Komið og rennið fyri Haiti 27. mars

eftir JK tann 07/03/2010

Innbjóðing frá Reyða Krossi:

“Komið og rennið fyri Haiti – saman við Reyða Krossi Føroya

Hava tit hug veruliga at gera mun, samstundis, sum tit eru saman um at gera nakað, sum er bæði hugnaligt, heilsugott og kann brúkast í samband við undirvísing? So fara vit at eggja tykkum til at melda til “Eg renni fyri Haiti”. Her kunnu tit í felag renna ella ganga pengar inn til Reyða Kross.

Hóast vit ikki longur dagliga í miðlunum frætta um støðuna á Haiti eftir vanlukkuliga jarðskjálvtan hin 12. januar, so er tørvurin á neyðhjálp framvegis ovurhonds stórur. Reyði Krossur kring heimin arbeiðir av øllum alvi at savnar pengar til neyðhjálpararbeiðið, og eisini Reyði Krossur Føroya ger sítt ítasta við ymiskum átøkum.

Vit vóna at venjarar í Neistanum vilja taka lógvatak saman við Reyða Krossi við at melda sítt lið til renningina. Tit fáa venjing og undirhald, og so stuðla tit einum góðum endamáli.

Vit vilja sera fegin gera eitt sindur burturúr teimum, ið koma sum bólkar. Tað gera vit við at leggja nøvnini á skúlum, arbeiðsplássum, feløgum og øðrum bólkum út á heimasíðuna hjá Reyða Krossi, eins og tit verða nevnd í tíðindaskrivum v.m. Tit eru tí væl komin at boða okkum frá, tá tit hava meldað til og goldið, við at senda ein teldupost til redcross@redcross.fo.  

Tit kunnu melda til á www.renn.fo ella á Kunningarstovuni í Havn. Tit eru eisini vælkomin at ringja til onkran av fyriskiparunum, so hjálpa vit fegnar (sí niðast).

Tað kostar 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. fyri børn til og við 16 ár at luttaka.

Luttøkugjald fer óskert til hjálpararbeiðið á Haiti. 

Øll, sum melda til innan sunnudagin 14 mars fáa eina flotta t-shirt við áskriftini “Eg renni fyri Haiti” og búmerkinum hjá Reyða Krossi. Eisini verður lutakast um flottar vinningar millum øll, sum eru við.

Haitirenningin verður leygardagin 27. mars 2010

Í Tórshavn verður runnið verður frá Tórsbreyt kl 13.00

Í Klaksvík veruðr runnið frá KÍ høllini kl. 14.00

Í Vági verður runnið kring Vatnið kl. 14.00

Tveir teinar eru velja ímillum. Ein á 5 km og ein styttri, og tað ber væl til at ganga J

Tiltakið tekur umleið 1 tíma.

Tit finna allar praktiskar upplýsingar um gjald, avheinting av t-shirt og renninummur v.m. á www.renn.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tykkumJ Um tykkum tørvar, koma vit fegin til tykkara skúla og greiða frá um renningina og arbeiðið hjá Reyða Krossi. 

Vinaliga

Reyði Krossur Føroya
ES: Hava tit okkurt at spyrja um, kunnu tit ringja til Katrina á Neystabø, 217721 (kdn@hsh.fo)  Biritu Wardum, 290874 (birita@hotmail.com).

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: