H71 venjarin – mær dámar ótrúliga væl í Hoyvík

eftir Vagnur tann 08/02/2010

H71 hevur júst spælt javnleik 28-28 ímóti Kyndli. St.f.v: Andras Poulsen, liðleiðari, Johan Danielsen, hjálparvenjari, Esbern Patursson, Gunnar Bláberg, Bogi Krossteig, Karolis Danys, Poul Kjartan Dam og Kári Nielsen, venjari. Húkandi f.v: Lars Tornefeldt, hjálpari, Dánjal Tórgarð, Tróndur Vatnhamar, Jens á Skipagøtu, Janus Sørensen og Rúni Højgaard. (Mynd Birgir Sondum)

Kára Nielsen er eina av okkara bestu og royndastu venjarum bæði í fótbólti og hondbólti. Longu sum 24 ára gamal gjørdist hann spælandi fótbóltsvenjari í Leirvík, og í 1987 kom hann at venja besta liðið hjá Kyndli. Sum spælari og venjari hevur hann vunnið mangt meistaraheiti í fótbólti, hondbólti, flogbólti og badminton, og seinasta kappingarár megnaði hann at vinna fyrsta meistaraheitið til H71 í bestu mansdeild. Nú stríðist Kári til tess at fáa H71 enn einaferð í finaluna um FM-heitið. Vit hitta venjaran.

– Drívmegin hjá mær hevur óivað verið, at eg frá ungum árum havi dámað ómetaliga  væl at kappast. Eisini havi eg  havt dugnaligar venjarar serliga í fótbólti, milluma annað Johan Nielsen og fleiri í hondbólti. Á ungum árum spældi eg fótbólt, hondbólt, badminton, flogbólt og borðtennis, men víð tíðini øktust krøvini til ymsu ítróttagreinirnar, so eg mátti velja.

– Fyrsta veruliga venjarastarvið byrjaði í Leirvík í 1982, tá ið eg gjørdist spælandi fótbóltsvenjari hjá LÍF. Í 1987 var kekkoslovakiski venjarin Igor Kmec givin í Kyndli, og tá tóku Birgir Hansen og eg, sum elstir á liðnum, yvir. Kyndil vann FM-heitið hetta árið 1987/88.

Í 2002/03 gjørdist eg aftur venjari hjá Kyndli saman við Jacob Jónson, og vunnu vit steypakappingina. Árið eftir tóku Birgir og eg yvir eftir at ein dani gavst í miðari kapping, hetta árið vunnu vit FM-heitið. Siðani vandu vit besta lið hjá Kyndli tvey tey næstu árini, har vit endaðu við at vinna FM í 2005/06.

Í fótbólti havi eg eisini vant besta og næstbesta mansliðið hjá HB og virka sum hjálparvenjari í B36. Tú spyrt meg, hvør høvuðsmunurin er at vera hondbóltsvenjari og fótbóltsvenjari. – Hondbóltsspælið gongur ógvuliga skjótt fyri seg við nógvum málum og stórum “intensiteti”, og sum hondbóltsvenjari ert tú ein størri partur í sjálvum spælinum enn í fótbólti.

                                                            Trý ár í Hoyvík

Í mai mánað eru trý ár liðini, síðani Kári tók við venjarastarvinum í H71. Honum dámar ómetaliga væl í Hoyvík, og hann rósar leiðsluni í felagnum.

– Umstøðurnar hjá venjarunum í H71 eru góðar. Eg havi sjálvdan áður merkt slíkan áhuga í venjarastarvinum, sum í H71. Leiðslan er góð og gevur venjara og leikarum góðar rammur at virka undir. Hæddarpunktið var sjálvandi, at vit vunnu FM-heitið seinasta kappingarár. Harafturat vann 2. deildarliðið tvey á rað, meðan unglingarnir eisini hava verið í toppinum trý tey seinastu árini.

Mangan er torført at halda “dampin” uppi til næstu kapping, tá ið FM er vunnið. Fleiri stuðulsspælarar, millum annað Halgir Dahl Olesen, góvust eftir seinasta kappingar. Felagið hevði ætlanir um at fáa spælarar inn at styrkja um hópin, men av ymsum orsøkum hendi tað ikki. Tí byrjaðu vit hetta kappingarár við einum alt ov ungum og óroyndum liðið, ja, vit máttu byrja mest sum av nýggjum. Hetta var ógvuliga strevið og ikki bestu umstøður hjá venjarum og leikarum eftir at hava vunnið FM-heitið.

– Nú eru vit komin hartil í kappingini, at H71 liðið við tíðini er vorðið meira stabilt, og vit eru framvegis við í kappingini um at koma í finaluna og harvið spæla um FM-heitið.  Spælararnir eru góðir at fáast við, og mær dámar væl venjarastarvið, sigur Kári Nielsen at enda.

H71 liggur í løtuni nummar tvey, og við Kára við róðri skulu vit rokna við, at H71 er gott boð um at spæla finaludystirnar um FM-heitið, sjálvt um fleiri dystir eru eftir at spæla. Seinasta kappingarár hendi tað, at meðan fleiri av hinum liðunum mistu flogið í seinni hálvu, mentist H71 viku eftir viku. H71 vann tí uppiborið FM-heitið í fjør. Spurningurin er so, um Kári megnar at endurtaka bragdið og spæla H71 í finaluna enn einaferð. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: