Høllin við Landavegin – teir speingja nú seinastu skotini

eftir Vagnur tann 04/02/2010

Kavin darvar ikki arbeiðinum. (Mynd Vagnur)

Tíðarætlanin heldur at gera økið við Landavegin byggibúgvið, kavin darvar ikki arbeiðinum. Øll moldin 10000 rúmmetrar eru koyrd av økinum, og nú bora teir og skjóta seinastu skotini. Teir eru byrjaðir at slætta økið, og um fáar dagar kemur grótknúsari inn á økið, so smátt tilfar fæst til ovasta lagið. Um sjálva høllini er at siga, at nakrir politiskir knútar eru framvegis at loysa. Fortreytirnar eru broyttar, tí ymist tilfar úti í heim kostar nú nógv minni, enn tað gjørdi fyri trimum árum síðani. Vit vilja sjálvandi fáa mest fyri peningin, tí er týdningarmikið, at vit taka røttu avgerðirnar. Hallarbólkurin tekur alt róliga, við tíðini kemur alt á pláss. (Vagnur)

{ 2 viðmerkingar }

Sigrun Mikkelsen februar 4, 2010 tann 12:44

Ljóðar gott og vit í grannalagnum bíða í spenningi.
:-) Sigrun

Kári Horn februar 5, 2010 tann 19:01

Man sat á skeiði í dag úti í gerðinum, og tað var heilt fantastisk at hoyra øll buldrini frá Neistahøllini :)

Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.

Fyrri postur:

Næsti postur: