Gentur 10 ár A hjá Neistanum vinna greipuna

eftir Vagnur tann 28/02/2010

Neistin gentur A 10 ár. st.f.v: Sólvá B. Árting, Dania Djurhuus, Drós Ragnarsdóttir, Íðunn Mortensen, Gudrun Olsen, Fríða á Dunga og Rannvá Dahl Hanusson. Fremst f.v: Jákup Hanusson, venjari, Lý H. Mortensen, Elisa Kvit Lindberg, Katarina Høj, Margit W. Frímundsdóttir, Annika Clementsen og Gunnfríð P. Nólsoy. (Mynd Birgir Sondum)

Hóast tveir dystir eru eftir at leika, hava gentur 10 A hjá Neistanum vunnið føroyameistraraheitið. Og fyrsta føroyameistaraheitið hjá felagnum í ár er sostatt veruleiki.

Fyri 14 døgum síðani vunnu tær sum einasta neistalið steypakappingina, og um vikukuskiftið lagaðu úrslitini seg soleiðis, at einki lið fær neistagenturnar aftur á stigatalvuni.

Tað hevur gingið sera væl hjá gentum 10 í ár, og hava tær bert mist eitt stig alt kappingarárið.

Venjarin Jákup Hanusson hevur verið óførur, og stuttlig er at síggja allar leikskipaniniar genturnar duga. “Jákup vinstra” og “Luddi” riggaðu í dag. Sum ikki einaferð var verjan góð, og verjan hevur verið styrkin hjá liðnum alt árið. Verjan gjørdi sítt til, at tveir sigrar aftur komu í hús hetta vikuskifti.

Samanhaldið á liðnum er sera gott, og ikki hoyrist øvugt orð, hvørki frá spælarum ella venjara, tá hondbótur er á skránni. Leikararnir eru fokuseraðir og hava tað annars stuttligt á vøllinum.

Tað hevur sum heild gingið væl hjá neistanumgentum í gentum 10 ár. A liðið hevur vunnið greipuna, og B liðiðið liggur fremst í sínum bólki. Seinastu dystirnir verða spældir 13 mars, og aftaná hetta er næsta málið hjá gentum og venjara, Partille Cup sum verður í Gøteborg juli 2010. (RJ)

{ 3 viðmerkingar }

Sigrun Mikkelsen mars 1, 2010 tann 10:35

Sera flott gentur og ikki minst venjari eitt stórt TIL LUKKU her frá.
Koyr á NEISTIN
Sigrun

Kára á Dunga mars 1, 2010 tann 11:26

Hey tit fittu gentur.
Eitt stórt hjartaliga til lukku frá eini stoltari mammu. Tit eru óførar :-) Og eisini eitt hjartaliga til lukku til tín Jákup. Tær fáa ikki betri venjara :-)
Kára

Jákup Hanusson mars 1, 2010 tann 22:01

Gentur 10

Takk fyri greinina, og takk fyri heilsaninar !

Hettar hevur verið eitt sera stuttligt kappingarár, við góðum úrslitum,
men enn vantar endaspurturin hjá B liðnum, sum liggja á odda í sínum
bólki, og hava møguleikan at at avgera kappingina sjálvar.

Fyri at náa slíkum úrslitum, so er tað so nógv sum skal hanga saman.

Tí fari eg at takka Siri Ann fyri hjálpina til venjingina mánadagar og
sum trúliga fylgir B liðnum allar dystirnar, og Eyðvør og Ragnheiður,
sum hjálpa til við venjingini hósdagar og eisini fylgja B liðnum, tá tær
sjálvar ikki spæla. Somuleiðis skulu foreldrini hava eina stóra tøkk fyri
teirra stuðul.

heilsan

Jákup Hanusson

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: