VÍF 1968. St.f.v: John Joensen, Regin Christiansen, Petur Højgaard, Johnny Joensen og Steinbjørn Zachariassen. Húkandi f.v: Jørgin Johannesen, Eyðbjørn Joensen, Marnar Gaard og Sámal Durhuus.
Á myndini síggja vit Annfinn R. Nielsen, Jóan Pætur Midjord, Hans Holm, dómara, Regin Christiansen, Sverra Jacobsen og Petur Højgaard.
Heimasíðan fekk um dagarnar tvær gamlar myndir sendandi, sum eru frá 1968. Í hagtølunum hjá HSF er mangt áhugavert at síggja, og hyggur tú eftir vunnin meistaraheitum frá 1957 til 1977, so vann mansliðið hjá Kyndli meistaraheitið átjan ferðir og VÍF tvær ferðir. Sámal Durhuus sigur við heimasíðuna, at í 1968 hendi so tað, at í seinasta dysti ímóti VÍF í Havn tann 30. juni mátti Kyndil vinna við tólv málum á VÍF, skuldi Kyndil endurvinna meistaraheitið. Men Kyndil vann “bara “17-10 á VÍF, og tí vann VÍF meistaraheitið eftir FM turk í nógv ár. (Vagnur)





{ 1 viðmerking }
Leggið til merkis ákoðarafjøldina. Har er stúgvandi fult allan vegin runt vøllin. Fleiri hundrað í tali. Jú, áhugin var stórur eisini tá.
PS. Vit unglingar hjá Neistanum, vunnu eisini FM hendan vakra sunnudag.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.