Danin Emil K. Jakobsen, sum nú er knýttur at mansbólkinum hjá Neistanum, fer eisini at venja málmenninar hjá felagnum. Í kvøld kl. 21-22 verður fyrsta málmansvenjing í Hoyvíkshøllini, har Emil og Ári fara geva frá sær málmanssnildir, sum teir brúka í málinum. Allir málverjar í eldru deildum og niður til og við dreingir og gentur 14 ár eru vælkomnir til málmansvenjingina. Øll skulu hava skift í málmansklæði klokkan 20.45. Í stuttum práti í góðveðrinum í morgun sigur Emil, at tað er ógvuliga ymist, hvussu donsk feløg venja málmenninar. Í summum feløgum er málmansvenjari knýttur at spælarahópinum, meðan onnur feløg ikki hava málmansvenjara. Kemur tú á landslið undir Dansk Håndboldsforbund, tað veri seg á yngri ella á eldri landslið, so er altíð málmansvenjari knýttur at landsliðnum. (Vagnur)







Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.