Solveig Birgisdóttir, hjálparvenjari, Birita Wardum, Rakul Augustinussen og aðrar neistakvinnur renna fyri Haiti. (Mynd Høgni)
Nógvir neistaspælarar fara at renna fyri Haiti 27. mars. Áheitan er send til allar venjarar í felagnum um at eggja øllum spælarum um at taka lógvatak og stuðla teimum neyðstøddu í Haiti. Vit hava hitt Biritu Wardum og spurt hana, hvussu gongst til tess at fáa neistafólk og onnur at melda seg til renningina 27. mars.
– Katrin á Neystabø og eg eri í fyrireikinginarbólkinum hjá Reyða Krossi, og vit royna av øllum alvi at fáa ítróttafólk og onnur fólk at stuðla renningini 27. mars. Melda fólk seg til renningina innan 14. mars, fáa hesi eina Haiti troyggju, sum er útvegað til renningina. Vit leggja stóran dent á, at ikki er neyðugt hjá fólki at renna. Tey kunnu eisini ganga og harvið ger mun.
– Okkara vón er, at allir neistavenjarar eggja øllum spælarum at stuðla renningini. Eisini vóna vit, at boðskapurin til tess at stuðla Haiti kann røkka til øll tey mongu, sum dagliga vitja heimasíðna hjá Neistanum. Kappingarárið er um at enda, og hetta kundi verið gott høvi at enda kappingarárið. Ja, og neistaspælarar skulu eisini til Partille cup í summar, so fólk skulu halda seg í venjing, sigur Birita.
– Vit vita longu nú, at Sunset spælarar hjá Neistanum ætla sær at renna 27. mars, og eisini eru vit vitandi um aðrar bólkar í felagnum, sum ætla sær at renna. Tað hevði verið ógvuliga stuttligt, um allur Neistin tók lógvatak og stuðlaði renningini fyri Haiti. Okkara vón er, at fólk taka undir við áheitanini.
– Vit eru ógvuliga spent, tá fyrsta uppteljingin fer fram tann 14. mars. Ja, hvussu stór undirtøkan er kring landið og eisini í Neistanum, sigur Birita at enda.
Heimasíðan fer at fylgja við renningini fyri Haiti. Tað er so umráðandi, at júst eitt felag sum Neistin er við í slíkum tiltaki. Tað kostar 50 krónur fyri børn og 150 krónur fyri vaksin at renna fyri Haiti. Peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið á Haiti. Komið øll og gerið mun 27. mars. (Vagnur)
Tilmeldingin fer fram á www.renn.fo
Støðan á Haiti
Altjóða Reyði Krossur hevur framhaldandi stóran tørv á peningi til neyðhjálpararbeiðið á Haiti, har fleiri hundrað starvsfólk og sjálvboðin framvegis arbeiða allan sólarringin at hjálpa teimum mongu, sum misti hús og heim, tá oyðandi jarðskjálvtin legði stóran part av suðurpartinum av Haiti í oyði. Av teimum 1,3 mio fólkunum, sum eru heimleys, hevur tað higartil eydnast Reyða Krossi og øðrum hjálparfelagsskapum, at útvega fleiri enn 650.000 tak yvir høvdið.
Stórt arbeiði verður eisini gjørt at útvega mat og reint vatn til tey mongu hundraðtúsund, sum framvegis ikki hava møguleika at lívbjarga sær uttan, og at fyribyrgja at fleiri lata lív orsakað av sjúkum, sum lættliga taka seg upp, undir vánaligu umstøðunum. Arbeitt verður av øllum alvi at fáa øll undir tak, áðrenn regntíðin kemur í mai. Umframt vanliga neyðhjálparbeiðið verður eisini áhaldandi arbeitt við at hjálpa familjum at finna saman aftur, og sum heild at fáa samfelagið aftur í gongd. Til ber at lesa um arbeiðið hjá altjóða Reyða Krossi á www.redcross.org






{ 3 viðmerkingar }
Fittar, frískar og lekrar eru tit
Always fresh ;o)
Til alle Neistafolk!
Kom nu op af sofaerne, find løbeskoene frem og mød op d.27 Mars.
Løb for Haiti og vis at Neistafolk har hjertet på rette sted.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.