Heini í samrøðu við Sáru Jógvansdóttir eftir dystin. Heini blundar, kanska hugsar hann, hvat hann skal siga. (Mynd Vagnur)
Løgin stemningur í Hoyvíkshøllini, tá ið dómararnir bríkslaðu fyrsta bríkslið. Spakir H71 spælarar, spakur H71 bonkur og spakir H71 áskoðarar. Tú skilti púrt einki, men kanska fekk H71 ein hvøkk við tapinum ímóti KÍF, og liðið sær møgleikan at náa FM-finalina hvørva í havsbrúnni. H71 er tó framvegis við í kappingini um seinna finaluplássið. Eitt vælskipað neistalið avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki.
Málskjúttar H71: Esbern 9, Poul Kjartan 6, Dánjal 6, Korolis 5, Janus 1, Rúni 1 og Bárður 1 Málskjúttar Neistans: Heini 10, David 8, Sjúrður 5, Joguslav 4, Finnur 3, Jens Mohr 3 og Tróndur 2. Dómarar: Hanus Kürberg og Hans Thomassen.
Neistaliðið vardi 6-0 alla dystin, og tá ið blokkurin var góður og harvið neistaverjan góð, fekk H71 ógvuliga fáar møguleikar at koma veruliga til skot fyrstu tíggju minuttir í dystin. Áðrenn hálvttalað orð var Neistin á odda 11-5. H71 liðið sýntist ógvuliga tamt, ikki góðu gomlu rópini í H71 verjuni og frá útskiftingsbeinkinum. Ja, heldur ikki frá áskoðarunum. “Eg haldi, at H71 spælarar fingu ein hvøkk ímóti KÍF fyri viku síðuna, og hetta sæst tíðuliga á vøllinum i dag”, segði ein eldri H71 spælari.
Neistaliðið vardi væl, men serliga væl riggaði at byggja upp skipað álopsspæl. Fyrst spæla neistamenn róliga fyri síðani at seta ferðina upp við ymsum skiftum. Jú, neistamenn vóru nógv málgrammari enn H71 spælarar. Og tá ið H71 brendi trý brotskøst, kundi Neistin fara til hálvleik við tryggari leiðsluni 18-11. Tú legði serliga merki til Dánjal Tórgarð, Poul Kjartan Dam og Esbern Patursson hjá H71. Hjá Neistanum spældu allir væl, men ógvuliga stuttligt at síggja Jens Mohr fáa nógv burturúr serliga í fyrra hálvleiki.
Levi Nybo kom í H71 málið og fór at taka fleiri langskot, og tá bleiv munurin einaferð bara fýra mál. Men eftir indianarhondbólt eina løtu vendu neistamenn aftur til skipaðan hondbólt, og tá blivu H71 niðurspælt. Tróndur og Finnur funnu Jugoslav á linjuni, David og Heini langaðu nakrar bóltar í málið, og Sjúrður skjeyt góð skot frá veinginum. Neistaverjan var tó ikki eins góð í seinna hálvleiki sum í fyrra hálvleiki
Neistamenn høvdu tamarhald á støðuni allan dystin, og stuttligt at sígga 6-0 verjuni rigga væl. Tó haldaði á bakkunum til tíðir, sum serliga Esbern og Poul Kjartan hjá H71 gjørdu sær dælt av. Sum sagt, stóð Levi væl í H71 málinum, men hví hann bleiv skiftur út seint í seinna hálvleiki kundi tykjast løgið. Neistin vann uppibornan sigur í dag, neistamenn vóru róligir, spæligleðin var har allan dystin, og uppspælið var til tíðir framúrskarandi. H71 skal finna stríðsøksina framaftur, tí liðið er framvegis við í kappingini um vinna sær finalupláss. (Vagnur)







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.