Úr myndasavninum – Tá ið Sverri rýmdi við steypinum

eftir Vagnur tann 24/02/2010

Unglingalið Neistans 1966. Aftast f.v: FinnBjørn Guttesen, Sverri Wang, Kristjan á Neystabø, Sverri Durhuus, steypagevari, Tønnis Wardum og Steinbjørn Slættanes. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, Echardt Persson, Kristjan Samuelsen og Haraldur Kjeld.

Unglingaliðið hjá Neistanum var í 1966 boðið til steypadyst í Vestmanna. VÍF og Neistin vóru jøvn lið, og vit høvdu trupulleikar at vinna í Vestmanna, sjálvt um vit vunnu FM-heitið hetta árið. Mín góði hondbóltsvinur Sverri Durhuus var serligur áskoðari, tí hann mest sum gekk ov høgt upp í hondbóltsspælið sum áskoðari. Hann var vísir í, at steypið, sum hann hevði keypt til dystin, fór VÍF at vinna. VÍF vóru favorittar at vinna steypið. Men við seinasta bríksl lógu vit tvey mál omaná. Steypið skuldi nú handast okkum,  men har var einki steyp, tí Sverri var rýmdur heim í bygdina við steypinum. Hann var keddur, tí VÍF ikki vann dystin og harvið steypið.  Alt spældi tó væl av, Sverri kom aftur við steypinum, sum varð  handað okkum. Sverri var ikki sørt errin, tá ið hann bleiv avmyndaður saman við neistaspælarunum. Tað regnaði henda dagin. (Vagnur)

{ 4 viðmerkingar }

magnus matras februar 24, 2010 tann 22:21

góður stílur :) hehe

karl erik reynheim februar 25, 2010 tann 19:56

Góð søga – Sverri man vera av mest heilhjartaðu hondbóltsáskoðarum nakrantíð !

Á jóansøku á Tvøroyri í 1977 hendi nakað líknandi. Eitt steyp, sum varð givið til ognar til vinnandi 10-mannafarið – óivað tí at Suðuroyingurin hevði vunnið stórt á undanfarnu stevnunum – hvarv við honum, sum hevði latið steypið, tá Havnarbáturin vann róðurin.
“Den glade giver” sendi tó steypið til Havnar við postinum aftaná jóansøku !

Ringt at uppliva tá stórar vónir um sigrar eru brostnar – tað kenna vit øll til, uttan tó at ríma við steypinum ! Hevði tú rímt við tí ?

Finn Bjørn Guttesen februar 26, 2010 tann 13:22

Eg minnist væl handan dystin. Tað regnaði av grimd. Vøllurin var eitt stórt runudíki. (Áðrenn asfalt). Og so varð farið út á Centrum Cafeteria at feira. Citrónvatn og chips!

stteinbjørn februar 27, 2010 tann 09:06

Henda dystin nevnir gubbi mín í Vestmanna, Heini Johansen, altíð, tá vit hittast. Gloymir ikki rokið, ið var aftaná. Heini er, hóast nógv ár í Vestmanna, neistaviðhaldsmaður.

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: