Neistakvinnur avmyndaðar í Runavík sunnudagin. St.f.v. Birgir, venjari, Lina, Unn, Fríða, Marjun, Birita, Anja, Jacklin og Sigrun, venjari. Húkandi f.v. Solveig, venjari, Unnur, Rakul, Ruth, Bára, Lovisa, Rakul og Katrin. (Mynd Jón)
Í gjárkvøldið var greitt, at Birgir Hansen heldur fram sum venjari hjá neistakvinnum næsta kappingarár. Tað sama gera venjararnir Sigrun Mikkelsen og Solveig Birgisdóttir. Kvinnubólkurin og onnur neistafólk eru fegin um, at núverandi venjaratoymið heldur fram. Neistin vann á 21-16 á Tjaldri í Runavík, og seinasti dystur er á heimavølli ímóti StÍF. Síðani verður ein steðgur, til summarvenjingin byrjar í juni mánað. Vanliga venjingin byrjar í august mánað. Kvinnubólkurin arbeiðir at fáa greiðu á, hvørjir spælarar spæla komandi vetur, og hetta kemur á pláss í næstum. Neistakvinnur hava verið í góðum stima seinastu dystirnar, og nú síggja vit øll fram til eina spennandi kapping næsta vetur, har neistakvinnur skulu heilt fram í oddan. Neistin hevur gott venjaratoymi í Birgiri, Sigrun og Solveig. (Vagnur)





{ 1 viðmerking }
Doyligt doyligt ;o)
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.