Kunning: Fríggjadagin í seinastu viku skutu teir seinasta skotið á hallarøkinum við Landavegin. Nútímans borivognurin er koyrdur til viks, og maðurin í borivogninum koyrir nú gravmaskinu. Knúsarin á økinum hoyrist langar leiðir, teir knúsa nú somikið av gróti, at nógmikið er at slætta økið. Arbeiðsformaðurin segði í dag, at teir hava ov nógv av gróti, sum fer av økinum til aðra verkætlan. Fólk spyr, hvussu við sjálvari høllini, tá ið Articon um nakrar vikur er liðugt at gera økið byggibúgvið? Ein týdningarmikil politiskur knútur er at loysa við Tórshavnar kommunu. Fyrr enn hesin knútur er loystur, sleppa vit ikki víðari við verkætlanini. Men vit eru vís í, at alt kemur við tíðini á pláss, tí vit merkja á øllum mótum, at fólk eru fegin um, at høll eisini kemur í vesturbýnum í Havn. (Vagnur)








Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.