Til lukku – Team Klaksvík í Atlantic Airways deildina

eftir Vagnur tann 08/03/2010

Uppflytingin er veruleiki. St.f.v: Bent Hansen, Hans A. Thomsen, Steffan Kalsø, Sámal Olsen, Gunnar á Steig, Andras Samson, Dánjal Kjærbo, Beinur Heðinsson og Damir Oros, venjari. Húkandi f.v: Henry Heinesen, Jón Jacobsen, Mathias Samuelsen, Fríðin Ziskason og Tórður Lervig. (Mynd Norðlýsið)

Eftir heimasigurin í gjár ímóti StÍF er greitt, at Team Klaksvík spælir næsta kappingarár í Atlantic Airways deildini. Í stuttari viðmerking sigur Fríðin Ziskason, formaður, at felagið og spælarar taka uppflytingina sum eina avbjóðing, og ætla ikki at gera sær fyri skommum næsta vetur. Vit fara við heilum huga undir uppgávuna. Sjálvandi vita vit, at avbjóðingin er størri at spæla í bestu deildini enn í næstbestu deildini. Hetta krevur øðrvísi fyrireiking og meira venjing.  Team Klaksvík sær fram til at spæla ímóti hinum liðunum í Atlantic Airways deildini næsta vetur, sigur Fríðin Ziskason. Heimasíðan ynskir Team Klaksvík til lukku við uppflytingini, og vit síggja eisini fram til, at Atlantic Airways liðini nú eisini skulu til Klaksvíkar. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: