Nógvar viðmerkingar eru komnar á heimasíðuna um kvinnurhondbóltin. Talan er um at víðka deildina, men ymsar eru áskoðanirnar í feløgunum. Nú kom so fyrsta viðmerkingin um at víðka Atlantic Airways kappingina. Viðmerkingina eigur formaðurin í Team Klaksvík Fríðin Ziskason. Team Klaksvík er nýtt felag, ja, og í løtuni er felagið ovast í 1. deild og á veg í Atlantic Airways deildini. Lesi áhugaverdu viðmerkingina.
Viðmerking
Vit fóru fyri 4 árum síðan undir at endurreisa manshondbóltin í Klaksvík. Hetta hava vit gjørt við at vera eitt sindur annaleiðis. Byrja við teimum vaksnu og so niðureftir. Vit hava ongantíð hildið, at um vit høvdu eitt lið í bestu deldini, so var felagið betur fyri, og hondbólturin yvirlivur í býinum.
Hetta er júst tað argumentið, sum nøkur koma við nú. Hetta er ikki rætt í okkara verð. Tað er heilt víst líka stórur møguleiki at menna hondbóltin og vera til, um ein ikki er í bestu deildini. Hygg bara eftir Team Klaksvík, hugsi eg a siga. Vit hava 80 leikandi limir nú.
Um t.d “Neistin” (fyri at taka onkran sum tað ikki verður) flytur niður, kunnu teir ikki halda áframm við hondbóltinum í yngri deildum , sum er frammtíðin.? Kunnu teir ikki flyta uppaftur árið eftir. ? Vit koma frá null og eru avegis upp í AA-deildina yvir 4 ár. Hvat er trupulleikin við at brúka eitt ár um at koma uppaftur í AA-deildina.?
Vit hava stórar ætlanir um at gera okkum galdandi í AA-deildini næsta ár. Hava hugsað at bjóða teimum bestu leikarum á tí liðinum sum flytur niður norð at spæla. Kanska fáa okkum 3 útlendingar. (tað hava summi).
Vit kunnu eisini bara venja 1 ferð um vikuna og tapa allar dystir, tað er minst krevjandi. Um ongin flytur niður so hví ikki ?.
Tað kann vera, at tosið um at víðka deildina er komi av okkum , tað var so ikki meiningin frá byrjan av. Hevði onkur so bara havt spurt okkum um okkara meining so var tað so tað.
Eg ivist stórliga, um Team Klaksvík yvirlivur um deildin verður víðkað til 7 lið. Spenningurin fer og hondbólturin doyr út. Tá er spurningurin um vit ikki skulu taka 1 ár meir í 1 deild , tí at flyta upp gevur so onga meining.
Hetta er so tað, sum allir leikara og leiðsla í Team Klaksvík halda um víðkan av deildini.
Vit vóna innarliga, at felag, sum endar niðast, tekur tað sum ítróttarmenn og fer niður og stríðist fyri at flyta uppaftur. Soleiðis, at man veit, at endar liðið niðast, so noyðust man at flyta niður.
Um ein niðurflyting skal avgera, um eitt felag yvirlivur ella ikki, so yvirlivir tað neyvan atlíkavæl.
Fríðin






{ 7 viðmerkingar }
Hoyrt
Ja tað er so satt sum tað er sagt.
Sjálvandi skulu lið flyta millum deildir, og sjálvandi skulu feløg og spælarir stríðast fyri sínum rætti, í eini deild.
Sigrun
Púra samdur við Fríðin
Fyri 4-5 árum síðani endaði menninir hjá Neistanum niðast í AA-kappingini við 1 stigi (meini eg), minnist eg rætt so vann Neistin 1. dystin í kappingarárinum í móti Stíf, tá hoyrdi mann einki frá Neistanum um niðurflyting, heldur hinvegin, blivu greinar skrivaðar í Neista-leikskránni um hvussu gott tað var at eingin kundi flyta niður. Øll vóru samd um at hetta var fantastiskt og var mennandi fyri ungu Neistaleikarar sum mentist almikið tað kappingarárið.
Nú liggur Neistin á ovastu rók og vent er í holuni – Er minnið hjá Neistafólkum so stutt?
Eg spyrji bara!
Sjálvur dugi eg ikki at síggja nakra orsøk fyri niðurflyting, tá niðurflyting ikki hevur verið praktiserað í 10-15 ár.
Góði Sophus.
Vit í Neistanum fegnast um, at heimsíða okkara hevur fingið fleiri vitjandi, nú Jón Kragesteen og Vagnur Michelsen hava blást nýtt lív í hana, og vit ynskja øllum hondbóltsáhugaðum hjartaliga væl komin at koma við sínum áskoðanum á tær ymisku greinarnar, ið verða skrivaðar á heimassíðuni, og vit vóna, at viðmerkingarnar eru sakligar somuleiðis vóna vit, at viðmerkjarar halda seg til evnið, ið skrivað verður um. Tær viðmerkingar, ið limir í Neistanum skriva á heimasíðuni, eru teirra persónligu meiningar, og higartil havi eg sæð sjónarmið frá neistafólki, bæði fyri og ímóti niðurflyting, og somuleiðis erú fólk úr øðrum feløgum fyri og ímóti niðurflyting.
Enn er eingin almen útmelding komin frá Neistanum, og um hon kemur, so verður hon undirskrivað av nevndini. Eg fari tessvegna at heita á teg, og annars øll, ið ætla sær at gera viðmerkingar til ymsu greinarnar á heimasíðuni, um ikki at draga Neistan inn í kjakið, men objektivt at halda fokus á evnið um upp og niðurflyting, og hvat er mest gagnligt fyri føroyskan hondbólt.
Bliðar heilsanir
Kjartan Thomassen, formaður
Jeg er syntes det er en god debat herinde angående nedrykning vs. Udvidelse af turneringen.
Personligt syntes jeg at der bør være op og nedrykning, hvis man går bort fra dette er jeg sikker på at man i år havde oplevet de nederste hold i Sunset være ligeglade fordi der tidligt har været en tegning af at det er Stjørnan og Tjaldur der skal spille om FM i marts måned, og derfor ville den sidste ½ del af sæsonen være uden betydning for disse hold…. nu kæmper de med næb og klør for at overleve, der tro jeg er med til at udviklespillerene. Tag nu f.eks. VIF’s damer som er oprykkere og af mange nok spået som nedrykker i år…. de har udviklet sig meget sidste år i 1 division og i år har de bidt sig fast i sunset, samt spillet sig i pokal finalen. Tro ikke resultaterne havde været de samme i år, hvis de ikke var rykket ned i 1 division for 2 år siden og istedet var blevet i sunset, som året før hvor de fik 4 eller 5 point. I stedet vandt de 1 division suverænt og tanked en masse erfarring og selvtillid…. noget der er vigtigt for vores unge spillere.
På herre siden ser det anderledes tæt ud i år og ja der er måske pt. kun 2 point fra nedrykning til en finale plads….. but that is part of the game….. det er det man lever for, lad os nu ikke tage spændingen og intensiteten ud af håndbolden.
Morten
Áhugavert kjak. Sjálvandi hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um vit í AA-deildini høvdu eina kapping, har talan var um bæði upp- og niðurflyting. Men tað hava vit ikki, og tað hava vit ikki havt seinastu í minsta lagi 15 árini, hóast kappingarskipanin hevur áseting um, at so skal vera.
Taka vit tey 12 liðini í AA-deildini og 1. deild, so er bara talan um 7 lið, sum kunnu luttaka í bestu deildini. Nær vit fáa tað 8., 9. og kanska tað 10. felagið, sum hevur eitt slíkt lið, tað er ógvuliga ilt at meta um.
Hesi árini, eingin niðurflyting hevur verið, hevur kappingin ikki verið ávirkað av tí.
Tað verður eitt stórt afturstig, um eitt av okkara bestu liðum skal niður í 1. deild at spæla ímóti næstbesta liðnum hjá m.a. Neistanum. Hvørjir av verandi leikarum verða eftir, tá ið veruleikin er tann, at ítróttafólk ikki sum fyrr fyri altíð hava felagshjartað á einum stað! Tey fíggjarliga sterku feløgini fara straks avstað við bestu leikarunum.
Tað at tað er hent fyri nøkrum árum síðan, at niðurflyting varð strikað og deildin víðkað við uppflytingarliðnum, og so tað, at vit í veruleikanum ikki hava eina kapping, har upp- og niðurflyting er reellur partur av kappingini, eiga at verða argumentini fyri at vit strika niðurflytingina. Ístaðin áttu vit at funnið onkra aðra skipan, sum premieraði fleiri lið enn trý tey ovastu. Hvussu tað kann gerast, eru tað ivaleyst fleiri uppskot um.
Viðmerkingar til hendan post eru stongdir.