Gallanveitslan fyri hondbóltspælarar, venjarar og leiðarar verður 10. apríl í Vestmanna. Í gjárkvøldið fingu neistaspælarar atkvøðuseðil, har teir skulu atkvøða ársins spælara, verjuspælara, álopsspælara, venjara o.s.f. Tað eru tey sum halda, at ikki er rætt longu nú at velja ársins spælarar, tí trý týdningarmikil umfør eru eftir at spæla í grundspælinum og eisini steypafinalurnar skulu spælast. Jóngerð Nielsen er ein av fyrireikarunum til Gallaveitsluna, og hon sigur.
– Vit hava fingið at vita frá teimum, sum áður hava skipað fyri Gallaveitslunum, at vanligt er at velja ársins spælarar í nóg góðari tíð, so valið ikki er litað av kanska bara seinastu dystunum. Tann, sum verður valdur til ársins spælara, skal hava framt góð avrik gjøgnum alt kappingarárið. Talan eru um heildarmeting av avrikum hjá spælarum. Ja, og so er hetta eisini spurningur um fyrireiking.
– Man kundi bíða at valt ársins spælarar til beint eftir grundspælið, men seinastu dystirnir í grundspælinum eru 27. mars og longu 1. apríl er fyrsti finaludystur. Vit skulu útvega steyp og heiðursmerki til ársins spælarar. Vit koma í tíðarneyð, tí mugu vit nú flýggja spælarum atkvøðuseðlarnar, sigur Jóngerð í stuttari viðmerking.’
Gallaveitslan verður 10. apríl í høllini í Vestmanna. Tað eru spælarar og venjarar í Sunsetdeildini og Atlantic Airwaysdeildini, sum velja ársins spælarar og venjarar. (Vagnur)





{ 1 viðmerking }
At velja ársins bestu spælarar, tá seks teir týdningarmiklastu dystirnir eru eftir at spæla, fyrikemur mær heilt ótrúliga løgið.
Nú eru trý umfør eftir at spæla í grundspælinum, og fimm lið kappast um at náa finaluni. Tad er nú teir bestu skilja seg út. – “Bedst når det gælder” er tiltikið og eftir mínum tykki vert at viðurkenna!
Harumframt átti tað sjálvandi eisini at verði bíðað til finalurnar eru spældar.
- Td. var “Allstar-team’ið” í EM sjálvandi ikki valt fyrr enn finalan var spæld!
Heini Hanusarson
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.