Nýhugsan – Hondbóltur nú vallærugrein í Hoyvíkar skúla

eftir Vagnur tann 27/02/2010

Hondbólturin mennist við øgiligari ferð í Hoyvík og har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Í Hoyvíkar Skúla og skúlanum við Løgmannabreyt koma eftir summarfrítíðina at ganga 75 næmingar í 8. flokki. Í 8. flokki fært tú fyrstu ferð møguleikan at velja vallærugreinar, sum t.d. køk, træsmíð, tónleik, matgerð ella motorlæru. Allir næmingar hava tó allar vanligu lærugreinar. Og sum nakað nýtt kunnu næmingarnir nú velja hondbólt sum vallærugrein. Tað er Gunnar Djurhuus venjari hjá dreingjum 14 hjá H71, sum er komin við hugskotinum. Hetta er nýhugsan innan føroyskan hondbólt, og niðanfyri kanst tú lesa tilfarið, sum varð lagt fram, tá ið hugskotið varð borðreitt fyri foreldrum, næmingum og leiðslum í skúlanum. Tað er H71, sum er komið við hugskotinum, men tað eru ikki bara H71 spælarar, sum ganga í Hoyvíkar skúla og skúlanum við Løgmannabreyt. Nógvar neistagentur ganga tildømis eisini í hesum skúlum. Varaskúlastjórin Hans Jón Thomsen segði undirritaða, at seinast í vikuni verður endaliga staðfest, hvussu nógvir næmingar hava valt ymsu lærugreinarnar. Greitt er tó, at undirtøkan er góð fyri hondbóltinum. Helvtina av teimum 75 næmingunum hava valt hondbólt sum vallærugrein. Vit kunnu manna tveir bólkar við seytjan næmingum í hvørjum bólki, sigur varaskúlastjórin. (Vagnur)

Valgreinin – hondbóltur –

-        Samarbeiði millum H71 og skúlarnar í Hoyvík.

-        Fyrstu ferð vit hava framhaldsdeild i Hoyvík

-        Man skal ”ikki” vera limir í H71

-        Kann veljast í ár til 8 flokk og heldur fram í 9 flokki, næsta ár

-        ”Pilot” verkætlan:

-        Endurskoðast eftir 1 ár

-        Endamálið við vælgreinini:

-        At styrkja og menna tann einstaka leikaran við atlitið til:

-        Likamliga venjing

-        Mentala venjing

-        Sunnan livihátt

-        Undirvísingin:

-        2 tímar um vikuna

-        Teori og praksis

-        Taka uttanfyristandandi fólk inn, ið hava serliga vitan inna pensum

-        Fáa lærara til undirvísingina við best møguligum førleikum innan hondbolt

-        Pensum:

-        Teknisk og fysisk venjing:
- Persónlig teknisk og plássásett venjing
- Vanlig teknisk venjing
- Taktisk venjing
- Fysisk venjing
- Málmansvenjing
- Styrkivenjing
- Skaðafyribyrgjandi venjing
- Renning (pulsvenjing)
- Venja lop
- Venja teknik í at detta
- Koordinatiónsvenjing
- venjing í at flyta seg á vøllinum
- Fimleikur
- Onnur alternativ venjing
- Annnar ítróttur

-          Ítróttarpsykologi
- Team-building
- Mentalvejing
- Motivatión
- Coaching
- Sjálvsfatan av tí, at vinna og tapa
- Tað heila menniskja
- Egin identitetur og ymiskar persónligheitir (rollispøl o.a)
- Útviklingspsykologi. Allur útviklingur kemur í bylgjum (regression/progression). Kann ein kreppa verða   fortreytin fyri menning ?

-          Føðslulæra
- Hvat skal ein eta, fyri at kroppurin skal arbeiða optimalt?
- Energikeldur
- Kostráð
- Kosttilrættleggjan

-          Ítróttarskaðar
- Hvussu viðgerð, fyribyrgir og uppvenur man ?
- Reaktónsmynstur hjá kroppinum
- Akut skaðaviðgerð
- Skaðafyribyrgjan
- Uppvenjing

Fysiologi
- Hví reageraðar mín kroppur, sum hann ger ?

{ 3 viðmerkingar }

hans thomassen februar 27, 2010 tann 13:17

Ótrúliga spennandi hjá næmingunum, hevdi man verið 14 ár aftur:)

Jákup Mørk februar 28, 2010 tann 19:28

Fantastiskt átak! Ikki minst, at undirvísingin byggir á so nógvar lutir, sum hava við hondbólt (og allan annan ítrótt) at gera.

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein mars 1, 2010 tann 10:53

Òtrúligt spennandi og sera gott. Super :)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: