Høllin við Landavegin – Grundøkið fellir ótrúliga væl inn í lendið

eftir Vagnur tann 13/03/2010

Teir leggja nú rør, seta niður brunnar og rottanga. (Mynd Vagnur)

Grundøkið fellir væl í lendið oman ímóti Perskonugøtu. (Mynd Vagnur)

Kunning: Nú er skjótt liðugt at gera økið við Landavegin byggiklárt. Seinasta skotið er skotið, teir leggja nú rør, seta niður brunnar og rottanga, og síðani fara teir at hampa økið fram við Landavegin og gera lidnar skráarnar. Øll eru á einum máli um, at økið fellir ógvuliga væl í lendið bæði út ímóti Landavegnum, oman ímóti Perskonugøtu og  niðan ímóti Handilsskúlanum. Neistin hevur heitt á Tórshavnar kommunu um at spreingja fyri vegnum, sum skal gerast millum barnagarðin og høllina, men enn er ikki komið á pláss við hesum ynskinum. Tíverri er ein politiskur knútur enn at loysa millum Neistan og Tórshavnar kommunu, og ikki fyrr enn hesin knútur er loystur, sleppa vit víðari við verkætlanini. So tað ganga nakrir mánaðir, áðrenn Neistin kann halda fram við arbeiðinum. Spell, men so er, tá ið brekkan er brøtt, og mótgangurin kann tykjast í meira lagi. Eg skal tó heilsa og siga, at hallarbólkurin er við gott mót. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: