Nógv hóvasták er í fjølmiðlunum gjørt burturúr danska málverjanum, sum er knýttir at mansliðnum hjá Neistanum. Í fjølmiðlunum í gjár fekst tú ta fatan, at nú er Neistin í knappari vending farið til Danmarkar eftir einum málverja til tess at styrkja seg til steypafinaluna næsta leygardag. Søgan hevur meira innihald. Neistamálverjin Ári Egason Dam er samtaluevni millum manna, og hann hava vit eisini hitt.
Vit skrúva tíðina aftur til seinast í novembur mánað og fyrst í desembur mánað. Mansliðið hjá Neistanum hevði júst spælt tveir altjóða dystir í Serbia. Henda verkætlan kostaði nógvan pening, sjálvt um Rainbow Seafood lat stuðul til ferðina.
Neistin hevði tapt ímóti KÍF og Kyndli, fleiri av spælarunum vóru smáskaddir og langtíðarskaddir. Um tað mundið stóðu málverjarnir hjá Neistanum ikki væl, mótstøðuliðini fingu mangan fleiri enn tretivu mál ímóti neistaliðnum.
Neistin vann seinasta ár steypakappingina, men náddi ikki finaluplássið um FM-heitið, tí fleiri spælarar vóru skaddir, og liðið spældi tí við hálvari megi seinastu dystirnar.
Neistin var einasta føroyska liðið, sum spældi altjóða dystir í fjør, og tað var inniligt ynski hjá mansbólkinum at vinna í hvørfall aðra kappingina í vetur. Steypafinaluna ella FM-heitið.
Tí vildi mansbólkurin binda um heilan fingur og knýta enn ein málverja aftrat mansbólkinum. Hetta skuldi eisini skiljast sum íblástur til Ára og Dejan, sum kundu fáa nakað frá danska málverjanum. Venjarin Ingi Olsen gav grønt ljós til ætlanina, og spælararnir fingu hetta at vita fyri einum mánaða síðan.
Nógv vatn er runnið í ánna, síðani seinast í novembur mánað. Hvør kundi ímynda sær tá, at H71, Kyndil, StÍF, KÍF og VÍF hava higartil mist meira enn helvtina at stigunum? Neistamálverjarnir hava ment seg eftir jól, men í neistabólkinum eru framvegis nógvir skaddir spælarar. Heini, Birgir, Jón og Áki hava ikki spælt seinastu dystirnar, og aðrir spælarar eru smáskaddir.
Vit hava spurt 22 ára gamla Ára Egason Dam, hvat hann sigur, at danskur málverji kemur til Neistan?
– Eg fekk at vita um danska málverjan frá venjaranum fyri einum mánaði síðani. Eg skilji á ein hátt avgerðina hjá mansbólkinum, tí eg stóð í hvørfall ikki væl í málinum fyrst í desembur mánað. Eg eri ungur málverji og havi nógv at læra, og kann eg læra av danska málverjanum, so er óført. Men eg ætli taka kappingina upp við hann, so hetta kann tæna mansliðnum í avgerandi dystunum. Høvuðsendamálið er ikki Ári Egason Dam, men allur okkara mansbólkur. Vit vilja allir enda væl steypakappingina og landskappingina, sigur Ári at enda við heimasíðuna.
Stutt av tí langa er, at Ári og Dejan eru fyrsti málverjar hjá Neistanum. Danski málverjin skal skiljast sum ein íblástur aftrat á málmanspostinum. Meira er ikki í hesi søgu. (Vagnur)







{ 2 viðmerkingar }
Er transfer deadline ikke udløbet d. 31/1???? Hvordan kan man komme 4 dage inde i Februar og annocere at man har fået en ny spiller????
Tann nýggji málverjin skal vera vælkomin.
Tað kann bara gera Ára betur við eitt sindur av kapping um plássið, og eg eri 100% sikkur, at Ári ikki bakkar, bara tí ein dani kemur???
Koyr á Ári og restina av neistamonnum
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.