Neistaáskoðararnir vóru ótrúligir leygardagin

eftir Vagnur tann 15/02/2010

Neistaáskoðarar vóru í góðum lag leygardagin. (Mynd Birgir Sondum)

Neistin vann steypadystin ímóti Kyndli, men hesuferð vann Neistin eisini dystin á áskoðaraplássinum. Hetta merktist longu, tá ið frásøgufólkið segði navnið á spælarunum. Haldi, at kyndilsáskoðararnir hesuferð vóru tamari enn neistaáskoðararnir. Kanska vóru teir ivasamir um úrslitið.  Ein steypafinaludystur er nakað serligt, sjáldan tað stóra hondbóltsspælið, tí nervar, ja, og tað at spæla fyri so stórari áskoðarafjøld er ikki dagsins kostur hjá spælarum. Í dystinum millum kvinnuliðini hjá Stjørnuna og VÍF vóru litirnir reyðir og gulir, í mansdystinum vóru gulu og reyðu litirnir skiftir út við blátt og grønt. Túsund takk til neistaáskoðararnar fyri 100% stuðul í steypafinaluni. Stuttligt at síggja so nógvan bláan lit til ein hondbóltsdyst. Leygardagin vóru neistaáskoðararnir ótrúligir. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: