19 ára gamla VÍF-kvinnan, Tóra Seloy, er abbadóttir Torbjørn Mikkelsen, sála. Torbjørn var ein av teimum, sum stovnaðu Kyndil í 1956, og hann var mest sum ímyndin av Kyndli líka til tað seinasta. Hann fylgdi eisini væl við abbadóttrini. – So langt aftur eg kann minnast, tá ið vit vitjaðu í Havn, fór eg til hondbóltsdyst við abba. Og hann sá næstan allar dystirnar, eg spældi líka síðani fyrstu landskappingardystirnar sum tíggjuára gomul, sigur Tóra.
Torbjørn Mikkelsen, sáli, spældi í Neistanum á ungum árum, men í 1956 stovnaðu ungfólk í Losjuni Ungmannafelagið Kyndil. Torbjørn var ein av stovnarunum. Umframt at spæla á besta liðnum, gjørdist Torbjørn seinni venjari, dómari og var í leiðsluni í hondbóltsdeildini í ÍSF, sum tað æt tá. Hondbóltur fylti nógv í gerandisdegnum hjá familjuni, tí bæði konan Eyðbjørg og børnini Brynhild og Regin vóru eisini virkin í Losjuni og í Kyndli.
Árini ganga, og áðrenn vit vita av, koma næstu ættarliðini á hondbóltsvøllin. Og á besta kvinnuliðnum hjá VÍF spælir 19 ára gamla Tóra Seloy abbadóttir Torbjørn, sála. Vit hava hitt hana.
– Hondbóltur hevur altíð verið stórur partur av okkara gerandisdegi. Komu vit til Havnar at vitja ommu og abba, tosaðu vit nógv um hondbólt. Eg var byrjað at spæla mini hondbólt, og seinni spældi eg so mín fyrsta landskappinardyst við gentum 10 ár. Abbi sýndi frá byrjan stóran áhuga fyri mínum hondbóltsspæli, og hann sá næsta allar dystirnar, eg spældi kring landið. So langt aftur eg kann minnast, fór eg altíð við honum í høllina í Havn at hyggja at hondbólti, og hetta dámdi mær ógvuliga væl.Var abbi ikki til onkran dystin, ja, so ringdi hann altíð at spyrja, hvussu gekst, sigur Tóra.
At koma í Sunsetdeildina
Tóra gongur í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, men eftir 9. flokk fór hon til Danmarkar at ganga í 10. flokki við hondbólti sum vallærugrein. Afturkomin til Vestmannar kom hon at spæla við 1. deildarliðnum hjá VÍF, sum júst var farið úr Sunsetdeildini. Hvør er so munurin at spæla í 1. deild og nú at spæla í Sunsetdeildini?
– Himmalvíður munur ella rættari sagt ein onnur hondbóltsverð. Spælarar í 1. deild venja ikki eins nógv og í Sunsetdeildini, og spælarar í 1. deild taka kanska ikki uppgávuna í so stórum álvara. Flestar av okkum á VÍF liðnum hava spælt saman síðani gentur 10 ár. Og munurin at spæla í 1. deild og Sunsetdeildini er, at tekniskt eru vit eins væl fyri og aðrir spælarar, men aldursmunurin, royndirnar, kropsstyrkjan, ja, og sálarliga styrkjan í avgerandi løtum er stóri munurin. Serliga eru úrslit koppa til mótstøðuliðið, tí tær oftari hava verið í slíkum støðum áður, sigur Tóra.
Fantastiskt at spæla steypafinaludystin
Vestmannakvinnur fingu sína sak fyri fyrstu dystirnar í Sunsetdeildini í heyst, men unga liðið er ment nógv, og hæddarpunktið var, tá ið liðið spældi steypafinaludyst ímóti Stjørnuni.
– Bara at koma í høllini í Havn steypadagin var fantastiskt. Merkiligt, tað føldist, sum vit ikki áttu at vera har. Men vit góvu Stjørnuni veruliga mótstøðu og eftir mínum tykki spældu vit at góðan dyst. Annars vóru tað bara foreldur og vinfólk, sum hugdu eftir okkum fyrstu dystirnar í heyst, men nú er vent í holuni. Nógvir áskoðarar síggja eisini okkum spæla, og nú menninir standa seg væl, er áskoðarafjøldin í Vestmanna veruliga vakna úr dvala. Og hetta eggjar og er spennandi, sigur Tóra at enda við heimasíðuna.
VÍF kvinnurnar undir leiðslu av Svannu Hanusardóttir og Kára Mortensen eru nógv mentar í vetur. Tað tekur tíð hjá ungum spælarum at venja seg at spæla ímóti sterkari mótstøðu í Sunsetdeildini. Næsta ár verða Sunset liðini kanska átta í tali, og hevur VÍF somu kvinnumanning næsta vetur, so ota tær seg heilt vist longur upp eftir stigatalvuni. (Vagnur)










Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.