Víðka bestu deildirnar? – Limafundur tekur avgerð eftir kappingarlok

eftir Vagnur tann 23/02/2010

Ymsar eru meiningarnar, um núverandi skipan skal varðveitast ella ikki. Starvsnevndin í HSF tekur onga avgerð fyrr eftir lokna kapping. (Mynd Vagnur)

Starvnevndin í Hondbóltssambandinum samtykti í gjárkvøldið 22. februar, at eingin avgerð verður tikin um uppflyting og niðurflyting í bestu deildunum fyrr enn á limafundi eftir kappingarlok í vár. Undirritaði hevur hesa viðmerking til hesi tíðindi. Tá ið kappingin byrjaði í heyst kendu øll feløg, spælarar og fjølmiðlar treytirnar. Tí er ógvuliga óheppið, um feløgini í vár samtykkja at víðka Sunset deildina og Atlantic Airways deildina við einum ella tveimum liðum. Niðurstøða mín er, at skulu broytingar gerast í kappingini, so mugu liðini spæla seg til pláss í deildini, og tí kann møgulig broyting ikki fara fram fyrr enn kappingarárið 2011/2012. Umráðandi, at trúvirði til hondbóltsspælið ikki viknar millum manna. Fyri trimum árum síðani samtyktu feløgini núverandi skipan, sum hevur riggað ómetaliga væl. Nú eru tey trý árini farin, og skipanin skal eftirmetast. (Vagnur)

{ 18 viðmerkingar }

Svein Rógvi Nielsen Ljósstein februar 23, 2010 tann 12:52

Hví bíða við at taka eina avgerð. Er tað fyri at bíða eftir hvør tað er, sum skal niður í 1 deild.???
Vit hava ikki haft eina so spennandi kapping sum akkurat í ár, vanti heldur ikki at um eitt lið flytur niður, at viðkomandi felag doyr út, um tað er tað sum fólk eru bangin fyri.

Niels Nattestad februar 23, 2010 tann 16:00

Hey Vagnur

Royndarskipanin snúði seg ikki um upp- og niðurflyting, tí tann skipanin hevur verið galdandi í mong ár uttan at hava verið brúkt.
Tríára royndin snúði seg um skipanina av kappingini. Farið varð frá tí at býta stigini í helvt eftir grundspælið. Tað var einki annað, sum skuldi eftirmetast.

Birgir Poulsen februar 23, 2010 tann 18:08

Eg haldi tað er ótrúliga óheppið, um kappingin verður víðkað. Sum tú sigur Vagnur, missir Atlantic Airways kappingin nógv av sínum trúðviðri. Kappingin hevur ongantíð áður verið so jøvn og kappingarfør sum í ár, júst tí at liðini í niðara enda spæla um niðurflyting. Og fara tey niðastu liðini tí eisini at gera, at toppliðini móti kappingarenda koma at fáa mótstøðu frá teimum niðastu. Eitt nú sóu vit eitt VÍF-lið við góðum stríðsvilja basa Neista-liðinum, ið annars hevur verið næstan einaráðandi hetta kappingarárið. StÍF, ið hevur havt eina heldur slaka gongd í seinastuni, vann við nógvum málum móti Kyndli, ið júst hevur spælt steypafinalu.
Hetta frøir mítt hondbóltshjarta, at kappingin er so hørð. Ert tú ikki væl upplagdur til dystirnar, kanst tú vera sikkur í at mótstøðuliðið vinnur.
Eitt annað, ið eisini er sera gott við hesum er, at støðið hækkar. Tann fysiski formurin má forbetrast fyri at kunna vera við í kappingini um, fyri tað fyrsta eitt finalupláss, og fyri tað næsta at ikki at flyta niður.
Um kappingin verður víðkað til 7-lið, hvørvur botnstríðið, ið hevur alt at siga fyri eina spennandi og harða kapping í bæði toppi og botni. Og hvør veit, skulu vit síðani til at bíða 10 ár afturat, fyri at vit síggja eitt lið, ið kemur at banka uppá dyrnar til AA-deildina. Skal hetta kjak tá aftur takast upp – hvussu synd tað er um okkurt av feløgunum tá flytur niður??

Eg haldi, at kappingin ikki skal víðkast og sjálvandi skal Team Klaksvík upp í bestu deildina, um teir vinna ta næstbestu deildina.

Eitt annað ið er áhugavert, er, at síðan skipanin kom við at man skuldi spæla finalur, hevur, um eg minnist rætt, einki lið vunnið meistaraheitið, ið hevur ligið nummar eitt áðrenn kappingarlok. Tað eina árið var StÍF langt á odda, og Neistin kempaði fyri at koma í finaluna, síðan var tað VÍF ið lá á odda, har H71 at enda kom í finaluna. Í báðum førum vann tað liðið, ið hevði kempað fyri at náa tí seinna finaluplássinum.

Hetta kemur vónandi at broytast, og er tað her eg meti, at botnstríðið, sum nú er komið, hevur nakað at siga. Vanligt var, at liðinum í ovara enda vunnu á botnliðunum, tí hesu høvdu einki at spæla um, men nú tá ið niðurflyting stendur upp á spæl, vinnur sjálvt tað niðasta liðið móti tí ovasta, og tí er kjansurin fyri, at toppliðið fellir í konsentratión, minni.

VH Birgir Poulsen

Jústines Justinussen februar 23, 2010 tann 22:52

Fyrst av øllum vil eg ynskja Neistanum til lukku við sigrinum í steypafinaluni.

Síðan til kjakið um framtíðina hjá AA og Sunset.

Tað er áhugavert og gott at fleiri og fleiri melda seg í kjakið um hondbóltin í Føroyum. Eg gangi út frá, at øll vilja hondbóltinum tað besta. Men tað eru ymiskar meiningar, um hvat er tað besta fyri hondbóltin.

Rættiliga nógvar viðmerkingar og meiningar eru komnar fram í kjakinum. Men eg eri sera harmur um, at tær blíva vekk á tykkara heimasíðu. Tey, sum koma inn í kjakið nú, síggja bara tær allar nýggjastu viðmerkingarnar. Tað er harmiligt, tí tær elstu eru minst líka so áhugaverdar, sum tær seinastu.

Vagnur, kanst tú savna allar viðmerkingarnar um hondbóltin í eitt tema á heimasíðuni, soleiðis at vit kunnu síggja alt frá fyrst til síðst?

Og so til kjakið.

Eg havi áður viðgjørt Sunset. Hesaferð verður tað mest AA.

Eg loyvi mær at taka fram niðanfyri standandi brot, sum Vagnur Michelsen skrivaði í einari leikskrá hjá Stíf kappingarárið 2003/2004, og sum var endurprentað til dystin millum Stíf og Neistan 7. februar í ár:

“Spurdur um hvussu framtíðin er hjá hondbóltinum í Føroyum, so er svarið stutt og greitt, at vit mugu arbeiða við hond og fót, so hondbóltsfamiljan ikki gerst minni. Á Strondum og á Skála er eingin vandi við mans- og kvinnuhondbóltinum, men seks manslið í 1. deild (AA og Sunset) er alt ov lítið. Minsta mark er átta lið.”

Eg eri samdur við hesum, sum Vagnur sigur í okkara leikskrá í 2003/2004. Ynskiligt hevði verið, at tað vóru 8 lið í AA, men hetta letur seg tíverri ikki gera júst nú. Tað harmar meg tó Vagnur, at tú hevur skift meining. Ert tú nøgdur við hondbóltsfamiljuna í dag, og skulu vit berjast við hond og fót fyri at halda henni niðri á hesum støðinum? Er tað ikki ynskiligt at víðka AA hondbóltsfamiljuna nú, tað er møguligt?

Eg meini í hvussu so er, at vit eiga at arbeiða við hond og fót fyri at hondbóltsfamiljan veksur heldur enn minkar. Vit eru í harðari kapping við fótbóltin, annan ítrótt og so nógv annað. Tað ræður um at koma væl burturúr hesari kapping. Júst nú hava vit møguleika fyri at økja AA familjuna up í 7 lið. Vit hava í dag 7 feløg, sum taka hondbóltin í álvara. Vit hava ongantíð havt so spennandi kapping í AA sum í ár. Um vit síggja burtur frá Neistanum, so eru 5 lið púrasta jøvn. Øll kunnu koma í finaluna og gerast meistarar. Skal eitt av hesum flyta niður !!!!

Fleiri viðmerkjarar, sum eru ímóti at økja AA deildina, siga at hondbólturin í bestu deildini verður óseriøsur, um ongin flytur niður. Tað passar ikki. Vit hava onga niðurflyting havt í eg veit ikki hvussu nógv ár, og hondbólturin hevur verið alt annað enn óseriøsur, og vit hava havt sera góðar kappingar. Tað hevur í hvussu er ikki verið niðurflytingar vandin, sum hevur verið drívmegin hjá leikarunum. Øll, sum leika í bestu deildini, vilja vera so ovarliga á stigatalvuni sum møguligt.

At Team Klaksvík kemur við í mans-hondbóltsfamiljuna er sera gleðiligt. Manshondbóltur var jú útideyður í Klaksvík. Men eg skilji teir ikki, tá teir siga, at teir tíma illa upp í AA um ongin rykkir niður. Álvaratos tað kunnu tit ikki meina. Tað er jú í fínasta lagi, um vit kunnu leika hondbólt á hægsta støði í 7 feløgum. Tað eiga vit at gleðast um. Um drívmegin hjá einum felagi fyrst og fremst liggur í skaðafrøðini um, at okkurt annað lið fer niður, so ríður man alt ov lágt. Eitt dansk orðatak sigur, ”success er god, men naboens fiasko er ikke at foragte”. Hetta má ikki vera mottoið hjá føroyskum hondbólti.

Ein sólskinssøga í føroyskum hondbólti er KÍF. Teir hava í fleiri ár ligið í botninum í AA. Men hóast tað, hava teir ikki verið óynsktir í AA av nøkrum. Sjálvt um tað hevur verið soltið við stigum, so hava teir givið øllum liðum skarpan gang alíkavæl, og teir hava ongantíð mist móti, og teir hava als ikki verið óseriøsir og oyðilagt nakað fyri hondbóltin – tvørturímóti. Øll hesi árini hava teir miðvíst bygt sítt lið upp til tað, tað er í dag, og nú hava teir eitt tað evnaríkasta liðið í AA, bygt upp av lokalum leikarum. Teir hava gjørt rætt. Til lukku við tí kollfirðingar. Soleiðis skal tað gerast.

Skal hondbólturin mennast í Føroyum, mugu vit arbeiða við hond og fót fyri at fáa fleiri upp í familjuna. Tað gera vit ikki við at sparka ein út, hvørja ferð ein kemur inn.

Heilsan
Jústines Justinussen

Vagnur Michelsen februar 24, 2010 tann 11:49

Havi ikki skift meining, Jústenes. At eg havi skrivað í eini leikskrá hjá StÍF, at ynskiligt var, at átta lið vóru í bestu mansdeild, so meini eg framvegis tað. Havi mangan víst á, at eg havi spælt í bestu deildini imóti TB, EB, Stjørnuni, SÍF og NSÍ, sum ikki eru til í dag. Ynski er sjálvandi altíð fleiri lið í bestu deildini, men tað merkir ikki, at vit ikki skulu hava kapping í botninum í bestu deildini. Havi framvegis tað meining, at tað er eingin “skandala”, um eitt lið spælir í 1. deild í eitt ár. Vil felagið nakað við besta liðnum, so setir felagið øll segl til tess at koma aftur í bestu deildina. VÍF kvinnur er gott dømi um hetta, og Kyndilskvinnur eru á veg aftur í Sunsetdeildina eftir eitt ár í 1. deild. Kanska síggi eg eisini kappingina frá einum fjølmiðlavinkli, tí eg havi skrivað um ítrótt í bløðum, arbeitt í sjónvarpi og útvarpi. Nú hevur Hondbóltssambandið gjørt av, at málið um framtíðina hjá Sunset og Atlantic Airways kappingunum kemur fyri á fundi eftir kappingarlok. Hetta er tí míni seinastu orð á hesum sinni um at víðka bestu deildirnar við einum ella tveimum liðum. Feløgini fáa seinasta orðið á fundi eftir kappingarlok.

Niels Nattestad februar 24, 2010 tann 15:49

Góði Kristian

Eg skal fortelja tær nakað annað. Finalur vórðu eisini leiktar fyri meira enn trimum árum síðan. Tað einasta, sum varð broytt tá, og sum skuldi eftirmetast eftir trimum árum, var tað, at kappingin varð broytt soleiðis, at nú vórðu stigini IKKI býtt í helvt eftir grundspælið longur.
Upp- og niðurflytingarskipanina hava vit havt í fleiri ár, men hon hevur ikki verið brúkt í 15 ár.
Tí er burturvið at brúka hana nú í ár, tá ið uppflyting av tilvild er veruleiki. Lat okkum heldur fáa øll 7 feløgini við í somu kapping, tí tað fer eftir míni allarbestu sannføring at menna hondbóltin meira enn, um eitt av okkara bestu liðum skal niður í næstbestu deildina. Tað verður deiligt at fáa klaksvíkingar við aftur millum tey bestu liðini. Tað fer at menna teir uppaftur meira.

Katrin á Neystabø februar 24, 2010 tann 19:48

Tað er at niðurseta ítróttarfólk og allan kappingaranda at melda út, at ein støða verður tikin á einum fundi í framtíðini EFTIR kappingina!
Menn spæla í bestu mansdeildini, tí teir dáma kapping! Tit drepa allan kappingaranda við hesum. Hetta er totalt óhóskandi. OG týdningarmest av øllum missir HSF alt trúðvirði. Hvat verður tað næsta? Hvør annar er ov góður til niðurflyting? Og hvat finnur HSF uppá tá?
Tað hevur heilt víst gjørt nakað fyri bestu fótbóltsdeildina, at eitt felag sum KÍ mátti flyta niður. Feløgini fara í framtíðini at kenna eitt størri press á sær, einki lið er sjálvskrivað og hetta mennir kappingarandan, ið er lívsæðrin í eini og hvørjari seriøsari kapping.

Hjalmar Petersen februar 24, 2010 tann 21:17

Púra samdur við Katrin. Liðini kenna fortreytirnar tá kappingin byrjar og soleiðis má tað jú vera. Hetta kappingarárið eru øll av tí fatan at upp og niðurflyting verður og tað má og skal ikki broytast nú. Ein møgulig broyting kann gerast til komandi kappingarár, um meiriluti verður fyri tí. Men enn einaferð. At broyta fortreytirnar nú er púrasta burturvið og óseriøst.

Niels Peter Bech februar 24, 2010 tann 21:54

Hey Vagnur,

Loyvi mær at taka eitt kut úr fundarfrásøgnin frá limafundinum 12. mai 2007:

Har var millum annað uppskot at víðka sunset-deildina úr 6 liðum til 8 lið, sum tað sæst so atkvøddi STíF ímóti at víðka deildina. (kanska tí Tjaldur stóð til at flyta niður?, tó kann leggjast aftrar, at vit komu stert aftur).

Sunset kappingin( Støðutakan fyri 8 ella 6 liðum)

JMM røddi um Sunset við 8 liðum. So nógvir leikarar sum gjørligt í landinum sluppu at spæla á hægsta støði. Innanhýsis dystir høvdu týdning her, tí tað vildi gera, at tey betru liðini vildu royna sínar ungu leikarar ímóti teimum veikaru liðunum. Tjaldur(NPB) segði, at tað hevði stóran týdning fyri Tjaldur at sleppa í Sunset.

Flemming(HSF og H71) helt at Sunset skuldi vera 6 lið- breiddin var í løtuni ikki til meira. Tað vildi gera fyrstu deildina meira áhugaverda, tí tá vildu trý lið(H71, Søljan og Tjaldur) kunna kappast um at koma uppaftur. Sama kapping skuldi vera fyri kvinnur og menn, og lands og steypakapping skuldi ikki blandast saman.

VÍF helt, at teirra felag hevði í øllum førum tikið 1.deildina í stórum álvara- hetta sum svar til, at røddir vóru frammi, um at deildin ikki varð tikin í nóg stórum álvara av fleiri liðum.

H71 helt at kappingin kundi byrja við 8 liðum til jólar. Síðan tveir bólkar eftir jól, sum kappingin í 2005-2006. StÍF helt, at støðið ikki var fyri 8 liðum í løtuni.
Hesum tóku Flemming og NPB undir við, tí neyðugt var at hava so stabilar kappingar sum gjørligt, tvs ikki broyta tær ár undar ári.
0 atkvøddu fyri 8 liðum í 2007-2008
9 atkvøddu fyri 6 liðum í 2007-2008
(Viðtikið varð eisini at deildirnar
sum minsta mark skuldu hava 6 lið)

Leisturin(felags fyri Atlantic og Sunset)
(Viðtikið varð, at sami leistur skuldi vera galdandi fyri Atlantic og Sunset í minsta lagi í 3 ár)

Viðtikið varð:

Dubult kapping við minst 6 liðum, har allir dystirnir telja líka.
Vunnin dystur 2 stig, javnur dystur 1 stig, taptur dystur 0 stig.
Eftir hesa dubultkapping verða finaludystir millum nr. 1 og nr. 2 í Atlantic og Sunset. Hesir verða spældir sum best av trimum.
Liðið sum endar nr.1 kann velja, hvar fyrsti dystur skal spælast, og nr.1 eigur ein møguligan triðja dyst. Nr. 3 í dubultkappingini fáa bronsumerkini.

Reglugerð fyri upp og niðurflyting

Lið í lægri deild kann bert flyta beinleiðis upp sum eittari.

Niðasta liðið í ovaru deildini flytur beinleiðis niður, um nr.1 í niðaru deildini kann flyta upp.

Um eittarin í niðaru deildini ikki kann fara upp, men tveyarin, verða dystir millum niðasta liðið í ovaru deildini, og tveyaran í niðari deildini. Hesir verða spældir sum best av trimum.

Um eittarin og tveyarin í einari lægri deild kunnu rykkja upp, so flytur sum omanfyri nevnt 1.arin beinleiðis upp og niðasta liðið í ovari deildini beinleiðis niður. Tveyarin í niðari deildini spælir so uppflytingardystir ímóti næstniðasta í ovaru deildini. Hesir verða spældir sum best av trimum.

Jógvan Martin februar 24, 2010 tann 22:05

Natte, ikki hevur tú púra rætt. Fyri trimum árum síðani var hurlivasi komin í handbóltskappingina. Starvsnevndin hjá HSF blandaði seg uppí, hvussu nógv lið skuldu vera í Sunset deildini. Hon avgjørdi at 8 lið skuldu vera í deildini. Tað gjørdist at satt kaos tað árið. Tá var tað at VB kom við uppskoti um at hava deildina við 6 liðum. Hetta skuldi so vera ein royndartíð í trý ár. Hetta varð samtykt. Hesi trý árini eru nú runnin, so nú er altso tíð hjá feløgunum, sum eru HSF, at taka spurningin upp aftur.
At reglan við at skera stigini í helvt eftir hálvrunna kapping eisini var samtykt tá, hevur einki við hetta málið at gera.
Tá var annars bert hugsa um Sunset deildina, tí hetta var eingin trupulleiki í Atlantic Airways deildini.
Nú er støðan broytt. Sunset hevur livað við hesi skipan í nøkur ár. Øll hava góðtikið hana.
Men nú tá Atlantic eisini sær út til at kunna koma í somu støðu, nú er galið.
Mín støða til henda spurning, er óviðkomandi, men minnist til, at tað er ikki kappingarnevndin ella stravsnevndin í HSF, ið ger av at broyta nakað sum helst. Tað kunnu bara feløgini gera.
Annars hava vit eina óføra kapping í ár, eins og vit hava havt nógv tey seinastu árini eisini.

Jón Kragesteen februar 24, 2010 tann 23:18

Eingin ivi er um, at øll, sum taka lut í hesum orðaskifti eru samd um eitt, og tað er, at tað skal gangast føroyskum hondbólti væl og at hann skal mennast. Men semja er ikki um, hvussu tað skal gerast.

Stórt sæð ber til at siga at áskoðaninar eru tvinnar:

Ein partur vil, at verandi reglur skulu ikki skulu broytast, t.e. at niðasta liðið í bestu deildini flytur niður og ovast í næstbestu deildini flytur upp.

Annar partur vil at vit skulu broyta skipanina her og nú, soleiðis at besta deildin verður víðkað og eingin niðurflyting verður.

Báðir partar hava góð argument fyri støðutakanini og argumentini venda øll tann vegin, at man vil hondbóltinum tað besta.

Starvsnevndin hjá HSF hevur valt at melda út, at hon tekur ikki stig til, at málið verður viðgjørt fyrr enn eftir kappingina. Ein ørsøk til tað er uttan iva, at tað hevði verið sera ørkymlandi at farið at viðgjørt henda spurning á einum limafundi júst nú, ið kappingin gongur upp á tað harðasta, samstundis sum at áskoðanirnar eru so ymiskar.
Vert er eisini at undirstrika, at starvsnevndin ikki hevur givið til kennar, hvørja støðu hon hevur í málinum – uttan tað, at hon vil bíða til eftir at kappingin er lokin.

Men, um feløgini eru ósamd við starvsnevndina í hesi støðutakan, so er einki í vegin fyri, at tey kunnu nýta sín demokratiska rætt at kalla inn til limafund at fáa málið viðgjørt – nær tað skal vera.

Við hondbóltskvøðu Jón Kragesteen

Hallur Danielsen februar 24, 2010 tann 23:35

Spurningurin eftir mínum tykki er, hvørjum endamálið tað tænir, at eitt av feløgunum, sum nú spælir í AA, næsta ár skal spæla í 1. deild. Hvat felag hevði fingið nakað burturúr tí? Onki! Rætt er, at stríðið um niðurflyting ikki hevði verið, men hvat gott fingu VB, TB, EB, Stjørnan, SÍF og Tjaldur burturúr tí tapta stríðnum.
Kundi hugsað mær at vita hvar KÍF var nú, um teir seinastu 6 árini høvdu spælt annað hvørt ár í næstbestu deildini.
Eisini hoyrdist frá Neistanum, at tað var mennandi fyri teirra ungu leikarar at hava møguleikan at spæla kappingina 2005/2006. Teir fingu 1 stig, men arbeiddu hart alt árið undir Claus Rasmussen og mentust nógv. Hevði tað verið betri um teir árið eftir leiktu í 1. deild? Vónandi hugsað tit í Neistanum um hetta.
H71 var meistari í fjør við einum liðið sum var bygd upp frá botni. Liði var aftast í 2006/2007 við 8 stigum. Hvørjum endamálið hevði tað tænt, at stegða tí menningini?
Tað vera ikki 10-12 feløg, sum tey næstu nógvu árini fara at bjóða til. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu haldað okkum til.
Tað er at fegnast um, at Team Klaksvík roynir at mennað eitt lið, sum kann kappast í AA deildini, men um tann menningin avhongur av, um okkurt annað felag má úr kappingini, so er tað líka vítt sum sítt.
At tosað um trúðvirði í eini kapping, sum onga upp- ella niðurflyting hevur havt í 10 ár, avhongur av at niðurflyting verður í ár, er høpisleyst. Hinvegin hevði trúðvirðið vaksið, um vit longu nú tóku eina avgerð um at vit vilja hondbóltinum væl og víkað AA deildina til 7 lið.
T.d. hevði tað givið StÍF og Kyndli møguleikan at bygt nýggj lið upp, eins og KÍF, H71 og Neistin hava havt tað. Eitt er víst, at tann menningin ferð ikki fram í 1. deild.
Leggjast kann afturat, at í Sunset deildini hava Kyndil og Søljan luttikið í eini vánaligari, óseriøsari kapping, sum hevur kosta eitt heilt ár í menning av ungum, evnaríkum leikarum. Tað tænir ongum.
Mín áheitan á feløgini er tí, at um hondbóltsambandið ikki ætlar at takað málið upp, so mugu tit gera tað. Avgerðin, sum flest øll eru samd um, at víkað kappingina, skal takast nú!

Sigrun Mikkelsen februar 25, 2010 tann 15:45

Haldi vit skulu halda okkum til evnið og ikki leggja persónar og feløg undir eitt. Um eg havi eina meining, merkir tað ikki, at Neistin sum felag hevur somu meining.

At grópa meiningar fram, sum onkur hevur havt fyri fleiri árum síðani, er heldur ikki hóskandi. Eg vóni, at um eitt hvørt sær út til at rigga betur enn eg hevði væntað, at eg so hevði tikið eina aðra niðurstøðu fleiri ár seinni út frá fleiri og nýggjari fortreytum.
:-)
Sigrun

Niels Nattestad februar 25, 2010 tann 17:22

Her er eitt yvirlit, sum sýnir, hvussu upp- og niðurflyting hevur verið praktiserað árini 1990-2006 (havi ikki 3 tey seinastu árini tøk)
1990 NSÍ niðast í niðurflytingarbólkinum við 10 stigum – flytur niður og VB upp
1991 VB niðast í niðurflytingarb. við 7 st – flytur niður, men eingin flytur upp
1992 Stjørnan niðast í niðurfl.bólk. við 5 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
1993 H71 niðast í niðurflyt.b. við 6 st – flytur ikki niður, men NSÍ flytur upp
1994 H71 niðast í niðurfl.b. við 2 st – flytur niður, men eingin flytur upp
1995 KÍF niðast við 8 st – flytur niður, og H71 flytur upp
1996 Stjørnan niðast við 8 stigum – flytur niður med alla, KÍF flytur upp
1997 KÍF niðast við 10 st – flytur ikki niður, eingin flytur upp
1998 Neistin niðast við 1 st – flytur ikki niður, men Tjaldur flytur upp
1999 Tjaldur niðast við 0 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2000 Tjaldur niðast við 3 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2001 Tjaldur niðast við 6 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2002 KÍF niðast við 8 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2003 Tjaldur niðast við 4 st – flytur niður eftir egnum ynski, men eingin flytur upp
2004 KÍF niðast við 9 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2005 Neistin niðast við 8 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp
2006 Neistin niðast við 1 st – flytur ikki niður, og eingin flytur upp

Sum tað sæst í yvirlitinum, so hevur eingin reel niðurflyting verið síðan 1996, tá ið Stjørnan flutti niður og ongantíð kom afturíaftur.
Hetta yvirlitið átti at gjørt tað greitt fyri øllum, at tað er heilt burturvíð at tveita eitt av 5 sera jøvnum liðum niður í eina deild, har ið spælast skal móti eykamonnum!!

Niels Peter Bech februar 26, 2010 tann 00:17

Gott kvød

Eg meini, at tað er at halda Team Klaksvík (menn) og Kyndil (kvinnur) fyri tað turra spátt at koma við tí kjakinum, um at víðka AA/Sunset deildirnar í ár.
Haldi, at kjakið eigur at vera í ár. Ein møgulig niðurstøða á einum limafundi, um tað skulu verða 6, 7 ella 8 lið í deildunum, eigur at koma í gildið eftir kappingarenda komandi ár.

Men fyri at fáa økt áhugan enn meira fyri hondbóltinum, kundi niðanfyri broytingar verði gjørdar:

Øll AA og Sunset liðini spæla hvønn sunnudag kl. 15, tá hesir dystir eru lidnir uml. kl. 16.30 so spælir 1. deild.
Hetta er ein broyting frá í dag, har AA og Sunset- liðini fylgjast, tí eftir uppskotinum, so fylgjast AA og 1. deild (menn), meðan tað sama er ikki galdandi fyri kvinnurnar. Hetta fer at gera at meira áhugavert at hava eitt 1. deildarlið og lættari fyri tey, sum fáa lítla spælitíð hjá AA/Sunset.

Eisini eiga A-dómarar at døma dystirnar hjá 1. deild

Eitt minsta aldursmark skal setast fyri leikarar sum spæla við 2. deild kvinnur/menn.

Unglingar (gamla aldursmarkið) M/K spæla leygardag

Og broyta G/D 17 aftur til D/G 16

Sum sagt, so er hetta bert eitt uppskot

vh
Niels Peter Bech

Hallur Holm mars 1, 2010 tann 11:16

Upp- og niðurflyting millum deildir er av fyrstan tíð ikki innført fyri at skapa spenning og skerpa kappingina. Nei hetta er innført av tí simplu orsøk, at øll lið ikki rúmast í bestu deildini. Hitt er ein hentur síðuvinningur.

Men soleiðis er ikki í Føroyum. Her er so mangt øðrvísi. Her er rúm fyri øllum í bestu deildunum – í øllum førum reint numeriskt. Og størsti trupulleikin við niðurrykking er, at einki er at rykkja niður til!!

Síggi fyri mær, at Stíf og VB spæla sekundahondbólt næsta vetur, men dugi ikki á nakran hátt at síggja, hvussu hetta gagnar føroyskum hondbólti. Dugi bara at síggja, at hetta máar enn meira av landafrøðiligu hondbóltsføroyum.

Vil mann føroyskum hondbólti væl, droppar mann niðurflyting, so leingi einki er at flyta niður til!

sophus mars 1, 2010 tann 14:10

Hey Hallur

Sera góð og grundað grundgeving. Hugsi at føroyskur hondbóltur, meira enn nakrantíð, tørvar umboðan úr øllum Føroyum.

Tann mótsatta argumentatiónin, tann hjá t.d. Vagni, Hjalmar (Neistin), Niels (Tjaldur)Christian og Fríðin (Team Klax) v.m. umboða, tekur ikki hædd fyri hesari argumentatiónini, men heldur ein einvegis áskoðan um at hava rætt her og nú, teir hugsa, eftir mínari metan, ikki uppá langt sikt, hvussu menningin og útbreiðslan av føroyskum hondbólti fer best fram.

Palli Joensen mars 2, 2010 tann 17:22

Upp- og niðurflyting

Gott og í nógvum førum væl undirbygt kjak viðvíkjandi upp- og niðurflyting. Kjakið hevur áhuga fyri meg sum venjara. Í ár í 1. deild hjá kvinnum.
Kjakið kann tó í fleiri førum tykjast í so trongskygt.

Ongin er ósamdur í, at kappingin í mansdeildini í ár er vorðin ógvuliga spennandi og samstundis ræðandi, orsakað av vandanum fyri at rykkja niður.

At ótti er fyri at rykkja niður, skilji eg so avbera væl, tí at koma niður í 1. deild og vilja spæla hondbólt, vil kennast sum eitt veldugt bakkkast. Serliga hjá kvinnum. Hjá kvinnunum er í øllum førum ongin verulig kapping. Vit, Sóljan hava einans spælt tveir dystir higartil í ár. Her eru 3 lið eftir.
Stór feløg, sum vilja hondbóltinum væl, hava tikið liðini úr aftur. Neistin, Stjørnan og Tjaldur!!!! Stór feløg, fremst í Sunset kappingini. Øll góð við hondbóltin….

Eftir at eg í nógv, nógv ár havi verið venjari í 4 ymiskum feløgum bæði hjá monnum og kvinnum, so haldi eg, at ein eigur at vera sera varin við niðurstøðum. Kringumstøðurnar hjá ymsu feløgunum kunnu vera sera ymiskar og kunnu við stuttum skotbrái broytast óalmindiliga nógv. Kanska í styttri tíðarskeið. Treytirnar hjá kvinnum og monnum tola væl at vera ymiskar.

Eins væl og reglugerðir kunnu vera neyðugar og gagnligar, so kunnu tær ofta eisini kennast sum ein kleppur um beinið, soleiðis at frægast er heldur bara at bukka beinini. Mangar avgerðir og reglugerðir vóru aldri samtyktar um ein visti trý ár fram, og tó ynski eg ikki eitt Wild West.
Pástandurin um, at øll vilja vera góð við og økja um hondbóltsfamiljuna, kann av og á kennast sum orðingin : ” man tuktar, tann man elskar”.

Samanumtikið: Eg haldi, at so leingi kappingin hjá monnum og kvinnum í 1. deild ikki evnar betri hondbóltsspælarar, so verður tað meiri hóttanin og harvið óttin um nakað vánaligt fyri framman sum skapar ”motivatiónina” at fara til venjing ella spæla dyst. Hugaligari er tað við einum góðum brellbita sum Sunset ella AA. Hvat vil geva betri úrslit, kan hvør einstakur sjálvur/sjálv avgera.

Tað gagnar ikki, bara at leggja ein part av kabalini. Met um fyrimunir og vansar. Legg síðan alla kabalina.Gongur hon ikki upp, so kann vera neyðugt at víkja frá princippum. Eisini tað kann koma aftur um brekku.
Til seinast: hóast ein leistur at virka eftir verður valdur fyri mansdeildina, so er sjálvandi ikki givið, at hesin virkar til kvinnudeildina.
Fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Jørgen Gaarskjær segði einaferð: ” við ikki at gera mun á fólki, so gert tú mismun.”

Hvat ynskir Sóljan? Sóljan hevur onki ímóti at taka eitt ár afturat í 1. deild, men als ikki undir verandi umstøðum. Vit hava ein góðan breiðan hóp, eisini við evnaríkum ungum leikarum, men sum ongar dystir fær og tó møtir trúliga upp til venjing. Eina nevnd, sum virkar væl.
Hesi fólk eiga at fáa størri virðing, tað er ikki teirra orsøk, at kappingin ikki virkar. Hesa virðing eiga tey, ið vara av hondbóltinum at vera við til at skapa og geva teimum røttu karmarnar. Møguliga við at broyta reglugerðina .

V.h.
Palli Joensen

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: