Mær dámar væl at venja hugagóðar spælarar, og tað eru neistakvinnur, sigur Birgir, sum riggar bara heilt væl í bláum venjingarbúna. (Mynd Birgir Sondum)
Venjarin hjá neistakvinnum Birgir Hansen leggur stóran dent á, neistakvinnur ímóti endanum í kappingini skuldu hava nøkur “succesupplivilsi”, sum kunnu flytast til næsta kappingarár. Neistakvinnur spældu væl ímóti VÍF og Stjørnuni í Havn, og sunnudagin skulu tær at stríðast í 60 minuttir í Runavík, sigur Birgir, sum dámar ógvuliga væl at venja neistakvinnur.
Neistakvinnur spæla sunnudagin klokkan 15 næstseinasta dystin í kappingini, seinasti dystur er ímóti StíF. Neistakvinnur vinna bronsuheiðurmerkini, og kaga vit gjøgnum alla kappingina, so eru neistakvinnur tað aftan fyri Stjørnuna og Tjaldur. Men í løtuni vantar ikki nógv í at vinna dyst ímóti Stjørnuni ella Tjaldri. Seinasta royndin verður so sunnudagin í Runavík. Birgir Hansen, venjari sigur:
– Dysturin sunnudagin er enn eina sálarlig roynd at vinna á einum toppliði og ein fyrireiking til næsta kappinarár. Neistakvinnur skulu finna fram trúnna, at tað ber til at náa Stjørnuna og Tjaldri. Tað er so týdningarmikið, at neistakvinnur fáa nøkur “succesupplivilsir” við í førningin til komandi ár.
– Mær dámar væl at venja neistakvinnur, tær eru hugagóðar, fittar og vilja læra. Munurin at venja menn og kvinnur er serliga, at kvinnur spyrja meira, meðan menn bara góðtaka boðini. Tær vilja hava at vita, hví man nú skal gera soleiðis og soleiðis. Venjarin fær fleiri afturmeldingar frá kvinnum.
– Eg sá beinanvegin, at neistakvinnur vóru nakað deydligir í verjupartinum, og hetta er broytt heilt nógv. Ja, og so skulu tær gerast skarpari, tá málmøguleikarnir uppstanda. Alt hongur saman, hevur tú trúnna, at tað ber til, so fáa spælararnir eisini fleiri bóltar í málið. Vit spældu venjingardyst ímóti dreingjum 17 ár í vikuni, stuttligt var at síggja, hvussu kvinnurnar fór meira harðliga til verka og taklaðu ígjøgnum.
– Vit gleða okkum til dystin sunnudagin klokkan trý í Runavík. Mín vón er, at neistakvinnur spæla ein rimmar dyst og fáa eitt av hesum “succesupplivilum”, sum eg omanfyri hava sagt frá, sigur Birgir Hansen at enda. (Vagnur)





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.