Fyri trimum árum síðani viðtók Hondbóltssambandið núverandi leistin við seks liðum í Sunset kappingini og seks liðum í Atlantic Airways kappingini við møguleika eisini at flyta í lægri deild. Trý ár eru liðin, og kappingarleistin skal endurskoðast. Í mínari verð er ógvuliga umráðandi, at vit ikki bíða at endurskoða kappingarleistin til eftir kappingarlok og ógvuliga umráðandi, at hondbóltskappingin ikki missir trúvirði millum manna.
Áhugavert kjak hevur verið á heimasíðuni seinastu vikurnar um landskappingina í bestu deildunum. Undirritaði skrivaði stutta grein um evnið, og skjótur var StÍF leiðarin Jústenes Justinussen við drúgvari grein, sum eisini fekk nógvar frálíkar viðmerkingar.
Tað eg førdi fram frá byrjan var, at vit mugu hava ein kappingarleist, har spenningur bæði er í toppinum og botninum í kappingini. Hetta mennir hondbóltin, og fjølmiðlarnir sýna tá størri áhuga fyri kappingini. Havi eisini ført fram, at tað er eingin “skandala” at flyta í lægri deild í eitt ella tvey ár, um tú ikki júst í hesum tíðarskeiði hevur manningin at standa seg í bestu deildini. Harnæst kann eisini henda, at lið í niðara enda, og sum kanska ikki hava nógv at spæla um eftir árskiftið, koma at gera av, hvørji lið koma í finaluna at spæla um FM-heitið.
Eisini førdi eg fram, at hondbólturin má ikki missa trúvirði millum manna. Í løtuni stríðast fimm lið í Atlantic Airways kappingini um at koma í finaluna og harvið kappast um FM-heitið, men tey stríðast sanniliga eisini um ikki at flyta niður í 1. deild. Bara trý stig er millum topp og botn. Ja, VÍF venjarin er farin úr starvi júst við endamálinum at geva vestmenningum møguleika at venda gongdini. Og VB er farin til Litavia eftir gamla kvinnuvenjaranum og góðum spælara við endamálinum ikki at flyta niður í 1. deild.
Trúvirði rýkur millum manna, um vit so eftir kappingarlok við pennastroki bara víðka deildirnar. Av royndum eri eg vísir í, at hava vit ikki niðurflyting við í kappingarleistinum, so fáa vit stórar trupulleikar. Kappingini í niðar enda kann við ársskifti gerast ein deyð sild.
Siga vit, at tildømis VÍF ella VB, sum nú liggja niðast í kappingini, ikki kundu flyta niður í lægri deild, so var VÍF venjarin ikki farin úr starvi, og VB hevði ikki brúkt pening at útvega venjara og góðan spælara úr Litavia.
Tá ið alt omanfyri er sagt, so skilji eg ógvuliga væl kvinnurnar úr Sandavági, sum hava vant síðani juli mánað í fjør og sleppa ikki at spæla hondbólt, tí Stjørnan, Tjaldur og unga neistaliðið ikki spæla sínar dystir í 1. deild. Eg skilji eisini væl leiðsluní VB, sum stúrir fyri gongdini, um VB fer niður í 1. deild. Men mín áskoðan er, at kvinnuhondbólturin hevur somikið djúpar røtur í Vági, at kvinnuhondbólturin fer ongan veg. Nevni eisini kyndilskvinnur sum seinasta kappingarár ongan dyst vunnu og nú eru á veg aftur í Sunset kappingini. Og ikki at gloyma VÍF kvinnur, sum vóru og vendu í 1. deild, og eru komin sterkt aftur við ungum spennandi liði.
Mín persónliga niðurstøða er, at vit skulu fyri alt í verðini varðveita núverandi leistin. 1. deildin hjá monnum hevur riggað væl í vetur, og liðini hava spælt allar sínar dystir. Vit skulu bara strika U23 hjá kvinnum, og HSF skal beinanvegin kalla allar kvinnuleiðslur í landinum til fundar, so vit komandi kappingar hava eins góða 1. deild hjá kvinnum sum hjá monnum. Tá verður hugaligt hjá kvinnunum eisini at spæla hondbólt í 1. deild. Tí víðka við kanska Sunser deildina til átta lið, hvør skal so spæla í 1. deild. Fái bara eyga á eitt lið, og tað eru “gomlu” neistakvinnurnar. (Vagnur)





Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.