Atlantic liðið hjá Kyndli er mannað við nøkrum royndum spælarum og nøkrum heilt ungum spælarum. Vit hava hitt Hans Áka Dal Christiansen og spurt hann, hví Kyndil megnar at seta seg upp til ávísar dystir, meðan liðið hevur rent seg í nakrar stórar ósigrar ímóti Neistanum, KÍF og StÍF. – Vit elska allir hesar “knald ella fald” dystirnar. Kyndilsliðið hevur ikki nóg stóra breidd, og spæla kanska tveir av teimum eldru spælarunum ikki væl ein dyst, so kann liðið renna seg inn í nakrar stórar ósigrar, sigur Hans Áki millum annað.
Hans Áki Dal Christiansen, Høgni Klein, Janus Einar Sørensen og Bárður Johannesen eru eldra ættarliðið á Kyndilsliðnum. Teir hava verið í mangari orrustuni og vunnið nógv FM-heiti. Teir duga at seta seg upp til ávísar avgerandi dystum. Í løtuni liggur Kyndilslið á øðrum plássi, og spælararnir kunnu sjálvir gera av, um teir spæla ímóti Neistanum í FM-finaluni ella ikki. Hans Áki er ein av royndu spælarunum, og vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at Kyndil í vetur hevur rent seg í stórar ósigrar, fyri síðani at reisa seg aftur og vinna týdningarmiklar sigrar.
– Vit trívast allir ógvuliga væl, tá ið tað veruliga brennur á, og nógv stendur upp á spæl. Vit hugra eftir at spæla slíkar avgerandi dystir. Kyndilsliðið hevur ikki stóra breidd, vit eru nakrir eldri spælarar og nakrir heilt ungir spælarar, sum fara mennast við árunum. Liðið tolir tí ikki, at kanska tveir av eldru spælarunum ikki spæla væl. Hetta er ein orsøkunum, at vit hava tapt stórt nakrar dystir. Ja, og so hava vit í nógv ár havat trupulleikar ímóti StíF og nú KÍF, meðan Kyndilsliðið passar væl í spælistíli til VÍF. Vit hava tildømis akkurát knógva kollfirðingum í trimum dystum, meðan vit fingu bank ein dyst í Kollafirði.
– Vit kunnu nú sjálvir gera av, um Kyndil er annað liðið í FM-finalunum. Og sunnudagin seta vit øll segl og ætla at vinna á Neistanum. Neistaliðið hevur størri breidd enn Kyndilsliðið. Eg haldi, vit hava gott verjuspæl, og síggja vit burtur frá trimum stórum ósigrum, so eru fægst mál farin inn ímóti okkum. Sum sagt, so ætla vit veruliga at stríðast fyri sigrinum sunnudagin ímóti Neistanum, sigur Hans Áki at enda við heimasíðuna.
Hans Áki er ógvuliga drúgvur á vøllinum. Umframt at hann skjýtur nógv mál, er hann framúr góður verjuspælari. Hann kann bæði spæla á veinginum, og so er hann eisini frálíkur linjuspælari. Spennandi, hvussu fer at spæla av í teimum trimum dystum í AA deildini sunnudag. Neistin og Kyndil í Havn, KÍF og StÍF í Kollafirði og VÍF og H71 í Vestmanna. Fýra dystir eru eftir at spæla av teimum tjúgu í grundspælinum. (Vagnur)






Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.