóla og bláar sokkar í sambandi við dystin millum mansliðini hjá Neistanum og Kyndli. Áskoðarar ganga vanliga við turrukløðum, litaðum troyggjum, hornum og trummum, men ikki er kona sædd áður í bláum kjóla til tess at seta dáma á hondbóltsdyst hjá Neistanum. Kanska síggja vit fleiri slíkar kjólar, tá neistamenn spæla FM-finalurnar. (Vagnur)








{ 2 viðmerkingar }
Sólvá, hvar hevur tú keypt kjólan – og sokkarnar?
Kára
Havi ikki sæð flottari damu, sum eisini hevur eitt stórt blátt hjarta.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.