Birgir Sondum er arbeiðssamur perónur, hann hevur nógv jørn í eldinum og altíð á ferð. Hann eigur frálíkt myndatól, sum hann keypti sær í Grønlandi. Eg skrivaði í fimm ár til heimasíðuna www.drekin.fo, og har høvdu vit fleiri myndafólk á stevnunum. Á goymluni hjá heimasíðuni eru 20.000 ymsar róðrarmyndir. Skalt tú skriva um ítrótt, eru myndirnar helvtina av avrikinum. Ein mynd er eisini ein søgu. Eg vendi mær til Birgir Sondum fyri nøkrum viku síðani og spurdi hann, um heimasíða Neistans kundi fáa myndir frá honum. Svarið var:” Vit arbeiða jú øll til tess at gera hondbóltsspælið áhugavert. Gamaní. Birgir og eg hava so samstarvað um myndir, og fer Birgir eftir ávísum “motivum”, sum eg havi áhuga í. Hevur tú áhuga at taka myndir og vakið myndaeyga, eru “motivini” óendalig. Myndin omanfyri er frá steypafinaludystinum millum Kyndil og Neistan og er frálíkt dømi um vakið myndaeyga. Takk fyri samstarvið Birgir Sondum. (Vagnur)





{ 2 viðmerkingar }
Heilt fantastiskt samstarv
har kunna vit læra nógv
Heilt fantastiskt arbeitt tit báðir
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.