Nú rekur á kíkin – Feløgini hava talað, og hetta skal virðast

eftir Vagnur tann 06/03/2010

Kanska spæla átta lið í Sunsetdeildini næsta kappingarár.

Ellivu at teimum fjúrtan hondbóltsfeløgum hava sent skriv til Hondbóltssambandið um at víðka Sunset deildina og Atlantic Airways deildina komandi ár. Eftir lokna landskapping fer limafundur at taka endaliga avgerð um kappingarleistan næstu árini. Mín áheitan til feløgini skal vera: Hugsið tykkum væl um, áðrenn endaliga avgerðin veður tikin til nýggja kappingarleistan.

Nú rekur á kíkin í nógvum hondbóltsfeløgum kring landið. Bæði í Sunset deildini og Atlantic Airways deildini eru gomul hondbóltsfeløg í vanda at fara í lægri deild, um vit eisini næsta kappingarár spæla eftir núverandi kappingarleista. Órógv er komin á leiðslurnar kring landið.

Fólk hava gjørt viðmerkingar á heimasíðuni www.neistin.fo , fólk hava fundast og í gjár kom niðurstøðan: Ellivu at teimum fjúrtan feløgunum hava undirskrivað skjal, har heitt verður á HSF um víðka bestu deildirnar komandi ár við einum ella tveimum liðum. Grundgevingarnar eru, at gomul hondbóltsfeløg kunnu ganga til grundar, um tey flyta í lægri deild, hondbóltsfamiljan má ikki minka, men heldur vaksa, og vit skulu syrgja fyri, at so nógv fólk sum gjørligt spæla hondbólt í Føroyum. Hetta eru góðir tankar, og hetta góðtekur undirritaði, sum hevur aðra hugsan. Um leiðslan í Neistanum er millum tey ellivu feløgini, veit eg ikki, men einki felag hevur mótmælt, at skriv er sent til HSF.

Vit hava roynt fleiri leistar

Nú er tað soleiðis, at tað eru sjálvandi feløgini sum gera av, hvør kappingarleistin er komandi árini. Vit hava jú roynt so nógvar kappingarleistar. Einferð spældu vit bara vanliga kapping, har ovast liðið vann Føroyameistaraheitið. Síðani royndu vit kappingarleist við ovara bólki og niðara bólk, har fýra tey ovastu liðini spældu nýggja kapping um FM-heitið, síðani royndu vit at hálvvera stigini, so kappingin kanska ikki longu var avgjørd á nýggjárinum, og so fyri trý árum síðani var núverandi leistur settur í verk, sum eftir mínum tykki hevur riggað allar best..

Mín áskoðanin er sum fyrrverandi leiðari í Neistanum og sum fjølmiðlamaður í sjónvarpi, útvarpi, bløðum og nú heimasíðu, at tað verður ikki kappingarleisturin sum ger av, um føroyskur hondbóltur mennist ella ikki. Tað er arbeiðið úti í feløgunum, sum stýrir hesum.

Hví mistu vit fleiri manslið?

Tað var ikki kappingarleisturin, sum førdi til, at til Stjørnan á sinni ikki longur megnaði at manna eitt manslið. Har vóru bara ov fáir mansspælarar. Tað var heldur ikki kappingarleisturin, sum førdi til, at EB ikki longur hevði manslið í bestu deildini. Orsøkin var, at hondbóltsspælið gjørdist eitt innanduraspæl, og høllina høvdu eiðisfólk ikki tá. Tað var heldur ikki kappingarleisturin, sum førdi til, at SÍF úr Sandavági, TB á Tvøroyori og NSÍ í Runavík ikki megnaðu at hava manslið í bestu deildini. Hetta eru lið, sum eg einaferð spældi ímóti. Við graslíkisvallunum gjørdust umstøðurnar so góðar hjá fótbóltinum, ja, vit fóru eisini upp í altjóða fótbólt, og tí tapti hondbólturin slagið um ungdómum í nógvum bygdum. Eisini fullu frá týdningarmiklir hondbóltsleiðarar.

Feløgini hava talað, og tað skal virðast. Men mín inniliga áheitan til feløgini skal vera: Hugsið tykkum væl um, tá ið tit broyta kappingarleistan. Tí sleppa tit spenninginum í botninum í kappingini, og hondbóltsspælið verður eitt sjálvtøkuborð, so kann hetta koma tykkum aftur um brekku. Hetta sigur tíverri okkara hondbóltssøga. Vit hava jú roynt hetta áður.

Deildarvinnarin fær 60.000 krónur

Um kappingarleisturin verður broyttur, so kundu hugskot verið fyrst at spælt trý umfør eins og í fótbóltinum. Tá finna vit deildarvinnaran, sum gevur onkran vinning. Kanska annað plássið í steypakappingini ella ein kekk áljóðandi 60.000 krónur til eina venjingarlegu uttanlands. Síðan spæla lið nummar eitt og fýra og tvey og trý tveir hálvfinaludystir um at koma í finaluna um FM-heitið. Liðini mugu fyri alt í verðini hava nakað at spæla um, tí annars kann hondbóltskappingin í niðara enda í bestu deildunum gerast ein “motiónsdeild”. Og tá er einki vunnið. (Vagnur)

{ 10 viðmerkingar }

Katrin á Neystabø mars 6, 2010 tann 14:12

Gott Vagnur, so púra samd!
Tað er ikki kappingarleisturin, men arbeiðið og spælaratilfeingið úti í feløgunum.
Hugsið tykkum væl um, áðrenn tit gera bestu deildina til eitt sjálvtøkuborð!

Finn Bjørn Guttesen mars 6, 2010 tann 15:00

Eg má eisini taka undir við Vagni. Støðið í næstbestu deildini er ikki nóg gott til at víðka ovastu deildina. Tað vera bara fleiri “skrall”.
Nei, legg orkuna í felagið, í ungdómsdeildirnar. So stingur eitt talent seg upp av og á.

Birgir Hansen mars 6, 2010 tann 18:20

Hví í allari víðuverð er so stórt focus á hatta lúsa niðurrykkjingar plássið ??? Spæla vit í dag hondbólt fyri at sleppa undan niðurrykkjing ella spæla vit fyri at blíva betri hondbóltspælarar og møguliga vinna eitt meistaraheiti ella steypakapping ? Hvor blívur glaður um eitt lið rykkjur niður í – ja tit nevna tað sjálvir – eina motiónsdeild !!! Í dag venja liðini í bestu deildini 3 – 4 ferðir um vikuna + dyst í vikuskiftinum, ímeðan liðini í næstbestu deildini venja 1 – 2 ferðir ( og okkurt slettis ikki ). Kemur okkurt av hesum liðunum upp í bestu deildina at leika, verða tey noydd til at venja líka nógvar ferðir um vikuna sum hini liðini og kundi tað tá ikki hugsast at tað fór at menna teir sum hondbóltspælarar, ella liggur menningin í motiónsdeildini ? Eg spyrji bara !!!
Vagnur, venda orðaskifti á høvdi og skriva heldur um, hvussu nógvir leikarar hava tann fantastiska møguleika at sleppa spæla tvær ella trýggjar finalur, við øllum teim positivu upplivingunum í har til hoyra – óansæð um man vinnur ella tapur.
Tað er onki gott upplivilsi ella menning at rykkja niður, so vil eitt felag verða verandi í deildini, ja so skrivar tú tað sjálvur – SKAL ARBEIÐI GERAST ÙTI Ì FELAGNUM !!!
Kann tað hugsast, at tað liðið ið rykkjur niður, missur allar profilarnar til feløg í bestu deildini ? Hvørjir av okkara bestu venjarum tíma at venja eitt motiónslid ?
Nei, hatta er nokk besta loysnin fyri framburid av Føroyskum hondbóltsleikarum.
Birgir Hansen, venjari

Hallur Danielsen mars 6, 2010 tann 23:10

Eg havi ikki rættiliga skilt tey, sum siga, at vit ikki eiga at víkka deildirnar. Hvat er tað, sum er avgerðandi fyri tykkum? Er tað tað, at tit vilja hava niðurflyting og harvið spenning í botninum, ella tað at tit ikki ynskja leistin broyttan?
Um tit ynskja niðurflyting og spenning í botninum, so mugu vit fækka deildina so hvørt, sum feløgini gevast. So átti besta deildin hjá monnum tey seinastu 10 árini at fevnt um 5 lið t.d. Tað er væl ikki tað tit ynskja?

Vagnur mars 7, 2010 tann 10:18

Spurningar til Hall og Birgir
Hví hava allar kappingar í verðini niðurflyting? Er hetta til tess at bróta niður ymsu ítróttagreinirnar í landinum? Í fjør flutti besta kvinnuliðið hjá Kyndli í 1.deild, og VÍF kvinnur vóru eisini ein “túr” í 1. deild og hava nú eitt ungt gott lið. Var hetta ein so stór “skandala” fyri liðini? Málið í sær sjálvum er ikki niðurflytingin, men eg vísi bara á, at vit kunnu fáa eina einkisigandi kapping í botninum, um vit ikki hava niðurflyting. Eftir mínum tykki er orsøkin til flestu viðmerkingarnar, at fimm lið í Atlantic Airways deildini eru nú so jøvn, at øll liðini kunnu flyta niður. Persónar eru bangnir fyri, at teirra lið má fara í 1. deild. Tí verja teir borg. Annars virði eg sjálvandi avgerðina hjá feløgunum, sum vilja víðka deildirnar. Og eg skilji eisini nakrar av grundgevingunum. Vagnur skal ikki spæla fleiri dystir her á fold, men eg vil framvegis geva eitt íkast, so vit fáa eina áhugaverda og spennandi hondbóltskapping í Føroyum. So eru seinastu orðini um hetta málið søgd frá mínari síðu. Feløgini hava seinasta orðið á limafundi eftir kappingarlok. Og so vóna vit øll, feløgini finna fram til besta kappingarleistan.

Hjalmar Petersen mars 7, 2010 tann 11:05

Góðu tit. Haldi at viðgerðin av hesum málinum er við at fara av sporinum. Vit vilja øll hondbóltinum væl, men hava ymsar meiningar um, hvør er tann besti leisturin. Spurningurin, hvat vit vilja við føroyskum hondbólti, eigur at hava fyrstu raðfestin. Vilja vit hækka støðið og ikki fara meir eftir hali, í mun til aðrar hondbóltstjóðir, er neyðugt við broytingum. Eftir mínum tykki, eigur umrøðan heldur/eisini at snúgva seg um, hvussu vit fáa spenning í millum tey ovastu liðini í kappingunum, so vit fáa fleiri lið at kappast um 1. og 2. plássið. Hví er tað eingin, ið nevnir nakað um tað? Tað tykist mær, at tað er her og nú støðan í botninum, øll tosa út frá og summi kanska eru bangin um. Tað gevur sjálvdan tær skilabestu loysnirnar.

Vit mugu skipa soleiðis fyri, at øll liðinum vera noydd at byrja venjingina væl áðrenn kappingarbyrjan og vera væl fyri alla kappingina, fyri at vinna ella sleppa frá at flyta niður.
Ein kapping við nógvum týdningarleysum dystum, er ikki mennandi og hækkar ikki støðið.

Tá tað nú sær út til, at ein stórur meiriluta av feløgunum vil vaksa um bestu deildirnar hjá monnum og kvinnum, einamest tí at einki av verandi feløgum skal rykkja niður og ein her stúrir fyri at tey ið rykkja niður ongantíð koma fyri seg aftur, fari eg at heita á tykkum, at umhugsa ein nýggjan kappingarleist, sum eisini stimbrar og mennir hondbóltin og ikki bara veksur talið av liðum.

Ynski annars øllum ein góðan kappingarenda og framburð fyri føroyskan hondbólt.

Niels Nattestad mars 7, 2010 tann 19:05

Góði Vagnur

Um tað er so sum tú sigur, at vit, sum vilja strika niðurflytingina og heldur víðka bestu deildina, hava ta hugsan, bara tí vit óttast fyri, at OKKARA lið skal flyta niður, – hvussu ber tað so til, at tað næstan bara eru ávís neistafólk, sum eru ímóti hesi hugsan??

Birgir Hansen mars 9, 2010 tann 00:26

Svar uppá spurningin til mín frá Vagni :
Eg rokni ikki við at nøkur onnur kapping í verðini kann sammetast við okkara, í stødd og vævi og tí eru vit í einari serstøðu og mugu takað støðu út frá henni !!! Aðrastaðni eru fleiri deildir ( 1.-2. og 3.deild ) niðanfyri tí bestu deildina og harvið ein rúgva av “beilarum” til upp- og niðurrykkjing og harvið harðari kapping um tey plássini – tað kunnu vit so ikki reypa av í Føroyum – men EIN “beilari” er jú meira enn ongin, so kann hesin kappast við seg sjálvan eitt kappingarár – ella fari eg skeivur her ?
Til spurningin um tað var ein skandala at VÍF og Kyndil fóru ein túr niður í 1. deild, vil eg venda spurningin á høvdi og spyrja : hvussu nógvir av teimun leikarunum sum rykti niður við báðum liðnum, ryktu uppaftur við teimun og leika har í dag ? Hvar blivu tær av ? Fluttu tær felag ella hildu tær uppat at spæla ?
Annars haldi eg at tað hevur verið ógvuliga hugaligt at so nógv hava luttikið við teirra meiningum um niðurrykkjing – fyri og ímóti – og vóni eg at tað bara hevur styrkt um framtíðina hjá Føroyskum hondbólti, tí uttan eittsindur av kjakið – ongin framburður !!!
Haldi áfram, finni fleiri áhugaverd evnir – tað næsta kundi passandi verið, sum m.a. Hjalmar P nevnir, ein nýggjan og spennandi kappingarleist, sum er smíðaur beinleiðis til okkara kapping – vit hava brúk fyri “Brain storming” – kom ígongd øll hondbóltsáhugaði !!!
Vinarligast Birgir Hansen

Niels A. Joensen mars 9, 2010 tann 23:03

Nógvar eru meiningarnar um, hvørvítt hettar ella hattar skal gerast við ávikavist AA og Sunset deildirnar. Havi fylgt orðaskiftinum bæði inni á Neista-heimasíðuni, og eisini viðmerkingar inni á heimasíðuni hjá VÍF – vif.fo – . Sum vituligt er, er onki matematiskt úrslit hesum viðvíkjandi, tí nógv góð sjónarmið eru, bæði fyri og ímóti.

Eri samdur við Birgir í, at spurningurin er, um kardinalpunktið er niðurrykking, ella um ikki onnur sjónarmið eiga at koma inn í orðaskiftið. Sum kunnugt hava feløgini sent skriv til HSF, og sum eg havi skilt, hevur HSF havt fund um málið, so nú er bert at bíða eftir næsta leiki.

Eitt evni sum kundi verið áhugavert at fingið eitt orðaskifti um, er talið at útlendingum á liðunum í ovastu deildunum. Ongum nýtist at føla seg raktan, og skuldi nakar tað, so gerst ikki við. Hyggja vit at t.d. enskum fótólti, er PL yvirfylt av útlenskum leikarum, meðan teir enskt-føddu leikararnir mugu taka til takkar við at leika í lægru deildunum. Í Vestmanna hava vit´seinnu árini verið vælsignaðir við at kunna manna bestu-liðini við egnum tilfeingi, tó so, skuldi nakar havt áhuga at koma til vÍF, skal viðkomandi verða meira enn vælkomin.

Men mítt íkast til orðaskiftið skal tí verða.
- Hvørja ávirkan hava útlendingar á menningina av føroyskum hondbólti ?
- Hvat er eitt hóskandi tal ?
- Skal verandi hámark endurskoðast og broytast ?

Niels Peter Bech mars 10, 2010 tann 14:54

Góðan dagin Vagnur,

Nú vit tosa um at víðka deildirnar upp til 8 lið, fyri at umganga at nakar flytur niður, haldi eg at vit heldur áttu at tosa um, hvussu vit fá 10 lið at verða í hvørjari deild innan eitt x áramál – ella okkurt á tann dur.

Fyri at økja um liðini í deildunum, merkir fleiri dystir og skal bert spælast í vikuskiftinum, so má byrjast 01. sep. og enda 30. apríl og tá er ikki pláss fyri landsliðsarbeiði o.ø. væl at merkja um tað verður ein dupultkapping.

Um kappingin skal liggja still í uml. ein mána vegna landsliði og so er tað hin brennandi spurningurin, um dómarnar, hvussu verður hann loystur??

Áhuga verður at síggja hvussu leikur ferð.

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: