Anniku Thomsen dámar væl at spæla við Tjaldri

eftir Vagnur tann 03/03/2010

Tjaldur Sunset. St.f.v: Sarah Ann B. Thomsen, Bogdan Burcea, venjari, Mary-Ann Zachariasen, Annika Thomsen, Cornelia Rimbu, Adina Petrea, Alina O. Angel, Kirstin Gaardbo, Heidi á Lakjuni og Adela Burcea. Fremst f.v: Elinbjørg Hammer, Jóhanna í Króki, Jóhanna Hansen, Guðrun í Lágabø, Katrin Jacobsen, Heidi Sevdal og Benatikta Johannesen. Drongurin á myndini eitur Rókur og er sonur Guðruna. (Mynd Birgir Sondum)

29 ára gamla Annika Thomsen spælir á øðrum ári við Tjaldri. Hon er uppvaksin í Neistanum, har hon vann fleiri FM-heiti í yngri deildum, og so vann hon tvær steypafinalur í bestu deildini. Annika spældi eisini tvey ár í Kyndli. – Mær dámar væl í Tjaldri, har eg eri væl móttikin. Tá ið hugurin er góður at spæla hondbólt, er ikki so strevið at koyra tvær, tríggjar ferðir um vikuna úr Havn til Runavíkar til venjingar, sigur Annika.

Annika er vinstrahentur spælari, og hesir hanga ikki á trøunum í føroyskum kvinnuhondbólti. Eitt lið hevur fleiri streingir at spæla, tá ið vinstrahentir spælarar eru á liðnum. Annika Thomsen kom til Tjaldur seinasta kappingarár og hevði stóra ávirkan á, at Tjaldur vann FM-heitið. Hon spældi væl bæði í verju og álopi. Vit hava hitt Anniku og spurt hana, hvussu var at fara úr Havn til Runavíkar at spæla hondbólt.

– Vit eru fleiri spælarar, sum tvær, tríggjar ferðir um vikuna koyra úr Havn til Runavíkar til venjingar. Haldi ikki, hetta følis strevið, tí hugurin at spæla hondbólt er góður. Tað var góð avgerð eg tók at fara at spæla við Tjaldri, og hetta angri eg ikki. Eg var beinanvegin ógvuliga væl móttikin, og sjálvandi var ógvuliga stuttligt at vinna FM-heitið seinasta kappingarár.

– Eg spældi øll míni ungu ár í Neistanum, har vit vunnu fleiri FM-heiti. Sum seytjan ára gomul í 1998 var eg við at vinna steypakappingina í bestu deildini, og eg var eisini við at vinna steypakappingina við Neistanum í 2006, tá ið Ingi Olsen vandi kvinnurnar. Eg spældi so tvey ár við Kyndli fyri síðani at fara til Runavíkar at spæla við Tjaldri. Ikki havi eg havt trupuleikar at skifta felag, tí eg taki hetta sum nýggjar avbjóðingar.

Tjaldur haltar í løtuni aftan á Stjørnuni. Stjørnan vann 28-22 á Tjaldri, og Annika fær spurningin, um liðið úr Runavík ikki hevur somu styrki sum seinasta kappingarár?

– Liðið er broytt frá seinasta kappingarár, spælarar eru farnir og komnir. Ein kvinna er við barn og spælarar eru skaddir. Stamman er ikki júst hin sama sum seinasta vetur. Vit fáa ikki rættliga spælið at hanga saman, sum vit hava gjørt, men vit arbeiða miðvíst til tess at betra um serliga verjuspælið, sigur Annika at enda við heimasíðuna.

Stjørnan og Tjaldur spæla finalurnar um FM-heitið. Um dagarnar hoyrist, at sami venjari venur Tjaldur eisini næsta vetur, og útlendingarnir í Tjaldri halda eisini fram. So tað er gleðiligt, at vit eisini næsta vetur kunnu rokna við Tjaldri millum ovastu liðini í Sunset kappingini. Men fyrst skulu FM-finalurnar avgreiðast, og spurningur er so, um Annika og hinar í Tjaldri kunnu mennast so mikið, at liðið kann geva Stjørnuni skarpan gang. Tjaldur er núverandi føroyameistari, megna tær at endurvinna FM-heitið?? (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: