KÍF venjarin – mær dámar best skjótt og álopskent spæl

eftir Vagnur tann 05/02/2010

Besta mansliðið hjá KÍF. St.f.v: Jan Ottosen, venjari, Tony Weyhe, Andrias Nielsen, Bergur Lützen, Daniel Dahl-Olsen, Niklas Reginsson, Gert Hansen og Ási Dam. Húkandi f.v: Jákup Trygvason, Ingi V. Johannesen, Rógvi Weihe, Ognjen Latinovic, Regin Petersen, Teitur Joensen og Suni Johannesen. (Mynd Birgir Sondum)

33 ára gamli danin Jan Ottosen hevur í vetur sett sítt fingramerkið á føroyskan hondbólt. KÍF tapti fyrstu fimm dystirnar, men so bragdaði av álvara hjá kollfirðingum, og nú eru teir við í kappingini um pláss í finaluni um FM heitið. – Føroyskir spælarar hava kanska ikki so góðan bóltførleika sum tildømis danir, men harafturímóti sýna føroyskir spælarar nógv størri spæligleði og stríðsvilja í venjingini og dysti, sigur Jan.

– Eg havi verið hondbóltsvenjari, síðani eg var fimtan ára gamal. Summi ár vandi eg fleiri lið, ja, eitt ár vandi eg ellivu ymisk lið í tveimum feløgum. Eg havi vant gentur og dreingir í øllum aldursbólkum. Seinastu trý, fýra árini havi eg vant vaksnamannalið bæði kvinnur og menn, samstundis sum eg eisini vandi fleiri ungdómslið. Løgstør HK er  seinasta danska felagið, eg arbeiddi hjá. Annars var eg í IF Nordthy, Nors BK, Thisted IK og eitt ár landspartavenjari í “Kreds 2”. Sjálvur spældi eg í Thyborøn og HU Mors, sum nú eitur Mors-Thy Håndbold.

– Nú var eg komin hartil, at eg vildi út um landoddarnar at uppliva hondbóltspælið. Vinmenn vístu mær á møguleikar í Norra og Týsklandi, men so var tað føroyingur, sum segði mær, hví eg ikki fór til Føroyar at venja KÍF. Ja, nú gekk skjótt, kollfirðingar vildu hava skjóta avgerð, um eg vildi venja KÍF ella ikki. Eg gjørdi avtalu við KÍF og kom fyrstu ferð til Føroya 23 mai í fjør.

– Mær dámar væl í Føroyum. Fólkið er vinarligt, áskoðararnar hjá KÍF er framúrskarandi, sjálvt um vit eisini tapa dystir, og spælararnir vísa spæligleði og stríðsvilja bæði til venjing og í dysti. Ja, tað er rætt, at mær dámar best skjótt álopskent spæl, har vit eisini tora at verja langt frammi á vølli.

– Føroyskur hondbóltur er nakað øðrvísi enn danskur hondbóltur. Taktiskt og tekniskt eru føroyskir spælarar aftanfyri danskar spælarar, men so hava føroyskir spælarar spæligleðina og stríðsandan, sum er “mangulvøra” hjá fleiri donskum spælarum. Mín ætlan var, at KÍF, sum hevur yngstu manningina, skuldi toppa um eini trý, fýra ár. Vit taptu allar dystirnar í fyrsta umfarinum, men í øðrum umfarinum vunnu við á VÍF, Neistanum, StÍF og spældu javnleik ímóti H71. Og knappliga vóru vit við aftur í kappingini, sigur Jan.

Jan skuldi fyrst og fremst venja menninar hjá KÍF, men nú hevur hann eisini ábyrd av U17, U21, 2. deild monnum, kvinnum og flogbóltskvinnum. Jan hevur sína meingin um komandi Atlantic Airways kapping.

– Eg haldi, at vit skulu hava sjey lið í bestu deildini, men vit mugu tó sleppa undan, at lið kanska eftir nýggjár einki hava at spæla um.  Har kundu lið fingið pening alt eftir, hvar á stigtalvuni tey vóru við kappingarenda. Peningurin kundi verið brúktur til venjingarlegu og annað, sum menti spælarahópin. Hondbóltssambandið má syrgja fyri, at vit hava eina skipan í framtíðini, sum mennir hondbóltin í øllum landinum, sigur Jan at enda við heimasíðuna.

KÍF hevur eitt spennandi ungt manslið og hevur eins góðar møguleikar og VÍF, Kyndil, StíF og H71 at náa finaluplássinum um FM-heitið. (Vagnur)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Previous post:

Next post: