Glaðir Neistafjepparar eftir dystin. Á myndini eru, ovast frá vinstru: Jóhan Petur Holm, Rani slættanes; Bjarki Dalsgarð, Bogi Berg. Niðast frá vinstru: Helgi Justinussen, Ári Rouch, Roar Dalsgarð og Djóni Højgaard (mynd: Rúni Joensen, VÍF)
Tað var ikki bara í Føroyum, at fólk í gjár kundu síggja steypafinaluna millum Neistan og Kyndil.
Í kamarinum hjá Rana Slættanes á Oyrasundi savnaðust í gjár eini 15 neista og kyndla útisetar at hyggja at dystinum.
Fyri einum ári síðani savnaðust fleiri av hondbóltsáhugaðu útisetunum í Keypmannahavn at hyggja at steypafinalunum. Tiltakið eydnaðist somikið væl, at tá mansfinalan aftur í ár skuldi standa millum Neistan og Kyndil, var tiltakið endurtikið.
Leingi var tó ivasamt, hvussu fór at vera, tí tað riggaði ikki síggja kringvarpið á netinum. Dúgliga var bæði ringt og skriva til Føroya at fáa alt í rætt lag, og beint áðrenn mansfinalan varð bríkslað í gongd bragdaði, og menn kundu sostatt síggja hondbólt.
Kamarið hjá Rana Slættanes í G bygninginum á Oyrasundi var fult við fólki. Umleið helt um helt neista- og kyndlafjepparar sótu kroystir saman, teir flestu í lætnir í ávíkavist blátt og grønt. Gott lag var á monnum, og sjálvt um kyndlamenninir eftir dystin vóru nakað kúrrir, var talan um eina sera hugnaliga løtu við hondbóltspráti og reypi.






{ 5 viðmerkingar }
Frálíkt!
Har var gott lag! Og eftir, at tað gjørdist greitt at Neistin vann finaluna var ikki langt millum snapsirnar!
Sera góð mynd
Hattar var eitt super kvøld:) Um eg minnist rætt brotnaði songin hjá Rana, tá 4-5 neista menn dansaðu sigursdans á henni, eftir seinasta bríkslið
Takk fyri seinast tit allir og til lukku Neistin! Hetta var frálíkur stuttleiki
Tvær nóg spennandi hondbóltssteypafinalur, har alt gekk efir vild. Knøini á neistafjepparunum standa enn eftir í rygginum á okkum !!:-)
Og Rani, mást tú so reiða tær ból nú ?
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.