Føroyar eru so friðsælt og gott land at búgva í

eftir Vagnur tann 09/03/2010

Valentina og maðurin dáma ógvuliga væl í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Valentinu og maðurin dáma ógvuliga væl í Føroyum. (Mynd Vagnur)

29 ára gamli rumenski spælarin Valentina Suciu er fallin væl til í Klaksvík. Lámi høgri bakkurin hevur stóran týdning í bakketuni hjá Stjørnuni, tí umframt hon er málsøkin spælari, hevur hon gott skil fyri sjálvum spælinum. – Maður mín og eg trívast væl í Klaksvík. Í Føroyum er so friðsælt í mun til stórbýnum, eg komið frá, sigur Valentina.

Tað var ein fyrikomandi rumenskur spælari, tú hitti eftir dystin millum Neistan og Størnuna. Valentina hevur mest sum einki annað arbeiði havt í sínum lívi enn at spælt hondbólt. Hon hevur spælt tíggju landsdystir fyri Rumenia, vunnið meistaheiti og steypakapping í Týsklandi og Italia. Eisini hevur hon spælt í Vestmannaoyggjum í Íslandi. Og Valentina og maður dáma væl í Føroyum.

– Eg eri uppvaksin í rumenska felagnum Rucmehtuc Brasov, men so havi eg eisini spælt nógv ár uttanlands í Týsklandi, Italia og Íslandi. Havi spælt tíggju landsdystir fyri Rumenia. Maður mín og eg dáma ógvuliga væl í Føroyum. Her er so friðsælt, og fólk hava ikki so nógvan skund, sum í stórbýunum í Rumenia, sigur Valentina.

Hetta var fyrstu ferð, tú sást láma rumenska spælaran, og skjótt sást, at hon hevur serlig spælievni. Hon hevur gott skot, kann fara sjálv og spælir væl linjuspælaran. Kanska ger hon ov nógv av at fara inn í verjuna at berjast, tí hetta er ikki neyðugt hjá henni. Men, hvussu dámar henni í Klaksvík?

– Maður mín og eru veruliga fallin til í Føroyum. Vit arbeiða bæði á virkinum Kryvjing, og har eru fólkini fyrikomandi og hjálpsom. Eisini eri eg ógvuliga væl móttikin í Stjørnuni, ja, eg eri positiva ovfarin at móttøkuni í Føroyum. Tú spyrt um dystin í dag? Vit vistu væl, at Stjørnan fór at fáa stóra mótstøðu ímóti Neistanum, og tað fingu vit sanniliga eisini. Neistin hevur gott kvinnulið, sum er ment nógv, sigur Valentina í stuttari viðmerking eftir dystin í Havn.

Stjørnan hevur væl mannað kvinnulið, og í Valentinu hevur Stjørnan júst spælaran, sum frá høgra bakki kann fáa álopsspælið at glíða til fulnar. Hon spældi ógvuliga væl ímóti Neistanum í Havn. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: