Neistakvinnur hava ikki spælt so væl síðani steypafinalusigurin í 2006 Neistin – Stjørnan 24-26 (12-15)

eftir Vagnur tann 07/03/2010

Hugaligt at síggja Sigrun aftur í venjingarbúna. (Mynd Vagnur)

Í høllini í Havn sóu vit seinnapartin frálíkan kvinnudyst millum Neistan og Stjørnuna. Nógv ferð á spælinum, góðar verjur og málmansspæl stóran part av dystinum og nógv frálík mál. Neistakvinnur vístu stríðsanda og spæligleði allan dystin, og høvdu tær verið meira “kaldar” ímóti dystarenda, ja, so var javnleikurin heilt vist í skjáttuni ímóti einum vælmannaðum og vælskipaðum stjørnuliði. Takk og rós til spælararnar fyri frálíkan hondbóltsdyst.

Málskjúttar Neistans: Katrin á Neystabø 7, Anja Heinadóttir 4, Birita Wardum 3, Unn Kragesteen 3, Jacklin Durhuus 2, Marjun F. Danberg 2 og Lina Andriulyte 1

Málskjúttar Stjørnan: Valentina Suciu 7, Joan M. Joensen 6, Simona Petersen 6, Una Olsen 3, Durita Mikkelsen 1, Bára S. Klakstein 1, Judith Hansen 1 og Annika Ljóstein 1. Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar Simonsen.

Stjørnan hevur eitt gott hondbóltslið. Styrkjan hjá liðnum seinnapartin vóru bakspælararnir Simona Petersen, Joan M. Joensen og Valentina Susiu, sum eisini skjóta 19 av teimum 26 málunum hjá Stjørnuni. Í dag sást ein vælspælandi vinstrahentur spælara í Valentinu, ja, og allir bakspælararnir hjá Stjørnuni eru ein hóttan allan dystin.

Frá fyrsta minutti sást, at neistakvinnur veruliga vildu nakað. Verjan var góð, skjótt spæl og serliga eydnaðist væl at finna Biritu á linju fyrst í dystinum. Tú hevði varhugan av, at neistakvinnurnar í dag ætlaðu at hanga í Stjørnuni til seinasta bríksl.

Í dag var munurin á liðunum, at tá ið Neistin tildømis hevði møguleikan at komá ájavn við Stjørnuna 16-16, tekur neistaliðið ikki av og brennur fyri síðani at geva Stjørnuni møguleikan at skjóta mál í hinum endanum. Hetta var fyrst í seinna hálvleiki. Dysturin bleiv mestsum avgjørdur, tí neistakvinnur mistu flogið eina løtu, og Stjørnan legði seg á odda 17-23. Tá vóru trettan minuttir farnir av seinna hálvleiki. Haldi, at bonkurin tá millum annað skuldi givið Katrini ein steðg og latið Louisu spælt hesa løtuna fyri síðani at koyra Katrina á vøllin aftur antin fyri Louisu ella annan spælara. Katrin var málsøkin og spældi væl, men var troytt. Tað var serliga miðskeiðis í seinna hálvleiki, at neistakvinnur gjørdu í meira lagi av mistøkum.

Ímóti dystarenda kom verulig róp í áskoðarafjøldina hjá Neistanum, tí Neistin var um at taka Stjørnuna aftur seinastu fimm minuttirnar. Neistin fór fram at verja, og stjørnuspælararnir vóru hesa løtuna í villareiðu. Neistakvinnur komu uppá 24-26 og javnleikurin vóru ógvuliga nær við, høvdu neistakvinnur bara tikið av møguleikanum. Tí møguleikin var har. Men hetta er kanska munurin millum eitt topplið, sum er vant at vinna, og eitt lið, sum ikki hevur vunnið á toppliðunum nú í alt ov rúma tíð.

Eg sá ikki dystin ímóti VÍF í vikuna, har sagt var, at neistakvinnur spældu ógvuliga væl. Men eg havi ikki sæð neistakvinnur spælt og stríðs so væl síðani steypafinalusigurin í 2006. Rós til venjaratoymið – Birgir Hansen, Sigrun Mikkelsen og Sólveig Birgisdóttir. Er hugburðurin rættur hjá spælarunum, er altíð áhugavert og stuttligt at síggja dystir sum seinnapartin í høllini í Havn.  (Vagnur)

{ 2 viðmerkingar }

Annika K Ljósstein mars 8, 2010 tann 20:01

Vagnur kann ikki hava sæð nakran dyst í fjør.

Tonni Kjær mars 10, 2010 tann 02:18

Hej. Dejligt at læse, at Neistin spillede en rigtig god kamp selvom den ikke betød noget for stillingen ! Stjørnan er i finalen og bronzen går til Neistin. Tillykke til begge hold. Alligevel er der blevet kæmpet og ingen tvivl om at en kamp som igår er brugbar for opladningen og troen på, at næste år er finalepladserne ikke bestemt så tidligt som i år. Motivation består altså ikke kun i nedrykningsspil.

Allerede lørdag var der kamp i Havn. Jeg snakkede med Claus R. i Gundadallur under en drenge 12 kamp og han fortalte at de rutinerede damer i Nesistin skulle spille kl. 15. Jeg gik i SMS og tænkte at jeg kunne da også slå et sving omkring Halsi et kvarters tid. Ankom godt efter 15 og lurede noget ved at kampen ikke var startet ! Inden jeg havde fået sat mig ned, var jeg forespurgt om jeg ikke kunne opstarte kampen indtil Kyndildommerne dukkede op. Ikke lige det jeg havde planlagt, men med 24 spillere og 2 trænere klar til at spille var der ligesom ikke rigtigt noget valg. En anden tilskuer tog også en fløjte, men efter 6 -7 minutter i gummistøvler op og ned af linien blev den givet videre midt i et angreb til Kyndil træneren som var ankommet, og som så tog resten af halvlegen i fine sko. Så havde han ikke tid til mere og en herrespiller fra hjemmeholdet tog så 2. halvleg. Han lavede så dagens scoop da han blev til dommerudbetalingen. Jeg skulle ud og spise om aftenen på Nan tong – måske jeg skulle have brugt nogle af mine dommerpenge på en deo fordi jeg blev jo slet ikke afløst i denne 1. deild kamp !

Venlig hilsen

Tonni

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: