Tað haltar við góðum verjuspæli í føroyskum hondbólti

eftir Vagnur tann 04/03/2010

Neistin og Kyndil spæla sunnudagin kl. 16 í høllini í Havn.

Tá ið fjølmiðlar ummæla hondbólt, verður kikarin oftast vendir ímóti álopsspælinum. Fólk hava áhuga í, hvørjir spælarar skjóta flest mál, men vit gloyma mangan, hvussu nógv skot viðkomandi spælari skjýtur í dystinum, og hvussu spælarin roynist í verjuspælinum. Í Atlantic Airways deildini haltar verjuparturin, tí lið fáa tretivu mál, sjálvt um lið ikki hava veruligar langskjúttar.

Í hesum ummæli hugsi eg um tveir dystir, sum neistamenn hava spælt. Fyrri dysturin var steypafinaludysturin ímóti Kyndli og dysturin ímóti H71 fyri viku síðani. Verjan hjá føroyskum liðum haltar serliga, tá ið mótstøðuliðið fer í skjótálop. Harnæst duga nógvir spælarar ikki at “blokka” og teir duga heldur ikki nóg væl at lesa av, nær tú skalt fara fram í álopsspælara.

Neistamenn vardu 5-1 ímóti Kyndli í steypafinaluni. Verjir tú 5-1, so má liðið hava eittara, sum dugir at lesa av spælið hjá mótstøðuliðnum. Harnæst mást ikki hava ov tungar og seinar spælarar innanfyri eittaran, tí eittarin er ikki í høvuðsverjuni, og tí er longri millum verjuspælararnar. Og tað var júst hetta sum hendi í steypafinaludystinum millum Kyndil og Neistan. Kyndilsmenn spældi uttanum eittaran hjá Neistanum, og tí stóð neistaverjuspælari ofta einsamallur við kyndilspælara. Neistavongurin roynda at bakka upp, men so bleiv kyndilsvongurin fríur til skot. Kyndil fekk í steypafinaluni 29 mál ímóti Neistanum, Kyndil brendi brotskøst og fleiri upplagdar møguleikar. Niðurstøða av steypafinaludystinum: Neistin vann uppiborið dystin takkað verið álopsspælinum. Neistamenn valdu skeiva verjuskipan, sum dumpaði. Liðið hevur ikki spælarar til eina 5-1 skipan, tí fleiri spælarar eru ikki nóg skjótir á beinum og megna ikki mann til mann støðuna.

Var í Hoyvíkshøllini og sá dystin millum H71 og Neistan. Neistin spældi frálíkan fyrra hálvleik, og 6-0 verjan stóð ógvuliga stinn serliga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki haltaði hjá neistamonnum, tí menn komu ikki aftur at verja. Og tað er júst í hesum verjupartinum, at føroyskir spælarar ikki duga nóg væl. Spælarar vita ikki rættliga, hvønn spælarar, teir skulu taka, tá ið teir eru á veg aftur at verja. Tað haltaði eisini hjá bæði H71 og Neistanum á  bakkplássunum í verjuni. “Blokkarnir” eru ikki nóg góðir, og verjuspælararnir lata seg lumpa ov ofta, tí teir vita ikki, nær teir skulu fram í spælarar. Tú fert ikki fram í spælara, sum tú veitst ikki skjýtur langskot.

Eg taki ikki munnin ov fullan tá ið eg sigi, at tað eru spælarar á øllum liðum, sum slett ikki tíma ella dáma at verja. Teir elska at spæla hondbólt, ja, álopshondbólt, og hetta skilja eg ógvuliga væl. Men hondbóltsvøllur hevur tvey mál í hvørjum enda. VÍF er besta dømi um, hvat verjan hevur at siga í hondbóltsspælinum. VÍF hevur havt stóran trupulleikar í verjupartinum í vetur, men eftir venjaraskiftið hevur VÍF vunnið dystir. Hví? Tí Harald Bjørgvin venjari hevur fingið skil á verjuspartin hjá vestmenningum og færri mál fara í “VÍF kassan”.

Vit kunnu bara lesa stigatalvuna. Fýra lið í Atlantic kappiningini hava minus málskoru. Kyndil er óivað liðið, sum fær mest úrtøku í verjuspælinum, hóast liðið hevur tapt nakrar dystir stórt. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: