Støðan gentur 14 ár
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin b | 8 | 141 | 80 | 61 | 16 |
| 2 | Kyndil a | 9 | 151 | 93 | 58 | 14 |
| 3 | Neistin a | 9 | 131 | 117 | 14 | 8 |
| 4 | VÍF | 9 | 85 | 164 | -79 | 4 |
| 5 | VB | 9 | 90 | 144 | -54 | 2 |
| 6 | StÍF | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 |
Hóskvøldið var avgerandi dystur millum Kyndil og Neistan b gentur 14 ár. Nógvir áskoðarar koma til slíkar dystir, og spælarar ganga við lív og sál inn fyri uppgávuni. Kyndil vann herfyri steypakappingina hjá gentum 14 ár á Neistanum A, men hóskvøldið basti Neistin b Kyndli 15-12. Við sigrinum er Neistin b, sum eru yngra liðið, á beinari kós ímóti FM-heitinum. Dysturin hóskvøldið var javnar og spennandi, men tað var serliga frálíka neistaverjan, sum tryggjaði neistagentum sigurin. Neistin b eigur at vinna restandi tríggjarnar dystirnar, men kunnu gerast FM-vinnari 2010, sjálvt um tær tapa onkran dystin. Venjarar hjá Neistanum b eru Mildrið Jacobsen og Balli Mohr. (Vagnur)







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.