Hví spæla FM-finalur til tess at finna Føroyameistaran?

eftir Vagnur tann 16/03/2010

Kvinnurnar skulu spæla 28 dystir næsta vetur, um átta lið spæla dupultkapping.

Leygardagin klokkan 10 fara hondbóltsfeløgini í Føroyum at viðgera málið at víðka Sunsetdeildina og Atlantic Airwaysdeildina. Alt gott um tað. Tað eru feløgini, sum gera av, hvønn kappingarleist tey vilja hava. Nógv er at taka støðu til leygardag, tí víðka vit bestu deildirnar, so skal eisini takast støða til annað í nýggja kappingarleistanum. Skulu vit framvegis spæla dupultkapping? Ja, og hví skulu vit spæla finalur til tess at finna Føroyameistaran? Hetta fer ikki fram í fótbóltinum.

Meirlutin av hondbóltsfeløgunum hava talað. Tey vilja víðka Sunsetdeildina og Atlantic Airwaysdeildina. Uttan ivi spæla næsta vetur átta kvinnulið í Sunsetdeildini og sjey lið í Atlantic Airwaysdeildini. Men annað í nýggja kappingarleistanum skal eisini takast støða til. Spæla átta lið í Sunset deildini eina dupultkapping, sum liðini gera nú, so spæla liðini 28 landskappingardystir, meðan mansliðini spælla 24 dystir.

Og skulu vit framvegis varðveita partin av kappingarleistanum, har vit spæla finalur til tess at finna FM-vinnaran. Hetta fer ikki fram í fótbóltinum. Í mínari verð er einki endamál at spæla finalur til tess at finna FM-vinnaran, tí hetta er í mangan førum ógvuliga órættvíst. Hyggja vit at manskappingini, so vann StÍF grundspælið í 2008, StíF var besta liðið gjøgnum kappingarárið. Neistin kom sníkjandi og vann FM-heitið. Í fjør vann VÍF grundspælið, men H71 kom í góðan stima ímóti kappingarenda og vann FM-heitið. Og vetur vann Neistin longu grundspælið fyri fleiri umførum síðani. Hví skulu hesi lið ikki rópa seg Føroyameistari, tá tey eru best gjøgnum veturin?

Føroyskur hondbóltur stendur og fellir við nøkrum fáum lyklaspælarum. Besta dømið er kyndilsspælarin Høgni Klein. Í 2007 er Høgni uttanlands, og einki talar fyri, at Kyndil vinnur FM-heitið. Høgni kemur heim og vendir gongdini, og Kyndil vinnur FM-heitið. Vit kunnu nevna spælarar sum Sámal Joensen, VÍF, Halgir Dahl Olesen, H71, Gert Hansen, KÍF, Svein Justinussen, StÍF og nakrar kyndils og neistaspælarar. Siga vit, at lið missa vegna skaða slíkar lyklaspælarar í seinastu ein ella tveir dystinum í grundspælinum, ja, so viknar møguleikin munandi at vinna FM-heitið. Liðið er á odda eftir 20 landskappingardystir, men snávar kanska tepurt í tveimum finaludystum, tí serligar umstøður gera hetta. Er hetta rættvísur kappingarleisti?

Tað er ógvuliga neyðugt, at feløgini eisini hugsa um slíkt, tá ið nýggjur kappingarleisti sær dagsins ljós. Ja, og tú kanst halda fram. Hvørji lið skulu nú spæla í t.d. 1. deild hjá kvinnum næsta ár. Tað sita alt ov nógvir kvinnuspælarar kring landið í beinkinum í alt ov rúma tíð. Hetta mennir ikki spælararnar. Og hví skulu hava eina U23 kvinnukapping? Spennandi at frætti frá fundininum leygardagin. Vit á síðulinjuni vóna sjálvandi, at vit framvegis hava áhugaverdar hondbóltskappingar í Føroyum. Vit vita, hvat vit hava, men vita ikki enn, hvat vit fáa. Seinnapartin leygardagin fáa vit svarið.

PS. Eitt hugskot kundi verið, at deildarvinnarin, tað vil siga vinnarin av grundspælinum, vann eitthvørt. Ja, kanska eina venjingarlegu uttanlands, sum stuðlar guldu. Virði 50000 krónur. Ella annað plássið í steypafinaluni. Hetta mennir hondbóltin. Vinnarin av grundspælinum í Danmark fær fyrsta plássið hjá dønum í Altjóða kappingini, men hetta gevur ikki nógv í Føroyum, tí føroysk lið hava stórar trupulleikar at fíggja slíkar ætlaninir. (Vagnur)

{ 10 viðmerkingar }

Niels Nattestad mars 16, 2010 tann 11:45

Áhugaverdar viðmerkingar frá Vagni. Serliga hatta seinasta um, at vinnarin av grundspælinum fær okkurt burturúr at vinna. Tað átti ikki at verið so trupult at funnið útav.
Eg eri tó ikki samdur um at sleppa skipanini við finalu. Um tað er rætt, sum Vagnur onkuntíð hevur ført fram, at eingin niðurflyting tekur burtur allan spenning, hvussu hevði so verið í ár, um gularótin ikki æt 2. plássið í deildini?
Og hvussu kunnu vit í ítrótti tosa um rættvísi, tá ið um úrslit ræður? Tað er júst tað, at vit hava ikki rættvísi á tí økinum, sum ger alt so spennandi.
Vagnur nevnir fótbóltin, men tað haldi eg ikki vit kunnu sammeta okkum við í hesum førinum, uttan tá ið vit tosa um rættvísi. Skuldi rættvísi altíð verið galdandi, so var ofta lítið áhugavert at farið til hondbólts- ella fótbóltsdystir. Tað er sum nevnt júst “órættvísi”, sum ger tað spennandi. Vit EIGA ikki at kunna spæla javnt ella vinna í fótbólti móti t.d. Týsklandi, men vit hava ikki verið so langt frá hesum. Hevði tað verið rættvíst? Nei, men tað er vónin um hetta órættvísi, sum ger, at fólk fer til slíkar dystir!!
Vit bíða øll í spenningi eftir úrslitinum av fundinum leygardagin, tí einki er at ivast í, at luttakararnir á fundinum bara vilja hondbóltinum tað besta.

Sigrun Mikkelsen mars 16, 2010 tann 13:11

Ja her er sera nógv at taka støðu til, skulu deildirnar t.d. eita
G/D 8 ár, A/B bólkar – tey eldru í A bólkin og tey yngru kunnu fara í B bólkin
G/D 10 ár, A/B bólkar
G/D 12 ár, A/B bólkar
G/D 14 ár, A/B bólkar
G/D 16 ár,
G/D 20 ár,
3 deild 40+
2 deild møguliga 30+
1 deild,
Sunset/Atlantik Airways

T.d. kundi børnini skipast soleiðis, at um merilutin av børnunum á liðnum eru í eldra aldursbólkinum, skal liðið meldast til í A bólkin, og er meirilutin á liðnum yngri aldursbólkur, kann meldast til í B bólkin.

Skal SS og AA kappingarnar hava ovaru/niðaru bólkar, finalur, upp og niður flyting, 1 ½ kapping, dupult kapping, ella bara eina vanliga kapping har FM-vinnarin er tað lið/felag ið hevur flest stig í posanum, ella okkurt heilt annað????????

Bert tankar
Sigrun

Kári Horn mars 16, 2010 tann 15:25

Hey!!!
kundi ikki veri meira samdur Sigrun hattar eru nakrir super tankar

Kári

Geir Wardum mars 16, 2010 tann 16:14

Hey áhugavert kjak!
Eg taki partvís undir við Sigrun viðv. uppdeiling av aldursbólkum. Eg haldi ikki, vit skulu hava U20 men U 19 alt hitt er fínt, G/D 8 skulu spæla tvørtur um vøllin við 5 leikarum á hvørjum liði. . Viðvíkandi A og B bólkum má tað verða soleiðis, at tey góðu liðini eru í A bólkinum og tey minni góðu í B og C o.s.f., ikki deila tað upp eftir aldursbólkum tað mennir ikki leikararnar.
Vagnur, nú tekur tú fótbóltin fram sum dømi, vit kunnu sagtans eisini koyra kappingarnar í AA og SS við 1½ kapping, har tey ovaru liðini fáa fyrimun at hava fleiri heimadystir næsta kappingarárið enn tey liðini, sum enda í tí niðara endanum. Tað krevur bara eina góða planlegging av kappingini.

Geir Wardum

Heri Petersen mars 17, 2010 tann 12:18

At avgera føroyameistaraheitini við finalum er ikki rættvíst – tað eri eg samdur við Vagni í. Men kortini taki eg undir við finaluleistinum – í hvussu so er sum støðan hjá hondbóltinum er í løtuni. Hondbólturin er í eini heldur “sárbarari” støðu, har – sum so ofta sagt her inni á kjakinum – hondbóltsfamiljan hevur verið minkandi. Hondbólturin fær minni rúmd í fjølmiðlunum, er í kapping við aðrar ítróttir o.s.fr. Vit hava brúk fyri, at almenningurin og fjølmiðlarnir varpa ljós á hondbóltin. Við finalum enda kappingarnar við einum ordans braki.

Eg minnist tá avgjørt var at broyta kappingarleistin, soleiðis at kappingarnar enda við finalum. Tað árið vann VÍF kappingina hjá monnum langt undan kappingarlok. Lítið varð gjørt burturúr ta umfarið, ið meistaraheitið kom í hús (okkurt um 5.seinasta umfar) – tað hevði jú verið væntað í longri tíð. Og so tá kappingin endaði…. ja so endaði hon bara, nærum uttan at tað var tikið upp á tungu í almenna rúminum og uttan nakar varnaðist tað. Sama skilið hevði helst verið í AtlanticAirways-kappingini í ár, og tað hevur hondbólturin ikki ráð til….. So má tað eftir míni meining heldur ganga út yvir rættvísi.

At samanbera við fótbóltin gevur ikki meining, tí hann er í eini heilt aðari støðu….

Áki Mørk mars 18, 2010 tann 13:34

Áhugavert og týdningarmikið kjak. Eg haldi, at tað sum Sigrun kemur við, er á eini góðari leið, men eri tó samdur við Geir. At býta aldursbólkarnar í eldri og yngri, er ikki serliga gott fyri menningina hjá leikarunum. Ein leikari, ið er yngri kann “keðast” í sínum bólki, tí hann fær ikki tær avbjóðingar honum vantar, og endin kann í ringasta føri verða, at hann gevst.
Eg haldi eisini, at U 20 heldur skuldi itið U 19, kanska U 18. Eg havi verið venjari hjá D 14-17 hjá Neistanum í vetur. B liðnum. Hesir dreingirnir hava næstan allir verið í yngsta aldursbólkinum. Liðið hevur verið í b bólkinum, har teir hava møtt næstbestu liðum hjá hinum, uttan Tjaldur og Team Klaksvík. Á øllum hinum liðunum, uttan STÍF, vóru teir bestu leikararnir í eldsta aldurbólkinum, hesir vóru 17 kanska 18 ár, høvdu koyrikort, fullskegg (luktaðu av olju, bensin, whiskey og sigar :-) )og lógu um 80 kg og 185 cm í miðal. Eg sigi ikki, at mínir 14-15 ára gomlu dreingir á 50-60 kg og 165 cm í miðal, ikki høvdu nakran møguleika, tað hevur mann sum oftast, men aldursmunurin á uml. 3 ár, vísti seg sum oftast at vera avgerandi. Er tað mennandi, ikki bert fyri mínar, men eisini fyri hinar? Haldi ikki.

E.S. Tjaldur fekk undantaksloyvi at hava dreingir, ið vóru 1-2 ár eldri enn ásetta mark við, tí annars fingu teir ikki mannað lið…

Sigrun Mikkelsen mars 18, 2010 tann 15:12

Hey aftur, eri eisini samd við Geir og Áka. Tá eg nevni yngri og eldri aldursbólkar, hugsi eg ikki at tað skal verða knivskorið, og sjálvandi skulu leikarir ið mennast av at spæla ávíkavist við eldri og yngri leikarum kunna/sleppa tað. Tá eg nevni, at deila upp í yngri og eldri bólkar í einum árgangi, hugsi eg um teir yngstu bólkanar, so sum 8, 10 og kanska 12 ár.
Deiligt kjak.
Sigrun Mikkelsen

Tonni Kjær mars 19, 2010 tann 02:21

Hej

Glæder mig til lørdag hvor vi kan få mange forslag op at vende omkring Sunset og Atlantic, men sandelig også andre områder hvor spillere, trænere og klubber har forslag som jeg bl.a kan læse om her på siden.

Set herfra er der følgende kommentarer. På medlemsmødet i september blev der nævnt at det ville være fint med flere kampe til fx AA Derfor synes jeg 4 runder med 24 kampe vil være fint med 7 hold. Det kræver nok turneringen starter lidt før og at der så bruges nogle hverdagsrunder fx 2 før og 6 hverdagsrunder i forhold til i år. Det afhænger vel også af evalueringen af Steypa semifinaler under julen. Vi var ikke med og desværre var 3 af 4 opgør nærmest afgjort i første kamp, så måske svært at sige om der kom mange ekstra tilskuere den 26. dec.

3 runder giver kun 18 kampe og så kunne man lave et slutspil hvor 6 eller alle 7 hold er med, men hvis man skal finde den bedste klub for sæsonen 2010/11 skal der ikke være slutspil eller finale og jo flere hold man medtager i et slutspil jo mere uretfærdigt bliver det- men det bliver mere spændende og alle hold træner på livet løs fordi man skal være med når sæsonen skal afgøres. Jeg blev sur et år i DK hvor Viborg endelig sluttede nede som nummer 6 – hentede Heidi Astrup hjem fra Japan og vandt DM. Men jeg tror gerne spillerne og tilskuerne vil en finale ( der var jo fantastiske rammer omkring steypafinalen, så kan klubberne lave noget tilsvarende så har man virkeligt noget at kæmpe for i hver sæson ) og som Heri skriver har håndbolden også brug for omtale og profilering, så man må nok leve med at nummer 2 af og til snupper titlen.

Jeg håber så alle 7 AA hold vil stille 1. deild og dermed spiller mere end 20 herrespillere hver gang. Det hold der så er oversidder kan være dommere i alle de andre 1 deild kampe hvis Karstin ikke har nogen andre han hellere vil sætte på som dommere. Så for vi løst et stort emne der og vi for uddannet nogle dommere som måske ved karriereafslutning for lyst til at gå videre og uddannne sig til at være dommere i Sunset og Atlantic.

Der er også muligheden for ovre og nedre bolk eller muligheden for at et U21 hold deltager som 8. hold. Spiller om onsdagen og spillerne spiller for eget hold mod U21 holdet og pointene tæller med i det store regnskab. Når så der bliver delt i ovre og nedre bolk udgår u 21 holdet og spillerne kan koncentrere sig om de afgørende kampe om mesterskabet og U21 klubturneringen kan køre i midtugen.

For en Sunset med 8 hold er der mulighed for 3 runder ialt 21 kampe og 2 runder og så ovre nedre bolk. Her synes jeg man skal kigge på 1 deild som har været det store problem på kvindesiden i år. Skal vi have en 1. deild ? Ja det synes jeg helt sikkert. Nu stiller Sunset holdene med ca 14 spillere pr. kamp og 9 til 10 spiller måske rimeligt med tid, men ingen tvivl om at 4 -5 stykker får imellem 0 og 10 min. på banen. Derudover sidder der nok en 4 – 5 stykker som mangler hold eller kun spiller nogle få ( men gode og sjove kvinunglingar ) – dem skal vi have igang hver weekend også.

Så for virkelig at få gang i 1. deild kvinder vil jeg foreslå at de spiller samme dag og sted som Sunset og at alle spillere fra Sunsetkampen er lovlige i 1. deildkampen ! Hvis formålet er at få rækken op at stå, så er der ingen grund til at lave aldersskel eller antal på 2,3 eller 5 spillere. Det kan jo godt være en på 26 som kun fik 5 min, hvorfor skal vi stå i vejen for hendes håndbolddag. Med åbne regler kan vi måske være heldige at samle 6 – 7 hold i 1. deild, dermed vil ca. 20 spillere fra hver klub komme i spil de fleste kamprunder. Jeg troede måske at toppen af Sunset ville ønske ovre bolk for at bevare 4 kampe mod de bedste, men jeg snakkede med Bogdan idag og han sagde at 8 tællende opgør ( plus træningskamp ) mod Stjørnan i år var rigeligt, så 3 runder var fint for ham.

3 runder hvor 1. deild følger med er også næmmest at planlægge for hele sæsonen og man undgår den lidt kedelige nedre bolk, men lad os høre hvad andre forslag der kommer.

Kvinde kampene kunne evt være lørdag så der ikke bliver så lang tid at vente for 1. deild kvinder ( som dog så skal se på Atalantic) og 1. deild menn ( som så skal se 1. deild kvinder ) Jeg husker at Andrea VIF nævnte at det var næsten umuligt at få børnekampene dømt hvis de bedste herrehold spiller lørdag og det har vi sandelig også fundet ud af på Skala i år. Men evt nogle runder af Sunset + 1. deild kvinder lørdag ?

Til de andre årgange vil jeg sige

Jeg har set oldboys fodbold et par gange hvor de møder 4 klubber og spiller 3 forholdsvis korte kampe mod hinanden – kunne det være en ide. Vores ville være glade for det.

Nogen vil af med kvinunglingar U23. Vores spillere har været utroligt glade for at spille med spillere på egen alder mod spillere på egen alder – og det har været fine kampe. Jeg mener ikke det vil give flere 1. deild hold at lukke ned for U23 da både vores, VB og VIF er spillere fra Sunset. Det har været fint med et par weekender hvor der skulle spilles kvinunglingar og hvor der var afsat kampe både lørdag og søndag. Tjaldur planlægger kvinunglingar næste år og hvad med Kyndil næste sæson ? det kunne blive en fin turnering.

Mansunglingar har været en fantastisk turnering på højt niveau. Spillerne har været meget tændte på kampene og mange AA trænere har været på linien. Jeg synes også den skal have genvalg.

Jeg mangler så en mansunglingar B række som spiller om lørdagen. I år er der 7 drenge 17 b hold, så der mange spillere de kommende år som kommer op og som måske ikke kan bide sig fast på Atlantic eller 1 . deild menn og det er sandelig også svært at komme på U21 da der stilles efter bedste hold – så jeg tror sagtens der kunne laves en fin B-række her – sådan set bare en fortsættelse af årets dr. 17B

Helt med på at der er 15 årige pige og drengespillere som er klemt i den nuværende række, men kan der stilles hold nok hvis vi laver den om til U16 ? Se pige 14 i år hvor der er 8 hold hvoraf endda 2 er fra Neistin og 2 fra Kyndil – jeg synes det ser svært ud.
I år har der været en meget fin gentur17 med7(8) hold og drenge17A 5 hold der gav hinanden mange gode og jævnbyrdige kampe og endelig 7 dr17B hvor der som Aki skrev har været står fysisk forskel og også indimellem teknisk forskel, men generelt må man sige at også her har der været utroligt mange gode og fine kampe. Så Ja vi har selv haft spillere på 15 som har været klemt, men jeg synes rækkerne har fungeret så flot og med et fint antal hold at jeg giver min stemme på U17 og at vi så arbejder på at få flere børn til at spille U10 -12 og 14 sådan så, at der på sigt er spillere og klubber nok til at have en U16 række.

U8 ! Justines og jeg har flere i den alder og vi har ønsket så meget at de skulle ud at spille, men intet fået gjort ved. Da vi læste at Kyndil og Neistin havde spillet kom det frem igen og lige meget hjalp det – slaskrøve vi er ! Så det ville være fantastisk om vi fik lagt fx 3 lørdage ind i planen hvor de små kunne spille på tværs. Så lad os bruge DGIs regler for multihåndbold hvor der sker noget fremfor DHFs microregler. En eller 2 lørdage med U10 nybegyndere som er startet i løbet af sæsonen ville også være godt. Mange gange er der meldt hold til og så kommer der ekstra som også gerne skulle ud og prøve kampoplevelsen.

Generelt med børnene vil jeg dog sige at de spiller mange kampe, der har været mange super gode puljer, steypaturneringen har været fantastisk. Klubberne har gjort et stor arbejde med de indledende runder, det var godt at vi fik lavet om til i år at man spiller puljerne færdige og så kan tage hjem og endelig var finalearrangementet i Halsi helt overdådigt.

Tør vi sætte overliggeren så højt for alle de aktiviteter der er i Færøsk håndbold som Steypaweekenden i Halsi ? i såfald når håndbolden på Færøerne fantastiske højder !

Håber vi ses på lørdag kl. 10

Venlig hilsen

Tonni STIF

Kári Nielsen mars 19, 2010 tann 11:23

Tað er gleðiligt at síggja, hvussu nógv góð fólk hava ymsar tankar/uppskot til at laga hondbóltskappingina, so øll fáa meira burturúr.

Eitt sera gott innlegg frá Tonnie, sum viðger nógv átrokandi mál. Nú verður spennandi at hoyra frá HSF um teirra tankar.

Spurningurin um rættvísi í eini kapping er sera víður. Her eru so nógv ting, sum ávirka endaliga úrslitið. Tað týdningarmikla er at vita, hvat leisturin er, áðrenn byrjað verður. Veit eitt lið at tað er nóg mikið at vera nr. 2 í grundspælinum fyri at koma í eina finalu, so kunnu ávísir dystir nýtast at td menna eitt nýtt spælikonsept ella fáa nýggjar ungar spælarar á liðið. Tað kostar oftani stig, men er neyðugt um vit hugsa um framtíðina.
Alt ov ofta sita evnaligir leikarar á bonkinum í bestu deild ,uttan at fáa neyðuga spælitíð, tí vit venjarar eru bangnir fyri at royna teir í avgerandi dystum.

Neyðugt er at fáa so nógvan spenning inn í so nógvar dystir sum møguligt (finalir). Tað gevur áskoðarar. At spæla í tómum høllum tí eitt lið er nógv fremst tað árið, fremur ikki áhugan millum leikarar og fjølmiðlar.
Vit skula hava fleiri steypafinalu-líknandi dystum. So gerst ikki við, at tað okkurt árið ikki er mest vinnandi liðið, sum gerst meistari. Tað er so nógv annað, sum ikki er rættvíst ( leikarir skaddir, óhepnir dómar, vm).
Haldi framvegis, at endin á kappingini skal vera: Finala og FM-vinnarin verður funnin seinasta kappingardag. Hesin dagurin er, saman við Steypafinaluni, stórsta løtan í kappingarárinum, og áhugin frá áskoðarum og fjølmiðlum er fantastiskur.

Framhaldandi gott kjak.

Kári

sophus mars 19, 2010 tann 21:08

Er samdur við tí mesta av útleggingini hjá Tonni. Fantastiska gott av Tonni, tøkk skal eisini til Jústinus v.m. fyri sera gott íkast. Vit hava brúk fyri tykkum eldsálum at menna føroyskan hondbólt. Menning og hugflog hevur altíð verið eitt vørumerki hjá tykkum á Strondum. Takk fyri tað!

Ein einasta eg kundi hugsað mær at man revurderaði var, at fara til gomlu g/dr. 16 og g/dr. 18, hetta fyri at fáa javnvág í deildina, tí spennið frá 15/16 ár og til 18/19 er stórt, teir fysisku forútsetningarnir eru ov stórir, men kappingin hevur prógvað sítt virði.

At enda, tað hevði verið fantastiska spennandi og mennandi við U8 kapping, kanska víðka tað til at fevan U6 eisini. Kappingarformin ella “eventsini/terffini” eru sera løtt at stápla uppá beinini.

Kundi hugsað mær at mann í hálvleikinum, til ávíkavist mans og kvinnufinalunum fekk dystir hjá U8 millum avvarandi feløg. Hevði tað ikki verið fantaskiskt, um avvarandi feløg ikki megnaði tað, kundi onnur feløg umboða dystinar.

Aleveringin er send til avvarandi ungdómsdeildir – Gott ungdómskjak!

vh

Sophus DC

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: